
Hetta er veðrasteypið frá 1928. Lokið er ikki til. Hvar mann so seinna veðrasteypið vera? (Mynd Vagnur)
Altíð hugaligt at leita í gomlum kappróðrartilfari. Herfyri høvdu tey ruddingardag í neystinum hjá Havnar róðrarfelag, og úr gomsluni komu nógv steyp, sum ungar gentur skuldu pussa. Steypini nú á døgum er so stór, at tey mangan eru mest sum húsaskot og passa ikki í nakað skáp. Knappliga kom er fram á steyp gjørt úr veðrahorni, har alt tað blanka var úr silvuri. Steypið er givið av monnum í Havn í 1928 til gomul 10-mannafør at kappast um. Eg fór at kanna søguna um vakra steypið.

Í 1932 vann Nótabáturin Veðrasteypið til ognar. Nógvir kendir menn. Aftast f.v: Kristian Christiansen (Syðradali), Johs. Juul Jacobsen, , Viglund Hansen, Hans Simonsen, (Skálavík), Edvard Lindenskov, Juul Olsen (Nólsoy) og Grægaris Gregoriussen. Fremst: Niels Nielsen( í Heiðinum og Knud Lambaa. Á myndini vanta Oluf Hansen og Cristian bóndi í Lambaa.
Eg síggi í bókini “Drekin”, sum Niels Juul Arge skrivaði í sambandi við, at Havnar róðrarfelag gjørdist fimti ár í 1982, at talan er um tvey veðrasteyp. Fyrra veðrasteypið og seinna veðrasteypið. Veðrasteypið – veðrahorn úr sjálvum Tjørnuvíksstakki umsett við smíðaðum ektaðum silvuri, skrivar Niels Juul. Í 1932 vann Nótabáturin fyrra veðrasteypið til ognar, og tað var júst í 1932, at Havnar Róðrarfelag varð stovnað. Tað er ógreitt í bókini, hvør bátur vann seinna veðrasteypið til ognar. Áhugavert at síggja myndirnar, tí eg minnist nógvar av monnunum, og Martin Kürberg var jú eisini formaður í Havnar róðrarfelag.

Kendir menn í Nótabátinum við veðrasteypinum í 1934: St.f.v: Christian Ludvig Olsen, Arnold Joensen, Herluf Hansen, Christian Joensen, Johan Viðstein og Petur Lindenskov. Fremst fr.v: Christian Ludvig Vilhelmsen, Martin Kürberg, Jens Poulsen, Eliesar Johansen og Emil Jacobsen.
Eg havi til stuttleika lagt niðanfyri myndir aftrat tekstinum, tí Niels Juul skrivar í Drekanum, at meðan ikki so nógv lív var í kappróðrinum í Føroyum undir krígnum, var stórur áhugi millum føroyingar í Keypmannahavn, sum ikki sluppu heim. Tey bygdu “Neystið” og áttu tveir kappróðrarbátar, har annar báturin var 10-mannafarið Sigmundur Brestisson, sum vit síggja niðanfyri. Bæði menn og kvinnur róðu við 10-mannafarinum, og stuttligt at síggja menninar rógva í eins undirtroyggjum, og kvinnurnar rógva í hvítum skjúrtum. Kvinnur í 10-mannafari, hví ikki tað?

