StÍF skeyt bara tvey mál seinastu sekstan minuttirnar

StÍF má iðra seg um mista stigið í Hoyvíkshøllini.

StÍF má iðra seg um mista stigið í Hoyvíkshøllini.

Líka frá byrjan av dystinum í Hoyvíkshøllini millum H71 og StÍF og til seinasta minutt var StíF á odda. Í seinasta minutti fekk H71 vunnið sær javnleikin. Sum mann plagar at siga um stóra kalvan. Hann var mistur á stokkinum. StÍF misti týdningarmikið stig á stokkinum í kvøld. KÍF vann 32 -30 á Team Klaksvík og vann sær týdningarmikil tvey stig. 

StÍF fekk góða byrjan og legði seg fram um 6-3, tá ið korter var spælt. StÍF hevði so mikið gott tak á StíF, at liðið kundi fara til hálvleik við 15-9 leiðslu. Fyrst í seinna hálvleiki dró StÍF enn meira frá, tí eftir fjúrtan minuttir spæl var StÍF á odda 19-12. Men so rapaði korthúsið hjá StíF, tí seinastu sekstan minuttirnar skeyt StíF bara tvey mál. Óhoyrt av einum so álopskendum liði. Sjálvt um bara tey tvey málini, so var StÍF tó á odda 21-17 fimm minuttir fyri leiklok. Men framvegis málturkur hjá StÍF, og H71 skeyt sær javnleikin í skjáttuni í seinasta minutti.

Eg ringdi eftir dystin til Alexsandur Johansen formann í StÍF og spurdi hann um dystin, men hann var ikki í Hoyvíkshøllini, tí hann var heima hjá sjúkum barni. Hann segði mær, at spell at missa eina stigið eftir so trygga leiðslu, men mista stigið hevur ikki so stóran týdning, tí StÍF má vinna næstu dystirnar ímóti VÍF og Kyndli til tess at koma í FM-finalurnar. (Vagnur)

H71 – StÍF 21 – 21 (9-15) Dómarar: Uni Wardum og Dánjal Samuelsen

Málskjúttar H71: Bogdan Florea 7, Rúni Højgaard 4, Birgir Poulsen 4, Jónas Djurhuus 2, Bogi G. Davidsen 1, Hans Kári Hansen 1, Sigmundur Dahl 1 og Hallur Biskopstø 1

Málskjúttar StÍF: Sveinur Justinussen 6, Jákup Berthelsen 5, Marius Joensen 5, Borgar Danielsen 2, Allan Norðberg 2 , Kjartan Johansen 1

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 20 582 509 73 27
2 VÍF 20 610 538 72 27
3 StÍF 20 541 525 16 23
4 H71 20 529 503 26 21
5 Kyndil 19 497 489 8 20
6 Neistin 19 487 542 -55 14
7 Team Klaksvík 20 513 653 -140 6

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *