Undirritaði fer nú at royna at uppbyggja eina nýggja heimasíðu við ymsum tilfari, sum ikki er at finna á øðrum heimasíðum og øðrum miðlum. Longu frá ungum árum fekk eg áhuga at skriva um ítrótt á blaðnum 14. septembur. Hetta var gjørt í frítíðini fyrst í 80 árunum. Tá vóru ongar heimasíður ella sjónvarp, so fjølmiðlaverðin er ótrúliga nógv broytt í so máta.
Seinni kom eg at gerast blaðstjóri á ítróttablaðnum Alt um ítrótt, blað, sum kom út í tvey ár hvønn mánamorgun. Hetta var í 1985 og 1986. Fá ár seinni kom eg at gera ítróttasendingar í Sjónvarpi Føroya saman við Árna Gregersen og Leivi Hansen. Hetta var nýggj og spennandi verð.
Vit gjørdu fimm, seks sendingar, tá ið í fótbóltskappingin endaði um heystið og sendingar, tá ið vetrarítrótturin endaði um várið. Vit fóru eisini tá at senda beinleiðis frá landsdystum í flogbólti, svimjikappingum, landsdystum í fótbólti, steypakappingum í hondbólti og flogbólti. Eisini hevði Sjónvarp Føroya samsendingar við danskar og norskar sjónvarpsrásir, tá ið stórar altjóða kappingar vóru á skránni. Vit løgdu røddir til sendingarnar.
Umframt alt hetta skrivaði eg nógv hondbóltstilfar í dystarbløð hjá Neistanum og skrivaði nógv lesarabrøv í bløðunum. Tað var, sum allar mínar meiningar og hugskot skuldu festast á blað. Frá 2003 til og til við á ólavsøku 2008 skrivaði eg hundraðtals innsløg um kappróður á heimasíðuni hjá Havnar Róðrarfelag www.drekin.fo og næstan í trý ár skrivaði eg á heimasíðuni hjá Neistanum www.neistin.fo .
Alt hetta var spennandi og gevandi arbeiði, men eg føldi alla tíðina, at tað var alt ov avmarkað bara at skriva um ítrótt á heimasíðum. Tað er so nógv annað tilfar, sum tú kanst skriva um, og sum lesarin kann fáa gleði av. Bløðini og nógvu heimasíðurnar trola oftast á somu grunnum. Og vantar tilfar, so verður farið út um landoddarnar. Alt gott um tað.
Heimasíðan www.hvannrok.fo skal vera mítt frítíðarítriv, nú eg eri farin frá sum lærari. Ætli mær ikki at binda meg til nakað sum helst, bara skriva av og á um tilfar, sum eg haldi er spennandi og hevur áhuga millum manna. Nýtt tilfar og finna fram okkurt áhugavert gamalt tilfar. Fari at finna fram nakað av søguliga tilfarinum, sum eg havi skrivað áður, og sum nógv fólk ikki hava sæð. Nú fáa vit at síggja.
Vagnur Michelsen
Góði Vagnur
Hjartaliga til lukku við nýggju heimasíðuni.
Spennandi verður at fylgja við.
Alt tað besta.
Kára
Hey Vagnur,
Gott at hoyra at tú er við aftur. Tað hevur verið saknur í tær. Alt tað besta við heimasíðuni ynski eg tær. Vinarliga Kristian
Hey Vagnur
Havi saknað tín penn, so eg gleði meg til at fylgja tínari nýggju heimasíðu.Góða eydnu 🙂
Páll
Hetta var fyri neyðini. Góða eydnu!
Gott at eingin annar enn tú sjálvur skal góðkenna tað, sum verður lagt út.
Hey Vagnur.
Hetta er stuttligt at siggja. Góða eydnu.
Dorthe
Halló Vagnur
Tad verður spennandi at fylgja tær her á síðuni 🙂
Tú hevur uttan iva nógv upp á hjartað, so góða eydnu við tíni nýggju heimasíðu.
Hetta verður spennandi 🙂 og góða eyðnu!
Dejligt at høre din pen krible på papiret igen Vagnur, håber du vil få rigtig mange læsere her på siden 🙂
Hey Vagnur
Havi saknað tína skriving. Deiligt fyri okkum hondbóltsáhugaðum, at tú hevur fingið eitt nýtt forum at skriva um hondbólt og annað.
Alt tað besta og góða eydnu!
Gott Vagnur. Tad er altíð áhugavert at lesa tínar greinar. Góða eyðnu við síðuni.
Óført tiltak, Vagnur! Flott heimasíða – og ynski tær góða eydnu við henni.
Gott Vagnur at tú ert við aftur. Tað hevur verið saknur í tær og teimum evnum tú so væl dugir at fáa hondbóltsáhugaði at tjakast um.
Gleðiligt at síggja, at tú hevur funnið pennin fram aftur. Saknurin hevur verið stórur.
Góða eydnu við heimasíðuni
Flott Vagnur! – Havi saknað tín penn og áhugaverdu greinir – góða eyðnu.
Hey Vagnur!
Óført. Tad verður gott at kunna lesa tínar greinar aftur og kunna fáa eitt sakligt kjak aftur um ymisk evnir, eg gleði meg. Góða eydnu við heimasíðuni.
Hey Vagnur
Tað er gott, at tú hevur tikið hetta stigið. Vit eru mong, sum hava saknað tínar meiningar og tær áhugaverdu greinar, tú altíð kemur við. 🙂 so herligt Vagnur, góða eydnu 🙂
Hey Vagnur!
Góða eydnu við heimasíðuni! Gott at lesa tað, tú skrivar!
Super Vagnur. Endiliga vart tú her aftur. Fari sjálvandi at fylgja við tí, tú kemur at bera fram. Góðan byr.
Hey Vagnur!
Tað verður gott aftur at kunna lesa tað, sum tú kemur við. Góða eydnu við heimasíðuni.
Góði Vagnur,
Vit eru mong sum gleðast um tína nýggja heimasíðu, og eg ivist ikki
í, at hon fær stóra undirtøku ímillum okkum ið hava áhuga fyri ítrótti.
Góða eydnu !
Jákup Hanusson
Hey Vagnur.
Ynski tær alt tað besta við hesi spennandi og áhugaverdu royndini.
Vinaliga
Niels N
Fantastiskt!!
Rimmarrós til tín, Vagnur. Tú gert eitt frálíkt arbeiði til at varpa ljós á ítróttin og tann týdning, sum hann hevur fyri okkum øll.
Undirhaldandi lesnaður, Vagnur! Keep up the good work 🙂