
Neistakvinnur 1943 við fyrsta FM-steypinum. Kvinnurnar á myndini eru Hermanda Jacobsen, Helena Dal Christiansen, Helga Magnussen, Súsanna Poulsen, Jacobina Jacobsen, Elsa Hansen (Horn) og Elisabeth Johansen.
Hondbóltsfelagið var stovnað 21. mars 1931, men ikki fyrr enn á sumri 1943 var skipað fyrstu landskapping. Hetta var undir krígnum, og hesi árini blómaði hondbólturin kring landið. 21. mars komandi fyllir Neistin 88 ár. Løgið at hugsa sær, at undir krígnum vóru eins nógv lið í bestu kvinnudeildini og í 2015. Kvinnuliðini, sum kappaðust um fyrsta meistaraheitið í 1943 vóru hesi: Neistin, Tórshavn, Aldan Vestmanna, Ternan, Miðvági, Stjørnan, Klaksvík, Vípan Sandi,TB Tvøroyri og VB Vági.

Neistakvinnur vinna FM-heitið á nýggja vøllinum í 1946. Frá vinstru: Jacobina Jacobsen, Rúna Kamban, Sára Hansen, Elisabeth Johansen, Mikela Andreassen, Elsa Hansen og Helena Dal-Christiansen. (Myndaeigari Elsa Horn
Neistans hondbóltssøga er í stuttum hon, og sum eg havi skrivað áður, er, at tey byrjaðu at spæla hondbólt á Vaglinum seinast í 1920-árunum. Neistin varð so stovnað 21. mars 1931. Miðskeiðis í 1930-árunum bygdu tey hondbóltsvøll við síðuna av fótbóltsvøllinum í Gundadali sum myndin vísir. Í 1946 var nýggjur vøllur tikin í nýtslu, har Svimjihøllin nú er, og har vit spældu hondbólt, til høllin kom í Klaksvík 1968 og høllin á Nabb í 1970. Tá fór hondbóltsspælaði spakuliga frá at vera eitt uttanduraspæl til eitt innanduraspæl.

Neistin føroyameistari 1952. Standandi f.v. Elsa Horn, Sára Hansen, Hjørdis Eide og Duddan Hansen. Húkandi f.v: Bergljót Hansen, Malvina á Dunga og Hilda Lambaa. (Mynd Bambus foto)
Hin 19.september spældu neistakvinnurnar fyrstu FM-finalu ímóti TB. Neistin vann dystin og skrivaði harvið hondbóltssøgu.
Tey 40 FM-heitini eru hesu: 1943, 1946 og 1948 – 1952, 1953, 1954, 1955, 1956, 1957 og 1959 – 1966,1967 og 1968 – 1970, 1971, 1972, 1973, 1974, 1976,1978 og 1979 – 1980, 1982, 1983, 1984, 1985, 1986, 1987, 1988, 1989 – 1990, 1992, 1994, 1995, 1996 og 1997 – 2011, 2012, 2013 og 2015 og 2016.

Neistin føroyameistari í 1959. Neistakvinnur meistarar í 1959. Aftast frá vinstru: Malan Joensen, Alfred Dahl (Beiggin) og Martha Hansen. Miðjan f.v: Herborg Davidsen, Hilda Lamba og Turið Holm. Fremst f.v: Oluffa Bjørgvin, Malvina á Dunga og Katrin Koue. (Myndaeigari Malvina á Dunga)
Sum vit síggja á hagtølunum, er heilt góð tíðarskeið fyri neistakvinnur frá 1943 til 2015, tað vil siga 72 ár. Millum annað kann nevnast, at Søljan úr Sandavági vann fýra meistaraheiti í 1960 árunum. Eg fari í seinni grein at finna fram nakrar liðmyndir av neistakvinnum, sum vunnu hesi 40 meistaraheitini. Øll 1970 og 1980 árini og til 1997 vóru neistakvinnur einaráðandi, men so broyttist alt. Orsøkin var, at útlendskir spælarar komu at gera munin hvørt ár líka til 2015.

Fyrsti hondbóltsvøllur í Gundadali, sum var bygdur miðskeiðis í 1930 árunum. Vit síggja gamla HB húsið og hornið á fótbóltsvøllinum.
Neistakvinnur vunnu einki FM-heitið í fjúrtan ár. Kyndil, VÍF, Kyndil og VB vunnu FM-heitini hesini árini. Men so í 2011 bragdaði aftur og vinnur Neistin FM-heitið í 2011, 2012 og 2013, 2015 og 2016.. Eg fari í seinni grein at finna fram myndir av neistakvinnur frá 1966 og fram til í dag. Sjálvur havi eg upplivað neistakvinnur vinna tretivu FM-heiti, har eg sjálvur vandi liðið nøkur ár. Nógv er broytt, síðani spælt varð um fyrstu FM-heitini. Vit síggja á myndunum omanfyri, at í mesta lagi átta spælarar eru á myndunum. Seinasta leygardag tók eg mynd av neistakvinnum, og á liðmyndini eru 22 fólk, og tá vantaði Johannna Andreasen á myndini. Sig so tað. (Vagnur)