
Ári Rouch til arbeiðis í Hondbóltssambandinum. Spennandi, tá talgildur dómaraseðil gerst veruleiki. (Mynd Vagnur)
Fyrrapartin var eg inni á gólvinum hjá Hondbóltssambandinum, har ørindini míni vóru at fáa eitt sindur at vita um talgilda dómaraseðilin, sum tey í HSF ætla skal fara av bakkastokki næsta kappingarár. Til arbeiðis Í nýumvældu snotuligu hølunum hjá HSF vóru Ári Rouch, Hallur Danielsen og ung genta, sum er í starvsvenjing. Tá eg segði frá mínum ørindum, vísti Ári mær dømi um talgildan dómaraseðilin á telduni. Í stuttum segði Ári soleiðis.

Ári vísti mær dømi um talgildan dómaraseðil. Fólk við dómaraborðini mugu lærast at brúka slíkan dómaraseðil. Einki skal skrivast men hagtøl tøppast á talgilda dómaraseðilin (Mynd Vagnur)
– Talgildur dómaraseðil er ógvuliga nýtt uttanlands, og eg haldi, at danir hava slíkan dómaraseðil á fyrsta ári. Mannagongdin er hon, at tey, sum koma at sita við dómaraborðini kring landið, sita við teldli, har tey tøppa inn øll hagtølini so hvørt frá dystinum. Talgildi dómaraseðilin hevur samband við heimasíðuna hjá HSF, so fólk kunnu mest sum fylgja við dystinum á telduni heima við hús. Tá dysturin er liðugur, verður talgildi dómaraseðilin undirskrivaður av fólki frá dómaraborðinum og dómarunum. Hetta verður eisini gjørt talgilt.
– Eg haldi, at okkara skipan, sum er gjørd í Føroyum, er betri enn hon, tey eru farin at brúka í Danmark. Áðrenn taldgildi dómaraseðilin verður endaligur tikin í nýtslu, mugu ymsar royndir gerast. Tólini skulu fáast í hallirnar, og fólk mugu lærast upp at brúka talgilda dómaraseðilin, men vit eru komin so mikið langt, at talgildi dómaraseðilin verður tikin í nýtslu næsta kappingarár. Ætlanin er eisini, at talgildi dómaraseðilin við tíðini eisini skal brúkast í yngri deildunum, sigur Ári Rouch. (Vagnur)