Bátafagnaðurin, sum sunnbingar skipaðu fyri, eydnaðist væl

Sunnbingurin frá 1957 og Ormurin langi rógva um kapp á Lopransfjørði. (Mynd Heri Silvurdal)

Sunnbingurin frá 1957 og Ormurin langi rógva um kapp á Lopransfjørði.

Eg var ómetaliga spentur at síggja umvælda Sunnbingin, sum Brestir Vestergaard, hevur umvælt og gjørt kláran til Ment 2014 ella rættari sagt bátafagnaðin, sum sunnbingar skipaðu fyri seinasta vikuskifti. Vakrir bátar, vakrar myndir og nógv fólk. Eftir ætlan skuldi tiltakið vera í Sunnba, men Sunnbøur er brimpláss, og henda dagin var veðrið ikki til vildar, og tí var tiltakið flutt til Lopra.

Nógv fólk vóru komin á bryggjuna í Lopra at hyggja at vøkru bátinum og kappróðrinum. (Mynd Heri Silvurdal)

Nógv fólk vóru komin á bryggjuna í Lopra at hyggja at vøkru bátinum og kappróðrinum.

Bátafagnaðurin skuldi haldast í sambandi við, at 10-mannafarið Sunnbingur frá 1957 er einasta 10-mannafar, sum er eftir, sum bátasmiðurin úr Vági Símun Hammer smíðaði. Rørandi at síggja myndirnar, sum Georg eystan Á hevur sent mær. Snotuligir bátar, má eg siga, og eisini áhugavert og rørandi at síggja ný umvælda 10-mannafarið Sunnbingin, sum Bresti Vestergaard við kønari hond hevur umvælt og gjørt kláran til tiltakið. 10-mannafarið er sanniliga aftur komið til heiðurs og æru, og báturin er eitt sanniligt prýði.

Føroyski báturin er so vakur, og er sokallað "tygn" yvir bátinum, tí søgan stingur so djúpt. (Mynd Heri Silvurdal)

Føroyski báturin er so vakur, og er sokallað “tygn” yvir bátinum, og róðrarsøgan stingur so djúpt.

Eisini áhugavert at síggja kappróðurin á bandi. Síggja eldri menninar, sum flest allir róðu við Sunnbinginum í 1960-árunum. “Vidoelag” er gjørt frá kappróðrinum á Lopransfjørði, og áralagið er gott og sangurin frálíkur.

Sunnbøur kann nú á døgum metast sum lítil bygd, men er tó fjórðstørsta markatalsbygdin í Føroyum og rúmar øgiligar víddir av lendi. Ikki minni enn fýra firðir liggja til Sunnbiar og eru teir Mýrufjørður, Sunnbiarfjørður, Víkarfjørður og Lopransfjørður við kyrruvík innast. Og leygardagin varð bátafagnaðurin, sum skuldi vera í Sunnba, fluttur til handaru megin til Loprara, sum sunnbingar nevna tað.

Hetta er eisini vøkur sjón. Ormurin langi á Lopransfjørði. (Mynd Heri Silvurdal)

Hetta er eisini vøkur sjón. Ormurin langi á Lopransfjørði.

Taltakið eydnaðist avbera væl og komu gomlu grindabátarnir úr Vági til tiltakið, og síðani varð skipað fyri stuttleikaróðri. Róð vóru 500 metrar, og gjørdist Sunnbingurin nummar tvey, men sum onkur helt fyri, at um róð varð 2000 metrar, so var eingin ivi um, hvør bátur vann. Tað sigst, at Sunnbingurin er bygdur soleiðis, at ferð skal rógvast á hann, men tá ið hann so er rógvin í vørr, ja, tá er ringt hjá nøkrum at standa honum kurl, sigur Georg eystan Á.

Nýseymaða troyggja er ein og hon frá 1960-árunum. (Mynd Heri Silvurdal)

Nýseymaða troyggjan er eins og hon frá 1960-árunum.

Og Georg heldur fram. Stuttligt at síggja teir gomlu aldrandi menninar umborð á Sunnbinginum, har um nærum allir menninir róðu í 1960-árunum, og enn sást seiga áralagið koma til sjóndar. Skemtandi tók onkur til, at aldurin tilsamans á teimum umborð var sum á Metusalem. Neyvan hevur so nógv fólk verið á bryggjuni í Lopra, síðani hvalastøðin var har miðskeiðis í seinastu øld.

Sunnbingur frá 1957 er ein ómetaligur vakur og minnilgur kappróðrarbátur. (Mynd Heri Silvurdal)

Sunnbingur frá 1957 er ómetaligur vakur og minnilgur kappróðrarbátur.

Hergeir Nielsen fyrrverandi løgtingslimur og løgtingsformaður hugleiddi um ymist stuttligt og vitandi, og hann handaði steyp til vinnarabátin, sum var Ormurin langi úr Vági. Steypið lat Basalt vatn, sum er fyritøka, sum framleiðir kelduvatn úr Lopra. Í sambandi til róðrarfagnaðin og umvælda Sunnbingin vórðu nýggjar troyggjur seymaðar við uppruna litunum. Seinni um kvøldið var samkoma, har eitt av høvuðevnunum var føroyskur kappróður og kappróður í Sunnba. Súnhild Holm frá Róðrarsambandinum handaði heiðursgávu, og allir rógvararnir, sum róðu í 1964 fingu nál, blómur og eintak av nýggju ÍSF bókini. Veðrið eru vit ikki harrar yvir, og tað kundi verið betri, men saman um tikið vóru vit øll sera væl nøgd við tiltakið, sigur Georg eystan Á at enda.

Símun Hammer, sáli, hevði verið errin at sæð Sunnbingin. (Mynd Heri Silvurdal)

Símun Hammer, sáli, hevði verið errin at sæð Sunnbingin.

Takk til Sunnbingar fyri frálíkt róðartiltak og serlig tøkk, at tit tóku stig at umvæla og varðveita 10-mannafarið, sum Símun Hammer smíðaði í 1957. Eg minnist væl Sunnbingin í 1960 árunum, og tað var altíð nakað serligt við Sunnbinginum, eg minnist, hvussu fólk flokkaðust um bátin á ólavsøku, tá ið kappróðrarbátarnir alla ólavsøkuna stóðu til framsýningar á Bursatanga. Myndirnar omanfyri hava Jan Joensen og Heri Silvurdal tikið. Í næstum skrivi eg grein um grindabátarnir, sum komu til róðrarfagnaðin úr Vági. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *