Mín eftirmeting av róðrarárinum 2014

Drekin reyði vann allar róðrarnar í summar. (Mynd Hvannrók)

Drekin reyði vann allar róðrarnar í summar. (Mynd Hvannrók)

Samanumtikið gekk væl at avgreiða allar FM-róðrarnar í summar, sjálvt um ikki byrjaði nóg væl á norðoyastevnu, har róðurin byrjaði hálvan tíma ov seint. Fara vit fyrst til kappingarreglur og lógir, so vóru tvær hendingar í róðrarárinum, sum vit áttu at sloppið undan. Sjálvandi skuldi verið skotið av, tá Gongurólvur hekk fastur í startinum á sundalagsstevnu. Málið endaði í ÍSF-dómstólinum, sum aftur førdi til, at RSF strikaði 6-mannafarsróðurin. Síðani hendingin við dómarabátinum, sum gav 6-mannafarinum Lómi aldu á vestanstevnu. RSF gav Lómi viðhald í klagu, og tí umróður eitt mánakvøld í Miðvági. Síðani til tey ítróttaligu avrikini.

Myndin av Erlu kongsdóttir á norðoyastevnu boðaði ikki frá spennandi kapping. (Mynd Hvannrók)

Myndin av Erlu kongsdóttir á norðoyastevnu boðaði ikki frá spennandi kapping. (Mynd Hvannrók)

Tað sást tíðuliga á norðoyastevnu, at summar manningar høvdu fyrireikað seg betur til róðrarárið enn aðrar manningar. Á norðoyastevnu fingu vit fyrstu ábendingarnar. 5-mannaførini við dreingjum Fípan Fagra og Blikur vóru í serflokki alt róðrarárið. Fípan Fagra vann fimm róðrar og gjørdist føroyameistari, og Blikur vann tveir róðrar. Aldursmunurin spælir inn í dreingjaróðrinum, tí so stórur munur á bátunum. 6-mannaførini við kvinnum vóru bara trý á norðoyastevnu, og manningin umborð á Jarnbardi var nógv betri fyri enn tær umborð á Sølmundi og Lómi. Heili 21 sekund var millum Jarnbard og Sølmund. Á ólavsøku var bara eitt sekund millum somu bátar. Sig so tað.

8-mannafarsróðrarnir vóru allir spennandi í summar. (Mynd Hvannrók)

8-mannafarsróðrarnir vóru allir spennandi í summar. (Mynd Hvannrók)

Erla kongsdóttir 5-mannafar kvinnur legði hart út á norðoyastevnu og ábendingin var, at báturin fekk onga mótstøðu restina av árinum. Hevði roknað við Havfúnni, men manningin kom ongantíð veruliga fyri seg í róðrarárinum. Tó broyttist nakað, tá royndir rógvarar mannaðu Sílið, sum endaði við at geva Erlu kongsdóttir veruliga kapping á ólavsøku. 6-mannaførini við kvinnum og 5-mannaførini við kvinnum er alt ov fá, og tá summar manningar koma trilvandi inn í róðrarárið við ov lítlari venjing, so gerst munurin ov stórur og slett eingin kapping.

Við kappróðrareygjum er syrgiligt at síggja slíka mynd. Hvar er tildømis Sølmundur? (Mynd Hvannrók)

Við kappróðrareygum er syrgiligt at síggja slíka mynd frá norðoyastevnu. Hvar er tildømis Sølmundur? (Mynd Hvannrók)

6-mannafarsróðurin við monnum var spennandi og áhugaverdur alt róðrarárið. Bátarnir vóru javnir frammi í oddinum, men so spilti Páll fangi spælið. Fýra ymsir bátar vunnu teir seks róðrarnar. Hvessingur vann tveir róðrar, Páll Fangi tveir róðrar, Jarnbardur ein róður, Tvørabáturin ein róður, og róðurin á sundalagsstevnu varð strikaður. Stuttligt og áhugavert at síggja 6-mannaførini í summar. 8-mannafarsróðurin var spennandi á øllum sjey stevnunum. Kvívíkingur byrjað at vinna tríggjar FM-sigrar, men so kom enn meira spenningur í róðrarnar, tí Knørrur vann á jóansøku, Kvívíkingur á fjarðastevnu, Miðvingur á vestanstevnu og Knørrur á ólavsøku.

Fípan fagra dreingir høvdu mangan dystin harðan frammi í oddinum. (Mynd Hvannrók)

Fípan fagra og Blikur dreingir høvdu mangan dystin harðan frammi í oddinum. (Mynd Hvannrók)

5-mannaførini Fípan fagra og Drekin gentur kappaðust um fyrsta plássið fyrstu tríggjar stevnunar, men so vann Silja úr Fuglafirði tríggjar róðrar á rað, so javnt var í stigum fyri ólavsøkuróðurin millum Silju og Drekan. Men á ólavsøku hendi so tað, at Firvaldur av Tvøroyri, sum er barnamanning og harvið gestarógvari, vann róðurin. Silja og Drekin formáddu sær einki á ólavsøku. Silja vann FM-heitið, tí hon var fremri enn Drekin. Frammi í oddinum alt róðrarárið vóru serliga Fípan Fagra, Drekin, Silja og Jallurin.

Hvessingur 6-mannafar menn vann FM-heitið. (Mynd Hvannrók)

Hvessingur 6-mannafar menn vann FM-heitið. (Mynd Hvannrók)

10-mannafarsróðurin er søga fyri seg. Spennandi fyrsta FM-róður í Klaksvík, har Drekin reyði vann við Klaksvíkingi nummar tvey. Alt talaði fyri spennandi kapping serliga millum Drekan reyða og Klaksvíking. Men so løgdu teir Klaksvíking og heldur mannaðu 6-mannafarið Páll fanga, har teir vunnu tveir róðrar. Síðani kom alt hóvastákið um Klaksvíking á ólavsøku, sum øll kenna. Tað er mín vón, at vit ongantíð aftur uppliva slíkan sjónleik í føroyskum kappróðri, tí hetta líkist svartasta ongum. Sjónleikurin úr Klaksvík órógvaði 10-mannafarsróðurin og 6-mannafarsróðurin. So er tað sagt, sjálvt um Klaksvíkingur gav Drekanum reyða kapping á ólavsøku.

Firvaldur vinnur óvæntað genturóðurin á ólavsøku. (Mynd Hvannrók)

Firvaldur vinnur óvæntað genturóðurin á ólavsøku. (Mynd Hvannrók)

Var tað nú so “smart” at lata øll 10-mannaførini rógva í sama róðri á ólavsøku. Vøkur sjón men ótrúliga stórur munur, tá hugsað veður um, at vit rógva bara 901,25 metrar á ólavsøku. Hetta boðar eisini frá, at eldri menn, menn í ringari venjing og gestarógvarar hava ongan møguleika ímóti vælvandum rógvarum, sum fyrireika seg væl til róðrarárið. 1000 metrar á øllum stevnum í 2014 var eitt royndarár, og árið 2015 rógva allar FM-manningar eisini 1000 metrar. Takk fyri í ár øll somul. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *