
Neistin føroyameistari 2015. St.f.v: Marjun Danberg, Milica Rankovic, Marijana Lucic, Helena Dam, Eir Berg, Birita Jakobsen, Fríða Petersen, Birita Wardum, Zelko Jotic, málmansvenjari, Flemming Raben, venjari og Eirikur Magnussen, liðleiðari. Húkandi f.v. Annika Thomsen, Bára Hansen, Elisabeth Vang, Lilja Mohr, Súsanna Nólsoy, Nicoleta Hansen, Jacklin Durhuus, Unnur Danielsen, Sigrun Mikkelsen, venjari og Palli Joensen, venjari. (Mynd Vagnur)
Neistakvinnur vunnu FM-heitið 2015 til lukku við heitinum. Mítt íkast til hondbóltin í vetur er ikki sum áskoðari, men heldur sum hagtals áskoðari, har eg havi fragd at hyggja í stigatalvurnar og í dómaraseðlarnar. Og so práti eg við nógv fólk kring landið, sum síggja nógvar dystir. Geri mær á henda hátt eina heildarmynd av hondbóltinum í Føroyum. Ikki trívist eg longur í høllini, tí eg orki ikki henda harða einki sigandi tónleikin, sum eg haldi styggir nógvar áskoðarar burtur. Nógv fólk siga tað sama sum eg.

Framtíð Neistans. Frá vinstru Súsanna Nólsoy, Eir Berg, Lilja Mohr, Birita Jacobsen og Elisabeth Vang. (Mynd Vagnur)
Eg kom í høllina beint eftir kvinnudystin, og dittaði mær at tosa við tveir áskoðarar, sum hava fingurin á pulsinum. Spurdi teir, hví slíkir dystir gerast so málfætakur. Hoyrdi eisini Birgir Hansen siga í útvarpinum, at seinni hálvleikur var meira bardagi enn gott spæl. Í míni hondbóltsverð er orsøkin ógvuliga einfald, og tað søgdu áskoðararnir eisini við meg. Lið eru farin at verja langt frammi á vøllinum, har ein verjuspælari fer í kroppin bakspælaran og ólógliga læsir hann fastan. Roynir bakspælarin at slíta seg leysan, so hongur verjuspælarin seg í álopsspælaran. Dómarin floytir fyri tríggjametur kasti og ístaðin at geva fyrst gult kort og tveir minuttir á beinkin.
Òteljandi steðgir eru á spælinum. Nú fylgi eg væl við útlendskum hondbólti og fylgi væl við døminingi og teimum viðmerkingum, sum fylgja við. Tú sært ikki hesa læsingar og eftirtaklingar sum í føroysku kappingini. Ì Føroyum verður hetta mangan ikki dømt, og tí fáa vit hesar sjálvandi spennandi dystirnar við vánaligum spæli og steggum. Mín áskoðan er, at útlendskir dómarar áttu at dømt FM-finaludystirnar. Ella føroyskir dømarar við útlendskum eygleiðara. Tí annars kemur føroyska hondbóltsspælið ongan veg. (Vagnur)
Kyndil – Neistin 17 – 20 (9 – 10) Dómarar: Heri Petersen og Dánjal Samuelsen
Máskjúttar Kyndils: Marianna G. Eystberg 9, Randi S. Wardum 3, Turið Arge 2, Ásleyg Súnadóttir 2, Anna Sofía Mohr 1
Málskjúttar Neistans: Milica Rankovic 7, Birita Jacobsen 4, Eir Berg 3, Bára Hansen 3, Niclotea Hansen 2, Birita Wardum 1

Uttan iva ein troyttur men fegin Jógvan Højgaard, sum hevur havt nógv um oyrini seinastu vikuna. Jógvan og konan Kára eru í kvinnubólkinum. Høgri megin dóttirin. (Mynd Vagnur)






