Eg gangi hvønn dag framvið Havnarrá frá Sjónleikarhúsinum og niðan til Hvíldarheimið og har um leiðir. Í ánni ymsastaðni halda nøkur villdunnupør fast til. Hesi pørini kenni eg. Men sunnudagin seinnapart svam litføgur villdunna skamt við listaverkið evnað av Trónda Patursson. Dunnan, sum eg ikki havi sæð áður, var ikki trygg við støðuna og fór á flog niðaneftir. Dunnan flýgur nakað øðrvísi enn hinar dunnurnar í ánni.
Vónaði, at eg fór at hitta dunnuna aftur longri upp, og so var. Eg fór heim eftir myndatólinum og fekk nakrar heilt góðar myndir av dunnuni, sum helt seg til annan steggja í ánni. Eg hugsaði, at hetta mátti vera dunna, sum var sloppin á flog úr øki hjá Peturi Nolsøe á Ternuryggi. Tá ið eg arbeiddi ein vetur í Plantajuni, komu einstakar dunnur í stóra hylin í Plantasjuni. Hetta vóru heimadunnur, sum ikki vóru nóg væl skerdar, og tí vóru farnar á flog.
Eg fór heim at hyggja í bókina Fuglar í Norðurhøvum. Fann dunnuna men ikki í litum. Talan var um “Seglont”, navnið kemur av, at dunnan hevur segl aftan á bakinum. Latínska orðið er (aix galericulata). Stutt stendur at lesa um villdunnuna, at hon er vilstur bretskur stovnur.
Enn var eg ikki heilt nøgdur og ringdi til Petur Nolsøe, sum eg kenni. Roknaði ongantíð við, at dunnan var vilst úr Onglandi til Føroyar, sjálvt møguleikin er har. Petur segði mær, at talan er óivað um dunnuna, sum hann misti fyri fýra, fimm árum síðani. Dunnan er sædd ymsastaðni í Havnini, og einaferð varð skrivað um hana í bløðunum.
Petur segði mær eisini, at dunnan kom niðan aftur á Ternurygg, men tá ið hon merkti, at hann vil fanga hana, helt hon seg burtur. Petur, sum bæði hevur kalkunur, ymsar dúgvur og dunnur, sum børn og vaksin vitja, hevur innflutt umrøddu dunnuna.
Nógv fólk ganga í Plantasjuni, og fólk steðgaðu eisini á at hyggja at hesi sjaldsomu dunnu. Fyrrapartin í morgun spákaði eg aftur fram við ánni, men nú var “seglontin” ikki at síggja. (Vagnur)



