Líka síðani Ussa Hansen byrjaði sum smágenta at spæla hondbólt í Kyndli, havi eg fylgt hesi blíðu og fyrikomandi eldsálini. Hon er nevndarlimur í felagnum, venur gentulið og skipar fyri ymsum tiltøkum. Maðurin Andreas venur kyndilskvinnur, dótturin Bára spælir á besta liðnum, og yngra dótturin Súna spælir við gentum 14 ár. – Hondbólturin fyllir mest sum alt í okkara familju, og drívmegin hjá mær eru upplivilsini at vera saman við ungdóminum, har eg kann geva teimum góðar løtur í hondbóltinum og nakað fyribyrgjandi á lívsleiðini, sigur Ussa.
Ikki skal eg tosa nógvar minuttir við Ussu, áðrenn eg finni útav, at undir liðini situr ein av teimum heilt stóru eldsálinum í føroyskum ítrótti. Blíð, fyrikomandi, kanska eitt sindur smæðin og lítillátin. Vit vita bæði, at vit eru í familju, og hetta tosa vit fyrst um. Pápi mín var systkinabarn ommu Ussu, og pápin mín var gubbi pápa Ussu, sum eg kendi heilt væl.
Fyrst spyrji eg Ussu, hvat fær hana at brúka so nógva tíð í Kyndli, tí tað veit, at hon ger og hevur gjørt í nógv ár. – Hondbóltur fyllir alt í okkara familju, tí vit øll fýra eru í hondbóltinum. Eg sum venjari og nevndarlimur, Andreas sum venjari og dómari í yngru deildum og døtturnar sum spælarar. Vit eru øll bitin av hondbólti og harvið tosa nógv um hondbólt. Andreas hyggur nógv eftir útlendskum hondbólti, døturnar eisini, men eg ikki so nógv. Vinkonur og familjan hava fyri nógvum árum síðani góðtikið og vita, at mítt frítíðarlív er í høllini, og har kunnu tey finna meg.
– Ì Kyndli havi eg flestu míni vinfólk, har eg eisini venji børnini hjá vinfólkunum, so hondbólturin og vinarsambandið, kanst tú siga, er flættað saman. Hesi vinfólkini standa mær ógvuliga nær og eru altíð at heita á, tá ið okkurt í felagnum skal gerast. Eg haldi, at Kyndil er eitt gott hondbóltsfelag, har nógv taka hond í, sjálvt um altíð okkurt kann gerast betur.
– Tú spyrt um drívmegina? – Haldi, at vit kunna deila uppgávurnar í tveir partar. Fyrst er tað nevndararbeiði, har vit skulu útvega pening til rakstur og at fáa felagsskapin at rigga so væl sum tilber. Her eru nógvar stuttligar og gevandi løtur eisini “succes” upplivilsir. Tá ið vit fimm konufólk komu í nevndina fyri nú nógvum árum síðani, varð upptakið stórt eftir soltin ár í felagnum. Vit máttu taka stór tøk hesi árini.
– Seinni partur er venjarastarvið, sum má sigast eisini at vera partur av mínum arbeiði sum heimasjúkrasystur. Fyrst eru tað upplivilsini saman við børnunum, sum øll eru ymisk. Sum heimasjúkrasystur hugsi eg nógv um heilsuna hjá børnum og at fyribyrgja, at tey gjøgnum hondbóltbóltin og harvið venjingina fáa gott í beinini. Kanska er hetta vorðin eitt slag av “religión” fyri meg, men hetta er drívmegin, eingin ivi um tað, sigur Ussa.
Mær er komin fyri oyruni, at Ussa og aðrar kyndilskvinnur í nógv ár hava vaskað úti í býnum til tess at útvega pening til Kyndil. Er hetta satt? – Sum yngri vóru Ansy Høghamar og Birgir Sondum mínar fyrimyndir í felagsskapinum, og tá ið eg kom í nevndina, máttu vit fáa útvega pening, so felagið aftur fekk slætt borð fíggjarliga. Vit arbeiddu tvey summur á tamb úti í býnum til tess at fáa pening í kyndilskassan, og seinni vaskaðu vit fleiri long vikuskifti til tess at útvega pening.
– Eg er eitt jaligt menniskja, og havi eg sagt ja til eina uppgávu, gangi eg 100% inn fyri uppgávuni. Eri eisini treisk, og vil hava gott skil á øllum, sum eg fáist við. Eg haldi fram, til átakið eydnast, tí ikki nyttar at grenja, men heldur síggja tað jaliga í øllum. Mær dámar ikki, tá ið fólk eru hálvhjarað. Góða lætta lyndið havi fingið frá pápa mínum, sum altíð var í góðum lag.
– Sum nevndarlimur merkir tú væl, tá ið gongst væl í felagsskapinum, tí hetta sæst aftur í øllum felagnum. Nú vinnu menninir og kvinnurnar steypafinalurnar, og kvinnurnar vunnið FM-heitið. Alt gerst lættari, tá ið gongst væl, tí felagslimir ávirkast eisini av hesum. Lættari er tá at fáa fólk at hjálpa til í felagnum, sigur Ussa.
Sjálvandi eru bæði stórir og smáir knútar at loysa í einum felagi um Kyndli. Nú er fýra hondbóltsfeløg í Suðurstreymoy, so kapping eru um ungdómin. Eisini er peningur kom í ítróttin mest í fótbóltin men eisini í minni máti í hondbóltin. Hvat heldur Ussa um hetta?
– Nógv er broytt, síðan eg var ung í Kyndli. Nú kunnu nógv ung ikki gera nakað, uttan tey fáa pening aftur fyri og skilja heldur ikki, at tey skulu gjalda limagjald. Hetta pínur meg og er torført hjá mær at fyrihalda meg til, sjálvt um eg veit, tíðir broytast. Trupult er at útvega pening til felagsskapin, men so er nógv batna á fleiri mótum. Og her má eg nevna Facebook, har tú tildømis kanst hava ein Facebook bólk til eina gentudeild. Slutt við stórum telefonrokningum, tí boðini verða send til spælarar viða Facebook, og hetta riggar ómetaliga væl.
– Ein broyting er eisini, at foreldrini fylgja nógv meira børnini nú, enn tá ið eg spældi. Lætt er at at fáa foreldur at koyra út á bygd, men foreldur krevja eisini nakað. Tey vilja hava, at vaksin fólk venja børnini.
– Tú spyrt meg um framtíðina í Kyndli? Mær dámar ómetaliga væl at arbeiða í felagnum, men sjálvandi skýnur sólin ikki altíð. Men trívast børnini og fáa nakað burturúr, og gott skil í Kyndli sum felagsskapur, so er Ussa glað og nøgd, sigur Ussa at enda.
Eg spurdi eisini Ussu, hvar navnið Ussa stavar frá, tí hon eitur í veruleikan Súsanna. Fekk at vita, at tað var ein granni, sum ikki dugdi at siga Súsanna og tí segði Ussa, og soleiðis kom navnið at hanga við. Ógvuliga áhugavert at tosa við slíka eldsál sum Ussu, og vit kundu bæði tosað og skrivað meira. Vit endaðu løtuna í Gundadalshøllini at taka myndirnar, tí Ussa var júst komin úr arbeiði og skuldi heim at gera døgurða. (Vagnur)



