Hondbóltssambandið eigur at endurskoða dómaranevndina

Hondbóltssambandið má fáa skil á virkseminum í dómaranevndini. ((Vagnur)

Hondbóltssambandið má fáa endurskoða dómaranevndini. ((Vagnur)

Nú hevur Hondbóltssambandið sett fólk í fulltíðarstarv, og nógv gott virksemi er í HSF í løtuni, men ikki haldi eg, at alt tó virkar nóg væl í HSF. Síðani steypadystirnar sunnudagin, hevur kjak verið á hondbóltskjaki um “inhabilar” dómarar. Eg helt, at nakrir dómarar sunnudagin vóru alt ov “inhabilir” at døma dystir. Stórur áhugi var millum manna fyri kjakinum, sum nú er endað. Í sambandi við málið hava fólk, sum standa umrøddu liðunum nær, eisini sent mær teldupostar og sagt sína meining. Alt gott um hondbóltskjakið, men orðini hjá formanninum í dómaranevndini í HSF við portal.fo fekk meg at stúrsa við.

– Hartvig Joensen er formaðurin í dómaranevndini í HSF. Ikki haldi eg, at hann hevur rættan hugburðin, tá talan er um føroyska døming. Hann sigur millum annað við portal.fo, at um tey í dómaranevndini meta, at dómarar eru nóg góðir at døma í bestu deildini, so megna teir eisini at døma ein slíkan dyst. Hartvig viðgongur í samrøðuni, at tilknýti av umrøddu dómararum var møguliga í so tætt, men teir er nóg “professiónellir” til ikki at ávirka dystin. Hví viðganga, at dómararnir møguliga hava í so nært tilknýti, og so kortini seta dómararnar at døma dystin? Og hetta er gjørt fleiri ferðir áður, skal eg heilsa og siga. Ikki eitt orð um, at sjálvandi skulu vit hava uttanveltaðar dómarar, sum í øðrum londum. Møguleikin var sunnudagin at blanda kortini øðrvísi, so vit fingu uttanveltaðar dómarar at døma dystirnar. Men hetta var ikki gjørt.

Og so dámar mær slett ikki orðini longri niðri í tekstini, har Hartvig “bakateliserar”, at dómarar skulu ikki sáldast frá, bara tí teir einaferð hava spælt sum smádreingir í einum felag. Hesi orðini er at virða ov lítið tann týdning, sum steypadystir í bestu deildini hava. Eg má siga beint út, at eg skilji slett ikki hugburðin hjá dómarafelagnum. Fyri tveimum trimum árum síðani vóru tríggir annars væl skikkaðir A-dómarar skrottaðir, tí teir ikki megnaðu altjóða rennutestina, men í sama viðfangi góðtekur dómarafelagið, at dómarar hava nært tilknýti til annað liðið. Hvussu skulu vanlig fólk skilja slíkt.

Hetta fær meg at heita á Hondbótlssambandið beinanvegin at endurskoða dómaranevndina, so vit fáa rætta hugburðin í dómaranevndina og beina dømingina í bestu deildunum inn á røttu rættvísu kósa og á uttanveltaða kósina sum í øðrum londum. At halda fram í áravís at tosa um, at vit vanta A-dómarar, keypi eg slett ikki longur. HSF skal syrgja fyri, at vit hava nóg nógvar A-dómarar, so einfalt er tað. Núverandi støða kann slett ikki góðtakast longur, tí hetta ørkymlar spælarar og venjarar. Hetta veit eg, tí eg havi nært samband við hondbóltsfólk kring landið. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *