Snarróður verður 10. mai klokkan 19.00 á Havnarvág

Søgulig róðrarmynd . 8-mannafør blandað.  Gullbrandur, tveir Argjabátar, Miðvingur og Knørrur. Miðvingur vann róðurin. (Mynd Vagnur)

Søgulig róðrarmynd . 8-mannafør blandað. Gullbrandur, tveir Argjabátar, Miðvingur og Knørrur. Miðvingur vann róðurin. (Mynd Vagnur)

Havnar Róðrarfelag boðar frá, at felagið fer at royna snarróður á Havnarvág enn eina ferð. Ætlanin var, at snarróðurin skuldi vera flaggdagin, men hædd má takast fyri skipaferðslu og øðrum, tí verður róð snarróður á Havnarvág leygardagin 10. mai klokkan 19.00 stundisliga. Orsøkin, at róð verður klokkan 19.00 er, at Tórshavnar Havn kundi vegna skipaferðslu ikki geva loyvi fyrr um dagin. Fyrireikararnir vóna, at allir manningarnar, sum rógva í summar, melda seg til snarróðurin.

Teistin, Havnarbáturin og Suðuroyingur rógva snarróður á Havnarvág. (Mynd Vagnur)

Teistin, Havnarbáturin og Suðuroyingur rógva snarróður á Havnarvág. (Mynd Vagnur)

Snarróðurin er nýhugsan í føroyskum kappróðri, tí teinurin er bara 447 metrar. Sum nakað nýtt kunnu rógvarar rógva við fleiri bátum, og var snarróðurin í august mánað í fjør fyri fyrstu ferð í føroyskari róðrarsøgu, at fýra menn og fýra kvinnur róðu við 8-mannafari. Starturin er serligur, tí tú hoyrir alla tíðina startdómaran, sum fyrst biður bátarnar leggja seg til startin, og so sigur hann við manningarnar, at eftir tretivu sekundir brestur startskotið. Startdómarin telur hart niður, so rógvarar hoyrdu niðurteljingina, og tá ið komið er niður á null, brestur skotið. Tjóvstartar ella forbrýtur manning seg á onkran hátt, so fellur dómaraavgerðin ikki fyrr enn, at bátarnir eru farnir um mállinjuna.

Vøkur róðrarsjón: Longst burtur Gongurólvur, Hósvíkingur/Lómur, Herningur, Rádni og Hvessingur. Herningur vann. (Mynd Vagnur)

Vøkur róðrarsjón: Longst burtur Gongurólvur, Hósvíkingur/Lómur, Herningur, Rádni og Hvessingur. Herningur vann. (Mynd Vagnur)

Ótrúliga áhugavert var at síggja snarróðurin seinast, tí teinurin varð so mikið stuttur, at tú sást bátarnar alla tíðina. Ein langur spurtur, kunnu vit siga. Í fjør gekk eg millum rógvarar á Vestaru bryggju bæði fyri og eftir róðrarnar, og rógvarar vóru uttan undantak væl nøgdir við snarróðurin.

6-mannafør við monnnum. Longst burtur Hvessingur/Lómur, Gullbrandur, Jarnbardur og Skúgvur. Skúgvur vann róðurin. (Mynd Vagnur)

6-mannafør við monnnum. Longst burtur Hvessingur/Lómur, Gullbrandur, Jarnbardur og Skúgvur. Skúgvur vann róðurin. (Mynd Vagnur)

Fyrireikararnir søgdu mær eftir snarróðurin í fjør, at teir møttu vælvild allastaðni. Royndir dómarar, roynt fólk í málbilinum og góð hjálparfólk. Tórshavnar kommuna og Tórshavnar Havn vístu frálíka vælvild, tí vit skulu minnast til, at farmaskip og onnur skip fara og koma alla tíðina. Smyril og aðrir smábátar mugu eisini sleppa úr havnini millum róðrarnar. Seinast stuðlaðu fyritøkur í býnum snarróðrinum.

5-mannafør við gentum Erla Kongsdóttir, Blikur og Jallurin. Erla Kongsdóttir vann. (Mynd Vagnur)

5-mannafør við gentum Erla Kongsdóttir, Blikur og Jallurin. Erla Kongsdóttir vann. (Mynd Vagnur)

Ì fjør var ótrúliga hugaligt aftur at síggja bátar rógva um kapp inn í Vágsbotn. Bara einstakur rógvari, sum róði snarróðurin, var føddur, tá ið seinast varð róð inn í Vágsbotn. Hetta var í 1972. Tá varð róð frá Argjalandinum og frá Gulanum og inn í Vágsbotn. Teinarnir vóru 1000 metrar, 1500 metrar og 2000 metrar. Eg kann minnast, at tá ið báturin skuldu út á málið til start, róðu teir fyrst av Kongabrúnni, har bátarnir stóðu, og fram við áskoðarunum í Vágsbotni. Síðani róðu teir inn um málið og útaftur framvið vesturubryggju og út undir Argjaland. Tað tók bara 50 minuttir at avgreiða allar snarróðrarnar í fjør. (Vagnur)

5-mannaførini við dreingjum vóru tvey Jallurin og Blikur. Jallurin vann róðurin. (Mynd Vagnur

5-mannaførini við dreingjum vóru tvey Jallurin og Blikur. Jallurin vann róðurin. (Mynd Vagnur

Tveir barnamanningar við gentum. Fípan Fagra og Títlingur vóru heilt javnir, men Fípan Fagra dró longsta stráðið enn einaferð. (Mynd Vagnur)

Tveir barnamanningar við gentum. Fípan Fagra og Títlingur vóru heilt javnir, men Fípan Fagra dró longsta stráðið enn einaferð. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *