Meiningahornið – Frálíka myndin av Skansanum sigur alt

kjkjk

Púra vilt at oyðileggja sjóvarmálin við Skansan. Nýggja havnarlagið má ikki koma eystur/norður um grótkastið.

Tá ið eg hoyrdi í Kringvarpinum á middegi, at nýggja havnarlagið við Skansan nú fer at kosta 530 milliónir krónur, stúrsaði eg ikki við. Hetta var væntandi. Eitt eru nógvu milliónirnar, annað er, at nýggja havnarlagið eisini oyðileggur økið við Skansan og sjóvarmálan Yviri við Strond. Óskiljandi, at politikkarar í Havn ikki hava ans fyri náttúruni við Skansan, tá ið aðrir møguleikar eru til at taka. Havi loyvt mær at brúkt myndina omanfyri, sum eg sá á Facebook. Frálík mynd av Skansanum og sjóvarmálanum har á leiðini, sum sigur alt.

Tað undrar meg stórliga, at vit ikki hoyra eitt einasta orð frá øðrum býráðslimum í samgonguni í Havn. Bara Sjúrður Olsen, formaður í havnanevndini og borgarstjórin Heðin Mortensen hava givið sína meiningar til kennar í fjølmiðlunum. Eg síggi, at býarpolitikkari, sum stillar upp til fólkatingsvalið, roynir at draga nýggja havnarlagið inn í fólkitingsvalið. Millum annað at siga, at fólk uttan fyri Havnina skulu ikki forða framtíðarbygging í høvuðsstaðnum. Skal bara minna viðkomandi á, at Tórshavn er høvuðstaður fyri allar føroyingar, og sjálvandi hava teir eisini loyvi at hava eina meining um, at nú er ætlanin at oyðileggja sjóvarmálan við Skansan. Alt annað er snævurskygd tankagongd.

Frálíka greinin, sum Palli Gregoriussen skrivaði í Dimmalættingg, átti at fingið býarpolitikkarar í Havn at vakna og skifta kós. Myndin omanfyri sigur alt. Púra vilt at oyðileggja hetta søguliga minni við at byrja Skansan inni. Skansin kann ikki hava betri útsýnið suður í hav enn júst tað sama. Hví so oyðileggja hetta frálíka útsýnið.

Vónandi kann yvirfriðingarnevndin og kanska landið fáa steðgað hesum ørskapi. Tórshavnar kommuna eigur at steðga á eitt bil og hugsa álvarsmálið umaftur enn einaferð. Byggið nýggja havnarlagið í stigum suður í Nólsoyarfjørð og latið sjóvarmálan við Skansan og Yviri við Strond fáa frið. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *