Á Ellisheiminum á Tvøroyri býr 88 ára gamla Birgit Hestoy. Birgit er millum annað mamma Jon Hestoy, sum vit kenna frá kappsvimjing og formann í Svimjisambandinum. Maður Birgit eitur Jóannes Hestoy, og børnini eru Ingrid, Heini og Jon Hestoy. Frá ungum árum spældi Birgit hondbólt á Tvøroyri, og hana havi eg tosað við. Ein fyrikomandi hittinorðað eldri hondbóltskvinna av Tvøroyri. Fyrstu árini æt felagið Tvøroyra hondbóltsfelag. Nær byrjaði Birgit at spæla hondbólt?

Birgit og tær spældu hondbólt á hondbóltsvølli kálkaður á fótbóltsvøllinum. Her á jóansøku 1955. Birgit næst kvinnuni við bóltinum.
– Eg byrjaði at spæla hondbólt á Tvøroyri sum trettan fjúrtan ára gomul, og vit spældu á fótbóltsvøllinum á Sevmýri, har vøllur varð kálkaður. Vøllurin var niðan ímóti TB húsinum. Venjari var Poul “skipper” Holm, sum var frálíkur hondbóltsvenjari, og sum eisini var av bestu fótbóltsspælarum í bygdini. Nógvar gentur møttu til venjingar, og vit høvdu bæði 1. deildarlið og 2. deildarlið. Vit vandu fast sunnumorgun klokkan tíggju, og eg hoyri enn rópini niðri á vegnum frá Any konu Mervin Dimon: – Birgit, kom upp, vit skulu venja hondbólt. Umframt sunnumorgun vandu vit eisini um kvøldarnar.
– Tað var ógvuliga skjótt, at dreingirnir, sum flestir spældu fótbólt, eisini fingu áhuga í hondbóltsspælinum, men vit gentur funnu skjótt útav, at teir komu ikki at hyggja at hondbólti men at lørunum á ungu hondbóltsgentunum. Hetta flentu vit mangan at. Kann ikki minnast, at trupulleikar var at útvega hondbóltar, kanska fingu vit hjálpandi hond frá ensku hermonnunum.
– Allur hondbóltur varð spældur um summarið, og eg minnist við gleði aftur á mongu hondbóltsferðirnar, vit gjørdu til Havnar, Sands, Vestmannar, Klaksvíkar, Hvalba og til Vágs. Kanska havi eg gloymt okkurt staðið. Systir mín Ida var gift í Danmark, og var hon mangan heima og ferðaðist. Maður hennara Ole kendi til hondbóltsspælið, og tá hann sá okkum spæla, minnist eg hann sigur við Emmely, sum skeyt eitt heimagjørt svingskot: – “Du skyder forkert”, segði Ole og legði okkum øllum lag á, hvussu vit skuldu kasta og skjóta bóltin í málið.
– Manga tvassuta hondbóltsferð vóru vit norðanfjørðs. Minnist túr við gamla Smyrli, sum bæði skuldi inn á Hvalba og Skálavík, áðrenn leiðin gekk til Havnar. Sjóferðin tók sjey tímar, og vit vóru meira deyðar enn livandi, tí allar vóru so ringar í sjóverki og spýðu illa. Tjúkt var í mørka henda dagin, so Smyril hevði trupulleikar at koma á Havnina. Tá vóru tólini í brúnni ikki so góð sum í dag. Í Havn hildu vit oftast til í Perluni, har vit svóvu og ótu.
– Serliga minnist eg eina hondbóltskvinnu, sum var betri enn allar aðrar hondbóltskvinnur í Føroyum. Tað var Sára Hansen úr Neistanum, sum var úrmælingur á vøllinum, og sum hevði spælt hondbólt í Danmark. Hon kundi so nógv við einum bólti, og vit vunnu heldur ongantíð ein dyst á neistakvinnum, tí Sára var altíð stóri munurin á liðunum, sigur Birgit.

Frá vinstru giftunøvn): Solveig Olsen , Birgit Thomsen (Hestoy), Jensa Viberg (Sørensen), Hanna Bærentsen , Emmely Joensen (Nolsøe) og fremst Hansina Nolsøe (Mortensen).
Birgit var eisini framúrskarandi svimjari, og á ungum árum svam hon hvønn dag á sjónum vetur og summar. Hon fór oman millum pakkhúsini og so beint útí av Thomsensbrúgv. Mangan svam hon eisini kapp á jóansøku. Seinastu ferð hon svam kapp, var á jóansøku 1969, tá hon svam kapp móti dóttrini Ingrid tvørturum fjørðin frá Lítla Hólmi ein teinur uppá góðar 700 metrar. Dótturin Ingrid vann hesa kapping.
– Tú spyrt, nær eg spældi og nær eg gavst at spæla. Eg byrjaði at spæla fyri kríggið kanska í 1938 og spældi óivað seinasta dystin í 1956. Men so má eg nevna ein oldgirlsdyst í 1985, sum vit spældu ímóti vágskvinnum í ítróttarhøllini í Vági. Tað var í sambandi við rundan føðingardag hjá VB. Ómetaliga stuttligt at hitta aftur gamlar hondbóltsspælarar. Glaðar vóru vit í TB, at VB kvinnur vunnu dystin 1-0, tí sjálvandi máttu VB kvinnur vinna dystin á hátíðardegnum, sigur Birgit við einum smíli.
Birgit var gift Jóannes Hestoy, og í 1965 fór Jóannes til Grønlands at arbeiða á rækjuvirki. Birgit og tey trý børnini Ingrid, Heini og Jón fór um várið hetta árið til Grønlands og fóru heimaaftur um heystið. Men í 1966 flutti Birgit og Jon til Grønlands og búði har í 1966, 1967 og 1968. Og harmonikuna hevði Birgit við sær alla staðni hon fór. Og Birgit heldur fram.

Fiskaplássið Dagdvøljan 1954. Birgit arbeiddi í fiski hjá Jógvani Nolsøe og í fríløtum tekur Birgit fram harmonikina. Frá vinstru Maria Danielsen, Christinia Hentze, Birgit Hestoy, Jens Vang, Edith, Dánjál Jacobsen, Selma Poulsen við lítla Jens Paula, og Jógvan Nolsøe. Fremst f.v: John og Hans Jákup.
Í 1945 komu systir mín Ida og maðurin Ole til Føroya við eini harmoniku, sum eg fekk frá teimum. Og harmonikuna havi eg enn, og hon er nú 70 ára gomul. Harmonikuna hevði eg við alla staðni, eg fór, og hondbóltsgenturnar fingu eisini harmonikuna at hoyra, tá vit sungu av lívsins kreftum á hondbóltsferðum, sigur Birgit
Sjálvur minnist væl, at tá Jon Hestoy vann fyrstu svimjikappingina í Havn. Hann var um trettan ára gamal. Venjarin var mamman Birgit Hestoy, sum var svimjilærari í Tvøroyra skúla. Jon gjørdist kendur svimjari í danska kongaríkinum. Og mamman minnist alt um hetta.

TB og ÍF í 1940 árunum. TB kvinnurnar eru hesar: St.fr.v. Nr 1 Anna Larsen ÍF, nr 2 Birgit Hestoy TB, Nr 3 Lena Eliasen ÍF nr. 5 Armgarð Mortensen TB , nr. 6 Solveig Jespersen TB og nr. 9 Sonja Gaard TB . Húkanndi f.v: Nr 1 Ella Mortensen TB , nr 3 Helma Midjord ÍF, nr 3. Charlotte Jespersen TB, nr. 4 Martha Holm TB og nr. 5 Kristianna Samsonsen TB. (Øll nøvnini eru ikki enn funnið, tað vanta nøkur ÍF spælarar.
– Tá eg kom aftur úr Grønlandi 1968 fekk eg starv sum svimjilærari í Tvøroyra skúla, og hetta starv røktaði til 1991. Eisini vandi eg svimjarar í Tvøroyra svimjifelag. Eg kann minnast Egga Jensen ítróttalærara á Føroya læraraskúla siga við meg: – Birgit, eg síggi á tykkara svimjarum, at tú hevur vant teir, tí allir hava so gott beinspark. Ja, Jon var frílíkur svimjari, og eg minnist eina ferðina, at hann sum drongur kom aftur til Tvøroyarar við heilari gullketu um hálsin. Haldi har vóru sjey gullheiðursmerki, sigur Birgit at enda.

Mynd av VB og VB kvinnum í 1975: Standandi f. v: Tove Jacobsen TB. Johanna Maria Jespersen TB, Birgit Hestoy TB, Any Dimon TB, Sanna Skáalum VB, Karin Bára VB og Turid Olsen VB. Húkandi f. v Kaja Jacobsen VB, Solveig Jespersen TB, Kristianna Samsonsen TB, Hjørdis Joensen VB, Estrid Kjærbo VB og Rannvá Samuelsen VB. og Judith Gudmundsen VB, Kaspara Hjlem VB og Eyðgerð Ludvig VB.
Birgit er sum áður sagt 88 ára gomul og býr á Ellisheiminum. Púra klár og prátingarsom, men hon sær ikki væl, tí hon hevur æðrakálking í eygunum. Eisini hevur hon verið plágað av liðagikt í nógv ár. Hon fylgir væl við í hondbólti, tí hon segði mær, hvussu fegin hon var, tá mansliðið hjá VÍF vann steypafinaluna. – Tú veitst, at Mannbjørn Mortensen var lærari í Vestmanna og eisini lærari á Tvøroyri og vandi hondbólt við næmingunum, sigur Birgit at enda.
Tað sýnist at vera torført at fáa øll nøvnini til myndirnar, Tí hevði verið óført, um fólk kundu sagt mær frá, hvørji vantandi nøvnini eru. Teldupostadressa Vagnur@olivant.fo Omandyri síggja vit eisini mynd av VB og TB kvinnum frá 1975. Hetta er eisini oldgirlsdystur í sambandi við hátíðarhald hjá VB, sum henda dagin fylti 70 ár. (Vagnur)

VB fyllir 80 ár í 1985: Judith Gudmundsen VB, Kaspara Hjelm VB, Hansina Mortensen TB, Eyðgerð Ludvig VB og Kaja Jacobsen. VB Miðjan f.v: Hjørdis Joensen VB, Ulla Åkjær TB og Johanna Maria Jespersen TB. Fremst f.v: Turid Olsen VB og Estrid Kjærbo VB og Kristianna Einarsson TB, Jonna Back TB og Mia Mortensen, TB. Birgit Hestoy tók myndina. .
—-




