Miðvingur, Ørnin, Frúgvin, Beinta, Dúgvan og kanska Riddarin

Miðvingur avmyndaður í ólavsøku í fjør. (Mynd Vagnur)

Miðvingur avmyndaður á ólavsøku í fjør. (Mynd Vagnur)

Altíð er hugaligt at práta við systkini úr Vágum Hansinu á Plógv, sum er stóra eldsálin í róðrardeildini í Sandavágs ítróttafelag, og Jógvan Hans Hansen, sum er formaður í Miðvágs róðrarfelag. Kappróður fyllir heilt nógv í teirra hugaheimi, og tað hevur tað altíð gjørt. Eg havi ringt vestur í Vágar til tess at vita, hvussu gongst at manna bátarnar í summar. Og tey bæði siga soleiðis:

Sarita stýri aftur í summar Miðvingi. (Mynd Hvannrók)

Sarita Hansen stýrir aftur í summar Miðvingi. (Mynd Hvannrók)

– Ì Miðvági er 8-mannafarið Miðvingur mannaður, 5-mannafarið Frúgvin við dreingjum og 5-mannafarið Beinta mannað við dreingjum og gentum barnaróður. Síðani er um reppið, at 6-mannfarið Riddarin í summar rør FM-róðrar við eldri kvinnum. Nakrir av manningini frá í fjør eru umborð á Miðvingi, men har eru eisini tríggir rógvarar, sum ikki hava róð áður. Eins og í fjør stýrir Sarita Hansen Miðvingi, sigur Jógvan Hans í stuttari viðmerking úr Vágum.

Jógvan Hans og eg tosaðu um ymist innan kappróðður, og hann segði mær millum annað, at tað er óheppið, at aldursmarkið á ungum rógvarunum varð flutt frá 1. mai aftur til 1. januar. Tildømis skuldi aldursmarkið á barnamanningum heldur verið 1. mai enn 1. januar, tí so vóru ungu rógvararnir teir mánaðirnar eldri, og vóru tí meira til reiðar at fóta sær í 5-mannfari við gentum ella dreingjum.

Eg fekk eisini orðið á Hansinu á Plógv, sum hevur sítt stríð at fáa mannað 5-mannafarið Ørnina, tí ungdómurin skal so nógv um summarið, at tey ikki hava tíð at rógva. – Ørnin er mannað við gentum, og hetta eru gentur, sum spæla hondbólt og eru í góðari venjing, men tær hava ikki róð áður. Eisini spæla gentur fótbólt, so tað krevur sítt at fáa kabálina at ganga upp. Ørnin er eisini mannað við gentum barnróður, sigiur Hansina. Hansin stýrir sjálv Ørnini við gentum, og hon leggur aftrat.

Ørnin við gentum avmyndað á ólavsøku í fjør. Hansina stýri bátinum. (Mynd Vagnur)

Ørnin við gentum avmyndað á ólavsøku í fjør. Hansina stýrir bátinum. (Mynd Vagnur)

– Samfelagið er so nógv broytt seinnu árini, og ungdómurin skal so nógv. Foreldur fara uttanlands við børnunum, ja, nú er “in” at fara beinleiðis við flogfari til Spania. Áður var tað soleiiðs, at Ørnin hevði fasta manning, men nú kanst tú næsta ikki manna ein bát, uttan tú hevur fleiri enn seks rógvarar til bátin, tí fleiri rógvarar kunnu bara rógva ávísar FM-stevnur, tí tær skulu ymist annað. Tað kann vera á festivalar ella fara uttanlands, sigur Hansina eisini í stuttari viðmerking úr Vágum.

Uppískoyti: Nú sigur Hansina á Plógv í viðmerking til greinina, at 5-mannafarið Dúgvan úr Sørvági er mannað við gentum. Hetta eru góð tíðindi á hoyra, tí tey í Sørvági hava roynt at birt lív aftur í kappróðurin, men strilti hevur gingið. Spennandi, hvussu nógv 5-mannafør við gentum liggja á startmálinum á norðoystevnu næsta leygardag. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *