Tveir hondbóltsdystir í bestu deildunum høvdu serligan áhuga um vikuskiftið um at finna liðini, sum skulu spæla FM-finalurnar í apríl mánað. Mansdysturin millum í Hoyvíkshøllini millum H71 og Kyndil hevði stóran týdning fyri bæði liðini, tí Kyndil kundi við sigri bitið seg veruliga fæst í annað plássið, men H71 vildi nakað annað. Hetta var ein fýra stig dystur. Á Skála misti VB endaliga møguleikan at náa FM-finalurnar eftir avsmurning frá StÍF.
Dystirnir millum H71 og Kyndil gjørdist sum vanligt málfátækur. Fyrstu tjúgu minuttirnar av dystinum var javnar, tí eftir tíggju minuttir spæl var støðan 3-2 til H71 og eftir tjúgu minuttir 7-6 til H71. Síðani stegðaði Kyndil upp og skeyt bara eitt mál seinastu átta minuttirnar. Hálvleikstøðan 11-8 til H71. Í seinna hálvleiki fór H71 framum 15-11 eftir fimtan minuttir, men so kom ferð á álopsspælið hjá Kyndli, tí nú var støðan knappliga 18-16 til H71, og tíggju minuttir eftir at spæla. Men aftur steðgaði Kyndil upp og skeyt bara tvey mál seinastu tíggju minuttirnar.
Longu mikukvøldið skulu Kyndil og H71 aftur í eldin. Kyndil tekur ímóti VÍF í Havn, og H71 skal spæla ímóti KÍF í Kollafirði. Sum vit síggja á stigatalvuni, so er javnt í toppinum. VÍF sær út at vera annað liðið í FM-finalunum, meðan seinni liðið verður antin Kyndil ella H71. Áhugavert at hugsa sær, at Kyndil kundi bara verið eitt stig eftir VÍF, um liðið ikki misti tvey vunnin stig, tí spælari ikki hevði spæliloyvi.
H71 – Kyndil 22 – 18 (11-) Dómarar: Heri Petersen og Dánjal Samuelsen
Málskjúttar H71: Mark Marcher 7, Rúni V. Højgaard 5, Hallur Biskopstø 4, Pætur Thomsen 2, Sigmundur Dahl 2, Sigmundur Nolsøe 1 og Jesper Pedersen 1
Málskjúttar Kyndils: David Edvardsen 6, Andrias B. Sólsker 4, Julian Johansen 3, Birgir Poulsen 2, Hans Arni Thomsen 1, Hjalti Bachmann 1 og Ludvík Súnason 1
| 1 | VÍF | 15 | 421 | 354 | 67 | 24 |
| 2 | Kyndil | 16 | 367 | 323 | 44 | 21 |
| 3 | H71 | 15 | 373 | 328 | 45 | 19 |
| 4 | KÍF | 15 | 401 | 398 | 3 | 15 |
| 5 | Neistin | 16 | 386 | 424 | -38 | 14 |
| 6 | StÍF | 16 | 394 | 429 | -35 | 9 |
| 7 | Team Klaksvík | 15 | 333 | 419 | -86 | 6 |
StÍF – VB kvinnur 26 – 17 (15-12) Dómarar: Thomas Juul Thomsen og Eyðun Samuelsen
Málskjúttar StÍF: Bára Berthelsen 9, Rebekka Justinussen 8, Fríðrún Danielsen 3, Irena Dam 2, Paula Høgnesen 2, Bára B. Danielsen 1 og Birna Tummasardóttir 1
Málskjúttar VB: Gintare Butkeviciute 8, Helga E. Kjærbo 4, Rannvá Johannessen 2, Ingrida Kuodyte, 2 Birita H. Olsen 1
Í ikki lætt hjá okkum á síðulinjuni at rokna út kvinnuliðini hjá StÍF og VB. Liðini eru so mikið óstøðug, at eg rokni tey slett ikki longur sum avbjóðing til FM-finaluplássini. Eri beinleiðis vónbrotin av VB, tí manningin er so mikið góð, at liðið skuldi sjálvandi havt spælt sær fleiri stig í stigaskjáttuna. Alt ov nógv stig eru tapt aftur í ár á útivølli, og tað sýnist, sum liðið kann bara “stramma” seg upp í nøkrum av heimadystunum. Ég sá StÍF í Havn ímóti Neistanum, nógvir frálíkir spælarar, men teir sýntist fleiri tá ikki at vera í nóg góðari venjing.
StíF – VB dysturin var serligur, tí longu eftir tólv minuttir spæl var VB á odda 8-3. StÍF biður um steðg og seks minuttir seinni er javnleikur 9-9. VB steðgar fullkomilig upp og fær bara trý mál seinastu seytjan minuttirnar, meðan StÍF stríkur avstað og fer til hálvleik við 15-12. VB kvinnur mugu hava givið upp, tí liðið skjýtur bara fimm mál í seinna hálvleiki. Tíggju minuttir inni í seinna hálvleiki er støðan nú 21-14 til StÍF, og dysturin endar heili 26-17 til StÍF.
Stigatalvan hjá bestu kvinnuliðunum er beinleiðis keðilig og ikki eftirfarandi, tí skriviborðdysturin millum Kyndil og Neistin er ikki enn endaliga avgjørdur, tí er stigatalvan ikki broytt. Fær Kyndil skriviborðstigini, so er Kyndil fremst við 26 stigum, Neistin nummar tvey við 25 stigum. Bara VÍF kann hótta Kyndil og Neistan um á náa FM-finalurnar. Longu nú mikukvøldið spæla Kyndil og VÍF í Havn, og dystin má VÍF vinna, skulu vónirnar varðveitast at náa FM-finalurnar. Neistakvinnur vóru trygt á FM-finalukós, men skriviborðstigini broyta alt. Mítt boð er framvegis, at Kyndil og Neistin spæla FM-finalurnar. (Vagnur)
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 16 | 474 | 323 | 151 | 27 |
| 2 | Kyndil | 16 | 419 | 310 | 109 | 24 |
| 3 | VÍF | 15 | 429 | 328 | 101 | 20 |
| 4 | VB | 15 | 391 | 318 | 73 | 17 |
| 5 | StÍF | 16 | 366 | 332 | 34 | 14 |
| 6 | Stjørnan | 15 | 273 | 409 | -136 | 6 |
| 7 | Søljan | 15 | 147 | 479 | -332 | 0 |
