Eg gleði meg at starta kappróðrarbátarnar á ólavsøku

Trúgvi Johansen hevur verið dómari í fjúrtan ár. (Mynd Vagnur)

Trúgvi Johansen hevur verið dómari í fjúrtan ár. (Mynd Vagnur)

– sigur Trúgvi Johansen, sum í fjúrtan ár hevur virkað sum startdómari og høvuðsdómari í Róðrarsambandinum og heldur fram, at hann er eins spentur til ólavsøkuuppgávuna sum rógvararnir. Hann fylgir alla vikuna við veðurtíðindunum og fyrireikar seg sálarliga til uppgávuna undir Argjalandi ólavsøkuaftan. Men allar fyrst spyrji eg Trúgva, nær hann fekk áhuga fyri kappróðri, tí pápi hansara Karl hjá Talisi stimaði við Havnarbátinum í 1970-árunum? Trúgvi sigur:

– Hannis Joensen og eg eru systkinabørn, og hann róði við Havnarbátinum. Beiggi mín Jón róði við Gongurólvi og Sílinum, og systir mín Katrin róði við Sílinum, og í 1984 róði eg við Sílinum men bara tað eina árið. So kappróður hevur fylgt nógv í okkara familju, alt tað eg veit.

Her leggur leggur Trúgvu bátarnar á fjarðastevnu í Vestmana í 2012.

Her leggur leggur Trúgvu bátarnar á fjarðastevnu í Vestmana í 2012.

– Pápi mín Karl hjá Talis átti 10-mannafarið Sólfarið, og boð vóru eftir 10-mannafarinum at stima við Havnarbátinum, tí manningin visti, at vunnu teir á nýmálaða maskinbátinum, vunnu teir eisini á ólavsøku. Men tapti Havnarbáturin fyri maskinbátinum á 1000 metrum, var ógvuliga ivastsamt, um Havnarbáturin náddi fyrsta plássinum.

– Sum ungur kom eg skjótt at hjálpa við ymiskum á ólavsøku. Leggja út startir, ja, og fyrireika allan ólavsøkuróðurin saman við øðrum. Vit vóru eitt toymi ár um ár. Eisini kom eg nógv í neystið í Álakeri, og havi eg havt manga hugnaliga løtu saman við nevndarlimum og rógvarum, sigur Trúgvi.

Her eru vit í málbilinum í 2004. (Mynd Álvur)

Her eru vit í málbilinum í 2004. (Mynd Álvur)

Trúgvi hevur sum omanfyri sagt virkað sum startdómari og høvuðsdómari í RSF í fjúrtan ár. Nú skal hann so starta bátarnar á ólavsøku. Fyrr í ár var hann høvuðsdómari. Eg spyrji Trúgva, um tað er øðrvísi at starta  ólavsøkuróðrar enn aðrar róðrar kring landið?

– Fyri meg er ein heiður at sleppa at leggja bátarnar á ólavsøku. Eg gleði meg veruliga til uppgávuna, og trúgv mær, ólavsøkuuppgávan fyllir nógv í huganum dagarnar fyri ólavsøku. Summar løtur liggi eg longu undir Argjalandi. Eri eins spentur og rógvarar, fylgi væl við veðurtíðindunum næstu dagarnar, gleði meg og síggi fram til ólavsøkuróðrarnar.

Her síggja vit málsnórin í málbilinum. (Mynd Álvur)

Her síggja vit málsnórin í málbilinum. (Mynd Álvur)

– Nú er tað soleiðis, at vit dómarar hittast ein mánað fyri allar FM-róðrarnar, og á tí fundinum verður gjørt av, hvørjir dómarar døma ymsu róðrarnar. RSF leggur dent á, at allir dómarar í dómaratoyminum kunnu manna allar postarnar, tað vil siga vera høvuðsdómari og startdómari.

– Tað eru tveir høvuðsdómarar, ein inni á málinum og ein úti á málinum. Høvuðsdómararnir hava allan avgerðarrætt um róðararnar. Eg havi verið høvuðsdómari fyrr í ár, nú eri eg so startdómari á ólavsøku. Dómararnir fylgja væl við veðrinum dagarnar fyri ein FM-róður. Eg hyggi at fleiri útlendskum veðurstøðum, men veðurtíðindini passa ikki altíð. Dømi  um hetta var á varmakeldu í fjør, sigur Trúgvi.

Ein heiður at sleppa at starta bátarnar á ólavsøku, sigur Trúgvi. (Mynd Vagnur)

Ein heiður at sleppa at starta bátarnar á ólavsøku, sigur Trúgvi. (Mynd Vagnur)

At enda spyrji eg Trúgva, hvat er drívmegin at døma kappróður, tí nógvir tímar verða brúktir at ferðast kring oyggjarnar um summarið. Ikki altíð gongur eftir vild, tí veðrið onkuntíð er vánaligt, og harvið er torført at leggja bátarnar. Og hvat er eitt gott upplivilsi og minni gott upplivilsi hjá einum dómara?

– Fyrst vil eg siga, at lættari eg at leggja bátarnar á summum plássum í Føroyum. Tildømis er lættari at leggja bátarnar í Vági, í Havn og í Miðvági, tí starturin er fastur í land, meðan øðrvísi er, tá starturin liggur á opnum havi, um vit kunnu siga tað soleiðis.

Bátar liggja klárir til start undir Argjalandi. (Mynd Álvur)

Bátar liggja klárir til start undir Argjalandi. (Mynd Álvur)

– Mær dámar væl at vera saman við róðrarfólki, her hugsi eg um tað sosiala. Bæði fyri róðrarnar og eftir róðraranr, har vit sita og práta við rógvarar og tey, sum hava staðið fyri róðrinum, hjálparfólk, dómarar og onnur. Tú spyrt um góð og minni góð upplivilsi í kappróðri?

– Sjálvandi er dómari nøgdur, tá  alt er gingið eftir einum snóri. Eingin finnist at nøkrum, og FM-róðrarnir er avgreidir skjótt og væl. Fólk eru glað og smílast hvørt til annað eftir róðurin. Minni góð upplivilsi eru, tá ið veðrið er vánaligt og harvið torført at leggja bátarnar, og tað gongur ov long tíð at fáa avgreitt róðrarnar. Tá eru smílini færri, og tú sært á fólki, at lagið ikki er tað besta. Tað er hjartaskerandi, tá illa gongst í hond at fáa avgreitt róðrar.

– Vit eru einir sjey mans í dómaratoyminum, og dómararnir eru bara ein partur av róðrunum, og vit skulu minnast til, at uttan nevnd í RSF og dómarar, er eingin kappróður, sigur Trúgvi at enda. (Vagnur)

Ólavsøkuróðurin er serligur, tí hann er seinasti róðurin í róðrarárinum. (Mynd Vagnur)

Ólavsøkuróðurin er serligur, tí hann er seinasti róðurin í róðrarárinum. (Mynd Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *