Meiningahornið – Kringvarp Føroya missir ikki trúvirði eftir dómin í Føroya rætti.

Kringvarp Føroya er annað enn tollmálið. (Mynd Vagnur)

Kringvarp Føroya er annað enn tollmálið. (Mynd Vagnur)

Í gjár sat eg við telduna og lurtaði eftir sendingini, sum Øssur Winthereig leiddi í sambandi við nógv umrødda dómin í tollmálinum. Har vóru sakførarar, tíðindafólk og politikkarar. Frálík sending, men eftir sendingina hugsaði eg, at einki missir Kringvarpið trúvirði eftir handa dómin. Føroya fólk dugir at leggja tvey og tvey saman og veit, at lítið skil var tá í tíðini við tollavgreiðslum, og at fyritøkur kundu fáa vørur úr pakkhúsum, uttan tær fyrst vóru tollaðar. Orðið “at snýta” fekk nógva umrøðu í sendingini.

Tollmálið líktist Heygadrangsmálinum á sinni. Síggi fyri mær, tá væl mannað løgreglulið í sjónvarpinum vitjaðu ymsar fyritøkur og fyltu ringbind og annað í stórar sekkir. Nógv fólk vóru ákærd, og fleiri tóku sær hetta ómetaliga nær. Men eingin bleiv dømdur, tí dómarin vísti á, at her fór nakað fram við “fiktivum” eginpeningi, sum politiskan myndugleikin í nógv ár visti av fór fram, tá nýggj skip vórðu bygt, keypt og seld. Tú kanst ikki dømast at “snýta”, tá viðkomandi veit, at hann verður “snýttur”. Soleiðis var í Heygadrangsmálinum. Tí bleiv eingin dømdur í málinum.

Soleiðis er eisini í tollmálinum. Tollvaldið visti av tá, at vørur fóru úr goymslum uttan at vera tollaðar fyrst. Í sambandi við Tollmálið og útvarpssendingina,  kom eg eisini at hugsa um, at mest sum allir føroyingar verða settir í bás í umrøðuni og meiningum í slíkum málum. Fólk velja síðu og serliga í politiska partinum í málinum, tí í slíkum málum er ein lógarpartur, ein fjølmiðlarpartur og ein politiskur partur. Óvanligt áhugavert mál í so máta, tí her hevur ein landsstýrismaður lagt sak ímóti fjølmiðlafólkum.

Føroyska samfelagi er lítið, og vit vera øll á ein ella annan hátt sett í bás í málinum. Nú var tað ein fólkafloksmaður sum í hesum føri leggur sak, og tú sært á ymsu viðmerkingum í fjølmiðlum og á Facebook, at størsti parturin av fólkinum heldur, at Krinvarpið ikki missir trúvirði, nøkur prosent vita ikki, og so eru nøkur prosent av teimum spurdu, sum halda, at Kringvarpið missir trúvirði. Tað velst um, hvørjum brillum tú sæst tollmálið.

Umrødda útvarpssendingini segði mær, at sakførararnir ikki allir eru samdir um dómin, sjálvt um teir hava somu útbúgving. Politikkarar eru heldur ikki samdir, hví? Tí teir velja síðu og gera tað, sum tænir teimum best. Soleiðis er í øllum slíkum málum, og dømini eru nógv. Ja, sjálvt, tá fólk vildu hava løgmann at koyra umrødda landsstýrismannin úr starvi. Tá valdu fólk eisini síðu.

Vit verða øll sett í bás í gerandisdegnum. Ert tú limur í Fólkakirkjuni, Brøðrasamkomuni ella aðrari samkomu. Velur tú Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Sambandi, Miðflokkin, Framsókn ella Sjálvstýrisflokkin. Heldur tú við HB, B36, KÍ, TB, Neistanum, VÍF, Kyndli  ella øðrum liði í Føroyum. Býrt tú í Havn, í Klaksvík, í Eysturoynni, Suðuroy, Norðoyggjum ella øðrum oyggjum.

Alt hetta skýnur í gjøgnum í umrøðum av flestu stórmálum kring landið. Dømini eru so nógv: Málið um Strandferðsluna fyrr í vetur, tá landsstýrismaðurin kom í trupulleikar, afturvendandi sjúkrahústrætan um tey trý sjúkrahúsini, Eysturoyartunnilin og mong onnur mál.

Tað, sum eg fekk burtur úr umrøddu útvarpssendingini, var, at dómurin snúði seg um eitt orð: “at snýta”. Og millum tey spurdu í sendingini vóru ymsar meiningar, hvønn týdning vit skulu leggja í orðið “at snýta”. Dómurin er fallin, og landsstýrismaðurin fekk uppreisn. Hetta skulu vit sjálvandi øll virða. Haldi, at fjølmiðlafólkini ikki høvdu gjørt heimaarbeiðið nóg væl, tá tollmálið byrjaði á sinni í fjølmiðlunum. Í dómhúsinum mást tú hava prógvini, men har vóru eingi prógv, tí var landsstýrismaðurin fríkendur.

Spurningurin er so, um dómurin kemur at ávirka næsta løgtingval. Nei. tað ger tað ikki. Missir Kringvarpið  trúvirði? Nei, tí Krinvarpið er nógv annað enn bara umrødda tollmálið. Skulu tey dømdu fáa durafjórðingin í Kringvarpinum. Sjálvandi ikki. Eg haldi heldur ikki, at dómurin fekk vanliga føroyingin upp úr stólinum, tí tað er so nógv annað í Føroyum, sum upptekur vanliga føroyingin. Trúgv mær, tollmálið og harvið dómurin kemur ikki at hava ávirkan á nakað sum helst og heldur ikki, hvar føroyingurin setur krossin valdagin seinni í ár. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *