Meiningahornið – Flytið Strandferðsluna aftur til Havnar

Skilji væl, at borgarstjórin í Skúvoy er vónsvikin av Strandferðsluni. (Mynd Vagnur)

Skilji væl, at borgarstjórin í Skúvoy er vónsvikin av Strandferðsluni. Silberin við bryggju í Havn. (Mynd Vagnur)

Tá ið eg las samrøðu við Harry Jensen borgarstjóran í Skúvoy, var mín niðurstøðan, at nú var tíðin komin at flyta Strandferðsluna aftur til Havnar. Tað er undir alt lágmark, at tá ið Teistin ber við land úti í Hesti og ikki kann sigla í fleiri mánaðir, so skulu millum annað skúvoyingar líða. Tá ið nýggi Selberin er keyptur at sigla millum Sand og Skúvoy, so skal báturin ikki sigla millum aðrar oyggjar, tí Strandferðslan ikki fær kabálina at ganga upp og rumbul kemur í alla sigling millum oyggjarnar. Sjálvandi skuldi annað skip verið leigað uttanlands fyri Teistan at sigla millum Skopun og Gomlu rætt.

Í nógv ár Harrans ár hevur ótíðarhóskandi danga siglt millum Sand og Skúvoy. Ein danga, sum rullar sjálvt í durdarveðri. Í vetur bórust tíðindindi, at skúvoyingar í vár fingu nýtt skip at sigla millum Sand og Skúvoy. Onkur kundi spurt, hví undirritaði hevur áhuga í Sildberanum, sum siglir millum Sand og Skúvoy. Verpápi mín var úr Skúvoy, og fólk í familjuni búgva og eiga hús í oynni. Ein av synunum við familju plagar at vera í oynni og fletta, og tá hoyri eg mangan um nógv umtalaðu gomlu ótíðarhóskandi danguna, sum rullar sjálvt í dýrdarveðri. Ja, onkur fer ikki longur í oynna uttan við tyrluni. 

Silberin er keyptu at sigla millum Sand og Skúvoy og ikki á øðrum leiðum. (Mynd Vagnur)

Silberin er keyptu at sigla millum Sand og Skúvoy og ikki á øðrum leiðum. (Mynd Vagnur)

 

Eg føli veruliga við borgarstjóranum í Skúvoy, tá ið hann sigur, at tað er líka við, at tey ikki trúgva uppá, at tey fáa nýggju umbygdu ferjuna, fyrr enn hon leggur at landi á fyrsta sinni. Hetta sigur borgarstjórin óivað av ringum royndum í samband við mynduleikarnar.

– Vit hava glett okkum ómetaliga nógv til nýggja Sildberan, sum skuldi sigla um nakrar fáar dagar, sigur borgarstjórin. Strandferðslan veit, at Teistin ikki kann sigla í fleiri mánaðir. Strandferðslan skal sjálvandi leiga annað skip uttanlands at sigla um Skopunarfjørð hesar mánaðirnar og ikki órógva aðrar siglingarleiðir kring landið. Vantar peningur, so má tingið traðka til, tí tað, sum nú fer fram við neyðloysnunum Froyi og Silju Star hoyrir ongastaðni heima. Bátarnir eru slett ikki egnaðir til endamálið.

Silberin er keyptur at sigla millum Sand og Skúvoy og ikki millum Sørvág og Mykines. Strandferðslan skuldi ongantíð verið flutt til Suðuroyar, og tíðin er komin at flyta stovnin aftur til Havnar, tí eg haldi, at tey har suðuri megna ikki at stýra Strandferðsluni á rættan hátt. Núverandi støðan við Silberanum er bara eitt av fleiri dømum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *