Unga manningin, sum í summar fer at rógva við Havnarbátinum eru átjan, nítjan ára gamlir dreingir, sum byrjaðu at rógva barnaróður fyri seks, sjey árum síðani. – Vit ætlaðu á sinni, at dreingirnir skuldu manna Havnarbátinum um átta ár, men nú gerst hetta eitt ár fyrr, sigur Sophus Dal Christiansen, sum tekur stig at manna 10-mannafarið.
Eg gjørdist fegin, tá ið hoyrdist, at Havnarbáturin kortini bleiv mannaður í summar. Vandi var fyri, at nýggja 10-mannafarið hjá Argja Róðrarfelag fekk ongan bát at kappast ímóti í summar, tí hvørki Suðuroyingur, Vestmenningur ella Klaksvíkingur rógva í summar, verður sagt.
Sophus Dal Christiansen og Jákup Jacobsen fingu í 2008 dreingir at rógva barnaróður við Títlingi, og væl hevur hilnast hjá dreingjunum øll árini. Seinasta avrikið fór fram á ólavsøku í fjør, tá drekadreingir vunnu FM-heitið. Eg havi spurt Sophus, hví hann hevur lagt so stóran dent at fáa Havnarbátinum mannaðan, tí dreingirnir eru jú enn ungir rógvarar?
– Dreymurin hjá Jákupi Jacobsen og mær á sinni var at fáa dreingir at rógvar barnaróðúr, sum ikki íðkaðu annan ítrótt. Hetta var spennandi og stuttlig avbjóðing hjá okkum og má sigast at hava hilnast væl. Vit tosaðu tá um, at um eini átta ár, skuldu hesir dreingir manna Havnarbátin. Nú eru dreingirnir ov gamlir at rógva dreingjaróður, og tá ið Havnarbáturin var tøkur, tók eg stig at manna 10-mannafarið eitt ár fyrr enn ætlað.
– Tólv rógvarar manna Havnarbátin, hetta tí onkur rógvari er ikki tøkur allar stevnurnar í summar. Teir tólv dreingirnir hava róð við Títlingi, Drekanum, Sílinum og Jallinum. Teir eru allir um átjan, nítjan ára gamlir. Vit síggja fram til hesa spennandi uppgávu vitandi um, at dreingirnir eru ungir, men tó hava nógvar royndir í 5-mannafari. Dreingirnir eru allir lívsglaðir rógvarar, sum nú vilja bjóða seg fram.
– Annars haldi eg, at vit mugu fáa broytt hugburðin viðvíkjandi 10-mannafarsróðrinum. Tað sýnist fyri mær, at verður 10-mannafar ikki mannað í august mánað árið fyri, so er líkamikið. Bara at gerast nummar eitt telur í hugaheiminum hjá nógvum rógvarum, sum hava mannað oddabátarnar seinnu árini. Fæst ikki fatur í royndum garvaðum rógvarum, verður 10-mannafarið ikki mannað. Hetta er skeivur hugburður, og tí rógva so fá 10-mannafør.
– Eg havi hoyrt, at Róðrarfelagið Knørrur roynir at manna Ormin, og eg vóni, at hetta fer at eydnast, tí higartil veit eg bara um tvey 10-mannafør. Havnarbátin og nýggja 10-mannafarið av Argjum. Ògvuliga óheppið um bara tveir bátar rógva í summar, sigur Sophus at enda.
Spennandi at fylgja ungu rógvarunum í summar, og kenni eg teir rætt, so herja teir á uppgávuna við ídni og áhuga. Teir fella ikki í fátt, um ikki hilnast nóg væl á onkrari stevnu, tí teir vita, at teir koma at rógva ímóti eldri royndum rógvarum. Fleiri av teimum ungu sótu umborð á Havnarbátinum, tá ið róð varð snarróður á Havnarvág í fjør summar. (Vagnur)


