Ummæli – Kringvarpið hevði í 3-2 frálíkt róðrartilfar úr Vági

Útvarpið gjørdi altíð nógv burturúr kappróðrinum, og Kringvarpið heldur fram við góðum róðrartilfari. (Mynd Vagnur)

Havi stóran áhuga í og fylgi við, hvussu fjølmiðlar virka sítt tilfar. Tað veri seg, um tað er í bløðum, á heimasíðum ella í sjónvarpi. Hyggi ikki altíð at 3-2 sendingini mánakvøld, men í gjárkvøldið sat eg á Ellisheiminum, har mamma mín býr og hugdi at 3-2 sendingini. Og tað má eg siga, var ovfarin, hvussu væl serliga róðrartilfarið úr Vági varð snikkað til. Frálíkt avrik. 

Fyrst vil eg vísa á góðum upptøkuna av róðrinum, góðar klárar myndir, væl kliptar myndir og góð frásøgn. Serliga beit eg merki í, hvussu væl myndatakarin dugdi at skifta ímillum at síggja allar bátarnar og síðani koma heilt nær bátunum, so hyggjarin veruliga sær, hvussu rógvarar kýta seg í hvørjum taki. Hetta er ótrúliga gott sjónvarpstilfar, tí rørslurnar er so ógvusligar, og føroyski báturin dragandi.

Tá ið bátarnir nærkast málinum, fært tú at vita frá frásøgumanninum, hvussu langt er eftir á mál, spenningurin øktist, og tú sært eisini, tá ið manningarnar fara upp í bekkin. Róðurin í Vági var serligur hjá 6-mannaførunum, 8-mannaførunum og 10-mannaførunum, tí róð var 1000 metrar. Manningarnar róðu títtari, og tær róðu longri í bekkinum.

Tá ið báttar fara javnir um málið, er ikki altíð lætt hjá frásøgumanninum at siga, hvør bátur við vissu vann róðurin, men hann kann gita. Talan um rætta vinkulin á málinum, sum er so ymiskur frá stevnu til stevnu. Men so verða málmyndirnar kliptar í innslagið, har hyggjarin nágreiniliga sær, hvør bátur fer fyrstur um málið, og hvussu stórur munurin er á bátunum.

Vit síggja at enda nakrar myndir, júst tá ið manningarnar hava lagt inn árarnar. Summir rógvarar hanga á stokkinum og aðrir standa upp í bátinum og eru fegnir. Síðani kemur frálíka samrøðan við rógvara á vinnandi bátinum.

At enda síggja vit á skerminum endaliga úrslitini av róðrinum og FM-støðuna eftir fýra róðrar, sum róliga verða lisin upp. Síðani verður farið til næsta róður. Til stuttleika kann nevnast, at júst tá ið 10-mannaførini skuldi rógva, kom starvskvinna á Ellisheiminum rennandi og setti seg nær sjónvarpstólinum. “Hetta má eg síggja”, konan var úr Suðuroy. Eisini slapp barnaróðurin upp í part við myndum og samrøðum, so alt kom við.

Róðrartilfarið í 3-2 sendingini í gjárkvøldið var á høgum støði og verður ikki gjørt betur aðrastaðni. Leggjast skal aftrat, at vit hava eisini frálíka úrslitatænastu frá róðrunum, sum heimasíðan www.drekin.fo slóðaði fyri. So skjótt sum úrslitini er klár eftir hvønn róður, fara tey beinleiðis úr málbilinum og út til fjølmiðlarnar. Á heimasíðuni www.drekin.fo fara tey “automatiskt” í úrslitatalvuna. Eisini kanst tú fáa úrslitini beinleiðis á fartelefonina, so tá ið talan er um kappróður, eru vit ógvuliga frammalaga, hvat úrslitatænastu viðvíkur og upptøkur í sjónvarpi. (Vagnur)

Torført er mangan hjá frásøgumanninum, tí vinkulin inn á land er so ymiskur á róðrarstøðunum. (Mynd Einar Kallsberg)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *