Spáddi, at óvæntað úrslit fóru at komu á jóansøku í Vági

Vøkur sjón. Suðuroyingur fer fyrstur um málið og var á odda allan vegin. (Mynd Einar Kallsberg)

Skrivaði fyri viku síðani, at vit skulu vænta óvæntað úrslit í Vági, tí róðrarøkið er serligt. Fekk rætt. Tað er okkurt við fasta startinum festur í grótkastið, og tað at fara til Suðuroyar og nú bara rógva 1000 metrar hjá stóru bátastøddunum. Drekin við dreingjum hevur verið nær í fleiri róðrum, so tað var lítla óvæntaða úrslitið, at hann vann, men heilt stóra óvæntaða úrslitið var, at Suðuroyingur vann á bæði á Klaksvíkingi og Vestmenningi. Haldi meg síggja á myndinum, at Jannie Dam Jacobsen aftur situr afturi í rongini umborð á Suðuroyingi. Hon átti barn fyri mánaða síðani, og systurin hevur tí stýrt. Hugaligt at fara í myndatólið at síggja, hvørjar myndir ungu hjálparmenninir koma aftur við úr Vági. Hetta takki eg teimum fyri.

Hyggja vit at róðrarúrslitinum, so er eingin broyting í barnaróðrinum. Junkarin og Jallarin hava fult stigatal fyri fýra róðrar. Drekin og Jallurin kappast um fyrsta plássið hjá dreingjunum, Hvassi hevur yvirhálað Erlu Kongsdóttir hjá 5-mannaførum við gentum, støðan er hin sama hjá 6-mannaførum við kvinnum, har Páll Fangi er tryggur vinnari, Lómur 6-mannafar við monnum fekk meira kapping hesuferð frá Riddaranum, meðan Gullbrandur tekur seg longur og longur fram hjá 8-mannaførunum og tók annað plássið frá Argjabátinum. Róðurin vann Miðvingur. Og so eru tað 10-mannaførini, har Suðuroyingur leyp av stað undan vindinum úr grótkastinum og var á odda alla róðurin. Til lukku við úrslitunum øll somul.

Havnarbáturin róði ikki

At Havnarbáturin ikki slapp at rógva, er mær ein gáta. Sambært útvarpinum var orsøkin, at umborð á Havnarbátinum sat rógvari, sum hevði róð við øðrum báti frammanundan, og hetta er ikki loyvt uttan rógvarin lýkur treytirnar í Grein 7 í kappingarreglunum. Grein 7 sæst niðanfyri. Hetta vita rógvarar, og hetta veit nevndin í Havnar Róðrarfelag og umtalaði rógvarin. Grein 7 hevur staðið í kappingarreglunum í nógv Harrans ár. Fleiri myndir og øll úrslit frá jóansøkuróðrunum eru at síggja niðanfyri.

Grein 7. Tað er bert loyvt at luttaka í eini róðrargrein á somu stevnu. Um so er, at rógvari ella róðursmaður gerst sjúkur, kann manning taka rógvara/róðursmann í staðin, sum hevur luttikið ella skal luttaka seinni sama dag. Hetta skal altíð fráboðast skrivliga og góðtakast av RSF. Um ivamál eru, kann læknaváttan vera kravd av Róðrarsambandinum.  (Vagnur)

Hvíta 5-mannafarið Drekin við drengjum fer fystur um málið hundrað partar av sekundi undan Jallinum. (Mynd Einar Kallsberg)

5-mannafarið Hvassi fer fyrstur um málið. Hvassi og Erla Kongsdóttir hava vunnið hvør sínar tveir róðrar. (Mynd Einar Kallsberg)

5-mannafarið við kvinnum Havfrúgvin vinnur. Strípan av Strondum farin at blanda seg í kappingina. (Mynd Eirikur á Kletti)

6-mannafarið Páll Fangi við kvinnum vinnur og hevur vunnið allar róðrarnar higartil. (Mynd Einar Kallsberg)

6-mannafarið Lómur vinnur, men Riddarin kemur nærri og nærri Lómi. (Mynd Einar Kallsberg)

8-mannafarið Miðvingur á odda. Gullbrandur tekur annað plássið frá Argjabátinum. (Mynd Einar Kallsberg)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *