Spennandi litfagurt skip úr Aberdeen á Havnini

hjhjhjh
Grampian Conquest er bygt á spanskari skipasmiðju í 2005. (Mynd Vagnur)

Týsmorgunin spákaði eg niðri á Vestarubryggju, og har er altíð okkurt nýtt at síggja, tí skip koma og fara á skipasmiðjuni, og summar dagar landa skip og bátar til landingarmiðstøðina. Henda morgunin lá áhugavert “hjálparskip” úr Skotlandi við bryggju. Menn vóru í holt við at lossa ymist rusk í bingju á bryggjuni. Vakurt litfagurt skip, má eg siga, og hesa løtu kom eg kom at hugsa um, hvussu nógv slík skip vóru komin til Føroya, um olja varð funnin við Føroyar.Aberdeen 2

Meðan eg stóð á bryggjuni og eygleiddi skipið og menninar umborð, reikaðu tankarnir um hina ferðina, tá fyrrverandi løgmaður segði í fjølmiðlunum, at hvør føroyingur átti at fingið ein kekk áljóðandi 10.000 krónur, tá oljan varð funnin. Leita vit niður til Katar, har HM í hondbólti var fyri kortum, so sóu vit, hvussu milliardir av oljukrónum floyma yvir landið. Funnu vit olju, og harvið nógva olju, so skulu ikki nógvar milliardir til, at føroyska samfelagið broyttist eina ferð med alla. Nógvir útlendingar, og nógvur peningur í umfar.

Brennandi sól á Vestarubryggu, tá skotska skipið lá á Havnini. (Mynd Vagnur)

Brennandi sól á Vestarubryggu, sum skuggaði myndina, tá skotska skipið lá á Havnini. (Mynd Vagnur)

Vit megna ikki í løtuni at stýra uppisjóvarvinnuni, har tey fáu skúma fløtan, og nógvur makrelvinningur fer av landinum. Hvussu hevði verið við møguligu oljuni? Sum onkur segði, vandi er fyri, at føroyingar glíða í oljuni. Ì løtuni er ikki vandi fyri hesum, tí enn er oljan ikki funnin. Og gott tað sama.

Fann hesi tøl um skotska hjálparskipið: Skipið er bygt á spanskari skipasmiðju í 2005. (Vagnur)

Main Engine(s) MAK 2050 BHP

Propeller(s) 1 x CPP

Bow Thruster(s) Schottel Azimuth @ 400BHP

Stern Thruster(s) N/A

Rudder Systems / Type Schilling Fishtail HP Rudder

Aux Engines 2 x Volvo @ 270kW per unit

Shaft PTOs 1 x PTO from Main Engine

Emergency Generators 1 x Emer Genset @ 150 kW

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *