Damir Oros skal venja VB kvinnur

Damir Oros var frílíkur hondbóltsspælari, tá ið hann kom til Føroya.

Sum uppískoyti til niðanfyri grein um Gurid Mortensen, eru tíðindini frá VB, at 42 ára gamli Damir Oros skal venja VB kvinnur, og Guðrun á Lágabø kemur at standa í málinum.. Formaðurin í VB Egil Steintórsson sigur, at tey miðja ímóti at útvega tveir útlendskar spælarar, og somu føroysku spælarar frá farna kappingarár halda fram at spæla.Vónirnar eru góður um Sunset liðið í Vági, sigur Egil.

Frá ungum árum havi eg altíð havt serliga virðin fyri hondbóltinum í Vági, tí umstøðurnar hjá VB-spælarum hava verið heilt øðrvísi, enn hjá spælarum norðanfjørðs. Nú siglir stásilligt skip millum Krambatanga og Havnina, men soleiðis var ikki altíð. Tá ið vit fóru til Suðuroyar at spæla, sigldu vit í fýra tímar við Smyrli.

Eg kann minnast, at VB spælarar máttu fara upp klokkan fimm um morgunin og vera heimanífrá í tvey døgn til tess at spæla ein dyst norðanfjørðs. Sum venjari minnist eg, at tað var altíð torført at fáa spælarar at fara til Vágs. Men hóast hesar umstøður, hevur eydnast eldsálum í Vági at halda lív í hondbóltinum, hóast ungdómurin fer av oynni í arbeiðsørindum og lestrarørindium. Spælarahópurin kann mangan gerast i minna lagi.

Egil hevur vant VB kvinnur okkurt árið. (Mynd Vagnur(

Havi hitt formannin Egil Steintórsson, og ikki ganga nógv sekund, so tosar tú sum altíð við eldsál, sum veruliga vil nakað við hondbóltinum í Vági. Tríggir venjarar vildu venja VB kvinnurnar, eftir at Kári Horn fór aftur til Havnar.

– Vit eru fegin um at hava sett Damir Oros sum venjara og eisini hava fingið Guðruna á Løgabø at standa í málinum. Damir fer nú at útvega liðnum tveir útlendskar spælarar, og so er spurningurin við Gurid Mortensen, sum fekk keðiligu boðini um slitna krossbandið. Her í Vági er altíð spurningur um at fáa nóg mikið av spælarum til liðini, tí fótbóltskappingin er longd, og tað eru hondbóltsspælarar, sum eisini spæla fótbólt. Kappingarnar “yvirlappa” um várið, sigur Egil.

Trupulleikin hjá hondbóltinum í Vági hevur allar tíðir verið, at fleiri lið møta ikki til dystir í Vági, ella rættari sagt finna upp allar møguligar umberingar til tess at sleppa undan at fara til Vágs. Spyrji Egil, um støðan ikki er nógv batnað, nú stásiligt skip siglir til Suðuroyar.

-Støðan er einki broytt í so máta, og lið norðanfjørðs hava framvegis trupulleikar at møta til dystir í Vági, og umberingarnar eru ógvuliga ymiskar. Tað er komið fyri, at meðan eitt gentur 10 ár hjá VB er farið norðanfjørðs at spæla, gevur Sunsetlið norðansfjørð sama dag avboð at koma til Suðuroyar vegna veður.

-VB hevur ógvuliga góðar venjingarumstøður, tí høllin er altíð tøk at brúka. Fleiri lið norðanfjørðs koma til Vágs á venjingarlegu, og hetta hevur eisini týdning fyri hondbóltin í Vági. Tá ið vit tosa um dreingja-og manshondbóltin, so er spell, at vit einki manslið hava í VB, tí yngru dreingirnir síggja ikki vaksnamannahondbólt.

-Tú spyrt, hvussu gongst fíggjarliga eisini at útvega útlendskar spælarar? Til hetta er at siga, at vit leggja eina fíggjarætlan, sum heldur. VB skyldar ikki pening. Sunset liðið hjá VB er væl umtókt í oynni, og hava vit havt fastar stuðlar í nógv ár, sigur Egil at enda.

Umframt at vera formaður í VB, er Egil eisini nevndarlimur í Hondbóltssambandinum. Honum dámar væl hetta arbeiði, tí á henda hátt kemur hann eisini í samband við aðrar hondbóltsleiðarar í landinum. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *