Trettan 8-mannafør róðu á sundalagsstevnu í 2000

Argjabáturin, Kvívíkingur, Ørvur, Knørrur og Nevið Reyða á norðoyastevnu í 2004. (Mynd Álvur)

Tað er ógvuliga áhugavert at hyggja at hagtølum á heimasíðuni www.drekin.fo . Umframt at síggja, hvørjir bátar hava róð á øllum stevnum aftur til 1973, eru øll úrslit og bestu tíðir at síggja. Til stuttleika havi eg hugt at “søguni” hjá 8-mannaførunum aftur til 1973, og í tveimum umførum hava trettan bátar róð. Á jóansøku í 1988 og á eystanstevnu í 2000. 

Byrja vit í 1973, so vóru 8-mannaførini tríggir til seks bátar, sum róðu á fimm stevnum. Vit skulu nærkast 80-árunum, at talið av 8-mannaførum veksur, tí í 1979 róðu níggju 8-mannafør á vestanstevnu: Kvívíkingur, Leirvíkingur, Víkabáturin, Oyndri, Húsavíkingur, Havrenningur, Sandavágsbáturin, Ørvur og Miðvingur.

Í 80 árunum vaks bátatalið spakuliga til tað toppaði í 1988, tá ið trettan 8-mannafør róðu á eystanstevnu. Nýggj nøvn komu á listan, og bátarnir vóru: Miðvingur, Skopuningur, Sjóriddarin, Argjabáturin, Ørvur, Gullbrandur, Nevið Reyða, Skúgvur, Gøtu Tróndur, Toftabáturin, Knørrur, Víkabáturin og Fríggjarin.

Síðan koma vit til kreppuárini fyrst í 90 árunum, og 6000 føroyingar mugu flyta av landinum, og føroyskur kappróður kemur eisini at merkja sviðan. 8-mannaførini minka við trímum fýra bátum øll 90 árini, men kortini rógva millum fýra og níggju 8-mannafør. Men so knappliga gerst stórur áhugi fyri kappróðri um aldarskiftið, tí á sundalagsstevnuni í 2000 rógva trettan 8-mannafør fyri síðani at minka niður í seks bátar árið eftir. Bátarnir í 2000  vóru: Argjabáturin, Toftabáturin, Nevið Reyða, Gullbrandur, Húsavíkingur, Heiðabáturin, Oyndri, Kvívíkingur, Miðvingur, Sjóriddarin, Víkabáturin, Knørrur og Ørvur.

Seinastu tíggju árini hava 8-mannaførini verið fimm til sjey bátar á øllum stevnum, tó heilt niður í tríggjar bátar í summar 2012. Fólk kunnu seta spurningin við, hví bátatalið er so skiftandi, men vit síggja mynstur í føroyskum kappróðri, at okkurt serligt má henda, skulu vit aftur síggja trettan 8-mannafør rógva á firðunum í Føroyum.

Eingin ivi um, at summir bátar fullu frá, tá ið Sámal Hansen fór at smíða lættari bátar. Teir sóu seg ikki hava møguleikan ímóti nýggju lættari bátunum, og kanska fíggjarorkan førdi til, at nakrar manningar og feløg kring landið løgdu kongin. Tey komu ongantíð í gongd aftur við nýggjum báti.

Í ár rógva bara trý 8-mannafør, sum er tað minsta síðani 1973. Tey eru Gullbrandur, Miðvingur og Argjabáturin, har Miðvingur higartil í ár hevur vunnið allar róðrarnar. Nøkur 8-mannafør á listunum omanfyri koma óivað ongantíð afturíaftur, men hvør veit, tey í Fuglafirði hava júst fingið nýggjan Gullbrand. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *