Tað kom dátt við, at tá ið hoyrdist í Kringvarpinum leygardagin, at Havnarbáturin ikki slapp at rógva, tí rógvari, sum sat umborð á 10-mannafarinum, hevði longu róð við 6-mannafari. Sjálvur bleiv eg ikki sørt ørkymlaður og keddur, tí slíkt skal sjálvandi ikki koma fyri. Nú eru tvey døgn farin, og eg síggi málið øðrvísi. Rógvarar og nevndir kenna Grein 7 í kappingarreglunum, men kenna tey hana nú rætt, og vórðu møguleikar brúktir, sum standa í Grein 7? Nei, tað vórðu teir ikki, og eg eri vísir í, at varð øðrvísi farið fram, spældi alt væl av.
Grein 7 er upprunaliga snikka til, so rógvarar ikki rógva við fleiri bátum sama dag, tí hetta kann gerast kappingaravlagandi. Eg kann ikki minnist, at neyðugt er at brúka Grein 7 seinastu nógvu árini, tí rógvarar rógva ikki við fleiri bátum. Men nú var eitt dømi á jóansøku í Vági.
Grein 7 sigur, at um rógvari ella róðursfólk gerast sjúk, kann rógvari rógva við tveimum bátum sama dag, men hetta skal fráboðast skrivliga og góðtakast av Róðrarsambandinum.
Rógvarar, sum tildømis fóru til Vágs leygardagin, vóru nógvir í tali, og sjálvandi kann rógvari vera áhalsin á veg suður ella gerast sjúkur har suðuri. Eg rokni við, at manningin á Havnarbátinum ikki hevur gáað um seinna partin í Grein 7, tí sjálvandi skuldi bátsformaðurin skrivað umsókn til RSF og latið hana inn til málbilin, tí har vóru nevndarlimir í Róðrarsambandinum. Men hetta varð tíverri ikki gjørt.
Rógvari umborð á Havnarbátinum hevur drigist við ryggskaða, og torført hevur verið at fingið rógvara í staðin. Tveir ymsir rógvarar hava fyribils traðkað til, og tað eydnaðist ikki at fáa mann at rógva í Vági fyri skadda mannin. Tí varð farið umborð á Gongurólv eftir rógvara. Talan er um rógvara, sum skal rógva við Havnarbátinum oldboys. Gongurólvur, sum róði í Vági, varð mannaður við oldboys monnum, sum skulu rógva við Havnarbátinum oldboys seinastu tríggjar stevnurnar.
Hugsa vit um tað ítróttaliga, so kann rógvari, sum hevur róð áðrenn við 6-mannafari, ikki gera stóru skreytirnar umborð á Havnarbátinum, sum hevur aftastur allar róðrarnar. Og eg ivist ikki í, at um skriv varð latið í málbilin um loyvi at fáa umrødda rógvaran umborð á Havnarbátin, so báturin kundi rógva, so var loyvið givið. Grein 7 gevur jú loyvi til tess, men so skal farast fram á rættan hátt.
Òtrúliga spell fyri manningina á Havnarbátinum, sum var komin út undir grótkastið í Vági, men mátti fara í dráttin aftur uttan at rógva. Grein 7 kann lesast niðanfyri, og sum tit síggja, kundi málið verið loyst á staðnum, so Havnarbáturin ikki kom fánýtis til Vágs. (Vagnur)
Grein 7. Tað er bert loyvt at luttaka í eini róðrargrein á somu stevnu. Um so er, at rógvari ella róðursmaður gerst sjúkur, kann manning taka rógvara/róðursmann í staðin, sum hevur luttikið ella skal luttaka seinni sama dag. Hetta skal altíð fráboðast skrivliga og góðtakast av RSF. Um ivamál eru, kann læknaváttan vera kravd av Róðrarsambandinum. (Vagnur)

“Eg rokni við, at manningin á Havnarbátinum ikki hevur gáað um seinna partin í Grein 7, tí sjálvandi skuldi bátsformaðurin skrivað umsókn til RSF og latið hana inn til málbilin, tí har vóru nevndarlimir í Róðrarsambandinum. Men hetta varð tíverri ikki gjørt.”
Eg má líka viðmerkja, at eg skrivaði eina umsókn til RSF og fekk eitt aftursvar. Hóskvøldið svaraði teir umsókningina. Svarið var, at vit ikki kundi brúka rógvaran. Eg spurdi hví, men fekk einki greitt svar. Tí høvdu vit bert tveir dagar til at finna ein nýggjan rógvara, og tað eydnaðist okkum ikki.
Spurningurin er, um vit høvdu megnað eitt betri úrslit við at lánt ein rógvara frá 6-mf, sum longu hevði róð 1000m. Hetta var í einari neyðstøðu, og tí forstandi vit ikki, hví vit ikki kundi brúka rógvaran.
Halló Rúni. Gitingar eru ongantíð keldan til mína skriving. Tosaði í gjár við umrødda rógvaran, og hann visti einki um, at tit høvdu sent skriv til Róðrarsambandið um fáa loyvi at brúka rógvara, sum eisini skuldi rógva við 6-mannafari. Men hetta er ikki øll kjarnan í málinum.
Tað tykir mær løgið, at tá ið Havnarbáturin var í trongstøðu, at tit einki svar fáa frá RSF, tá ið tit skrivaðu umsókn til RSF. Grein 7 sigur tíðuliga, at rúm er í greinini, at tit sleppa at brúka rógvara,sum má rógva tveir róðrar sama dag.
FM-róðrarnir hava verið viku um viku, og tú kanst ikki bara fara út á gøtuna eftir óvandum rógvara, um rógvari gerst sjúkur. Hetta er beinleiðis vandamikið fyri likamið. Sjálvandi skuldi Róðrarsambandið givið tykkum loyvi at brúkt rógvara, sjálvt um hann hevði róð við 6-mannafarinum. Hvat skulu vit so brúka grein 7 til í kappingarreglunum.
Kann líka viðmerkja, at í róðrarskránni stóð Gongurólvur ikki tilmeldaður 6-mannafarsróðurin, ið varð kunngjørdur tveir dagar fyri jóansøku. Tí tykist mær løgið, at Gongurólvur slapp at rógva. Harvið átti rógvarin, sum var við Havnarbátinum at sloppið at róð. Veit ikki, um Gongurólvur er sloppin at tekna seg til seinni, ella um tað er feilur í róðrarskránni?
Ja, tað er júst tað. Tað er løgið av RSF at geva slík boð, tá ið tað stendur klárt í grein 7, at tað er loyvt.