Kyndil dragnaði í stríðnum um at náa FM-finalurnar

Brekkan er nú enn brattari hjá Kyndli á náa FM-finalurin. (Mynd Álvur)

Brekkan er nú enn brattari hjá Kyndli á náa FM-finalurnar. Kyndil og KÌF spæla í Havn um eina viku. (Mynd Álvur)

Einki broyttist seinnapartin í Atlantic Airways deildini um náa FM-finalurnar uttan tað, at Kyndil dragnaði, tí liðið “misti”  týdningarmikið stig í Vestmanna. H71 vinnur trygt á Neistanum, og StÌF vinnur trygt á Team Klaksvík. Hesi liðini halda tørn og styrktu um støðuna serliga í mun til KÍF, sum ikki spælir um vikuskiftið. Framvegis kunnu innanhýsisstig millum liðini at enda gera av, hvørji lið spæla FM-finalurnar. Men enn er einki avgjørt.

Fara vit fyrst til dystin í Vestmanna millum VÍF og Kyndil, so var VÍF á odda alla fyrra hálvleik. Tíggju minuttir spældir og 3-1 til VÍF. Heilt fá mál í fyrra hálvleiki, tí tá ið tjúgu minuttir vóru spældir, var VÍF á odda 7-4. Kyndil hevur góða løtu næsti minuttirnar, tí tveir minuttir fyri hálvleik var javnleikur 9-9. Hálvleikstøðan 10 – 9 til VÍF.

VÍF byrjar seinna hálvleik betur og kemur á odda 17-12 eftir tíggju minuttir, men Kyndil stríðist seg inn aftur í dystin, og eftir tjúgu minuttir spæl er VÍF á odda 20-19. Fimm minuttir fyri leiklok er javnleikur 22-22, og Kyndil vann sær javnleikin 23 – 23 í seinasta minuttinum. Kyndilsmenn kunnu ikki vera nøgdir við javnleikin, tí Kyndil hevði brúk fyri báðum stigunum. VÌF kann framvegis tapa tveir dystir og framvegis vera framman fyri Kyndil. Um eina viku fellur óivað avgerðin, hvørji lið missa møguleikan at náa FM-finalurnar, tí tá spæla VÍF og StíF í Vestmanna og Kyndil og KÍF í Havn.

Fara vit til dystin millum Neistan og H71, so er dysturin longu avgjørdur eftir fyrsta korterið, tí tá er H71 á odda 11-3. Hesin munurin heldur sær allan dystin, og H71 vinnur stórsigur á Neistanum. Meira er ikki at skriva um tað. Team Klaksvík vitjaði á Skála, og har helt Team Klaksvík tørn fyrstu trettan minuttirnar, tí tá var StÍF á odda 6-4. Men so skrædnar ógvusliga, tí eftir átta minuttir er støðan 11-5 til StÍF. Og hálvleikstøðan 16-6 sigur alt. Ì seinni hálvleiki dregur StÍF meira frá. Tað sigur nógv um støðuna hjá Team Klaksvík, at bara tríggir spælarar skjóta tey seytjan málini í dag. StÍF er framvegis við um at náa FM-finalurnar. (Vagnur)

VÌF – Kyndil menn 23 – 23 (10 – 9) Dómárar: Dánjal Samuelsen og Uni Wardum

Málskjúttar VÍF: Julian Olsen 5, Sámal Joensen 4, Mads Eriksen 4, Joen P. Høgnesen 3, Zarko Pojovic 3, Agnar Joensen 2, og Filip Jojic 2

Málskjúttar Kyndils: David Edvardsen 7, Hørður SigÞórsson 4, Bárður Johannesen 4, Julian Johansen 2, Finnur Hansson 2, Ludvík Súnason 2, Andrias Sólsker 1, og Høgni Klein Olsen 1

Neistin – H71 18 – 31 (7 – 16) Dómarar: Ragnar Simonsen og Daniel Rapa

Málskjúttar Neistans:  Teitur Magnsson 3, Herbjørn Lava 3, Blagoja Buha 3, Sjúrður Thomassen 3, Rói B. Hansen 2, Andrias Joensen 2, Jugoslav Djumic 1, og Torstein Balle 1

Málskjúttar H71: Bogdan Florea 8, Rúni Højgaard 4, Jónas Djurhuus 4, Hans Kári Hansen 3, Sigmundur Dahl 3, Bogi G. Davidsen 2, Hallur Biskopstø 2, Tróndur Arge 2, Høgni Olafson 1, Birgiri Poulsen 1 og Sigmundir Nolsø 1

StÍF – Team Klaksvík 35 – 17 (16 – 6) Dómarar: Gert Hansen og Heri Petersen

Málskjúttar StÍF: Allan Norðberg 8, Fríði R. Djurhuus 5, Jákup Berthelsen 5, Sveinur Justinussen 5, Kjartan Johansen 4, Pauli G. Hansen 4, Sverri Jensen 2, Marius Joensen 1 og Jóhannus Olsen 1

Málskjúttar Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 8, Dusko Petrusic 7 og Andrias Ellingsgaard 2

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 VÍF 20 610 538 72 27
2 KÍF 19 550 479 71 25
3 StÍF 19 520 504 16 22
4 H71 19 508 482 26 20
5 Kyndil 19 497 489 8 20
6 Neistin 19 487 542 -55 14
7 Team Klaksvík 19 483 621 -138 6

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *