
Forward Scatter site støðin klár at taka í nýtslu í 1962. Hon steðgaði at virka í 1992 og burturbeind í 1995. (Mynd bókin)
Eg havi júst lisið bókina “Forsvaret i Mjørkadal – sum jeg husker det”, som Georg Sylvest Pedersen skrivaði í 2007. Vit ungu í 1960-árunum eru uppvaksin við Natostøðini, sum vit kallaðu virksemið í Mjørkadali. Minnist arbeiðsbarakkirnar, sum eftir lokið arbeiðið í 1962/1963 vórðu seldar føroyingum. Millum annað keypti B36 eina av barakkunum. Eftir at hava lisið bókina, sum telur um hundrað síður, fekst nógv at vita, sum eg ikki visti áður. Áhugaverdur lesnaður.
Stór mótstøða var í Føroyum, at støðin skuldi byggjast í Mjørkadali. Um tað mundið var kalda kríggið um at koma í hæddina, og fólk vóru bangin, tí kom Natostøðin, gjørdist Føroyar møguligt álopsmál úr Russlandi. Skipað varð fyri fleiri kravgongum.
Í 1959 gjørdi táverandi samgongan við Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum og Sjálvsstýrisflokkinum avtalu við danir, at arbeiðið at byggja radarstøð í Mjørkadali kundi byrjað. Tjóðveldisflokkurin við Erlendi Patursson á odda royndi at muta ímóti, men einki hjálpti.
Tá var ikki koyrandi úr Havn inn í Kalbaksbotn og ikki úr Havn í Mjørkadal, og tí var ein træbrúgv bygd í Kalbaksbotni. Síðan var ein rennisstrongur gjørdur niðan á staðið, har høvuðsbygningurin skuldi byggjast. Tilfarið var fyrst siglt inn í Kalbaksbotn fyri síðani at vera flutt við rennistrongi eftir fjallasíðuni. Byrjað varð eisini at gera fimtan kilometrar langan veg úr Havn í Mjørkadal. Um tvey hundrað mans bygdu støðina, har summir búðu í barakkum á staðnum, og aðrir búðu í Kalbak. Nógvir føroyskir arbeiðsmenn og handverkarar vóru eisini við at byggja Natostøðina.

Tilfarið til Natostøðina var siglt inn í Kalbaksbotn, har brúgv var gjørd. Tilfarið flutt niðan við rennistreingi. (Mynd bókin)
Uppi á Sornfelli varð í 1960/61 bygt eitt “rodomen” til høvuðsradaran RV377. Vit søgdu kuplarnir, sum sóust langa leið. Inni í fjallinum vóru tólini, sum kundi fylgja flogførunum, sum komu inn í føroysk øki. Nógvar gitingar vóru, hvat fór fram inni í fjallinum, ja, gitingar vóru alskyns vápn. Inn í fjallinum á Sornfelli stóðu tríggir 3×300 kilowatt ljósmotorar, sum góvu streym til alt virksemið í Mjørkadali.
Eg havi altíð hildið, at alt í Mjørkadali hevði sama “reiðara”, men so var ikki. Samstundist, sum radarastøðin varð bygd í Mjørkadali, sum skuldi fylgja flogferðsluni, gjørdi danska stjórnin avtalu við amerikumenn um at byggja eina “Forward Scatter” NARS-støð, sum var ein radiostøð. Hetta var liður í eini radio-releketu, sum umfataði tvær støðir í Íslandi, eina í Føroyum, eina í Onglandi og eina í Skotlandi.
Helvtina av manningini var donsk og helvtina var amerikonsk. Støðin við teimum stóru skermunum varð liðug bygd í 1962, og fyrsta manningin kom til Føroya 1. juni 1963. Radiostøðin var virkin í góð tretivu ár, og 1. apríl 1992 var støðin niðurløgd og stóru skermarnir tiknir niður í 1995. Ùtgerðin var ikki longur tíðarhóskandi og nýggj og betri útgerð yvirhálaði støðina á síðulinjuni. Tøgnin broyttist jú so nógv hesi árini.
Síðani er útlendska virksemi í Mjørkadali og á Sornfelli eisini niðurløgd, og húsið í Mjørkadali verður brúkt sum fongsul. Í bókini skrivar Georg nógv um, hvussu fólkið í Mjørkadali var móttikin av føroyinginum. Sjálvandi var nakað av mótstøðu og øvundsjúku, tí fleiri “mjørkadalsmenn” fingu sær føroyska gentur, og hetta var ikki altíð so væl sætt. Nú er alt hetta søga, og Jarntjaldið er fyri nógvum árið fallið. Natostøðin í Mjørkadali er søga, støðin fylgir nú bara sivilu flogferðsluni. Tíðir broytast. (Vagnur)



