Eg havi hugt í stigatalvuna og restandi dystirnar í Atlantic Airways deildini. KÍF, VÍF, StÍF, H71 og Kyndil hava øll “teoretiskan” møguleika at náa FM-finalurnar, men H71 og Kyndil hava mest sum ongan møguleika at náa málið. Kappingin stendur millum KÍF, VÍF og StÍF, har KÍF hevur allar besta møguleikan. Innanhýsisúrsltini kunnu koma at gera av, hvørji tvey lið spæla FM-finalurnar.
KÍF, VÍF og StíF hava tríggjar dystir eftir at spæla í grundspælinum. H71 og Kyndil hava fýra dystir eftir. Hyggja vit eftir KÍF, VÍF og StíF, so hevur KÍF heimadystir at spæla fyrst ímóti StÍF tann 26. mars, síðani Neistanum og H71. VÍF spælir 23. mars ímóti Neistanum í Havn, og síðani 26. mars ímóti H71 í Vestmanna og at enda á útivølli ímóti Team Klaksvík. StíF spælir ímóti Kyndli á heimavølli tann 23. mars, í Kollafirði tann 26. mars og at enda á heimavølli ímóti Neistanum.
Innanhýsisúrslitini millum KÍF og VÍF eru, at KÌF hevur vunnið tríggjar dystir og VIF ein dyst. Tað vil siga, at enda liðini jøvn í stigum í grundspælinum, er KÍF frammanfyri. Enda KÍF og StÍF jøvn í stigum, so hevur StÍF higartil vunnið tveir dystir á KÍF, meðan KÍF hevur vunnið ein dyst á StÍF. 26. mars spæla KÍF og StÍF í Kollafirði. Innanhýsisstigini millum VÍF og StÍF eru háttað soleiðis, at VÍF hevur vunnið tríggjar dystir og StÍF ein dyst. So har VÍF er frammanfyri.
Taka vit so saman um alt hetta, so skulu KÍF og VÍF tapa tveir dystir, skal StÍF koma í FM-finalurnar. Mest spennandi dystirnir í næstum eru fyrst dysturin sunnudagin á Skála millum StÍF og Kyndil, og síðani dysturin næsta mikukvøld í Kollafirði millum KÍF og StÍF. Men so er ikki at gloyma, at VÍF skal til Havnar sunnudagin at spæla ímóti Neistanum. Spennandi, hvussu leikur fer í næstum. (Vagnur)
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | KÍF | 21 | 615 | 537 | 78 | 29 |
| 2 | VÍF | 21 | 638 | 568 | 70 | 27 |
| 3 | StÍF | 21 | 571 | 553 | 18 | 25 |
| 4 | H71 | 20 | 529 | 503 | 26 | 21 |
| 5 | Kyndil | 20 | 525 | 522 | 3 | 20 |
| 6 | Neistin | 20 | 526 | 564 | -38 | 16 |
| 7 | Team Klaksvík | 21 | 535 | 692 | -157 | 6 |
