Longu á middegi mikudagin visti eg 100%, at Jacob Jónsson var uppsagdur sum KÍF-venjari, og at Eddie Joensen var settur venjari. Eingin fjølmiðil hevði tá skrivað søguna, so um hálvgum trý tíðina ringdi eg fyrst til formannin í KÍF og síðani til fyrrverandi formannin í felagum at frætta, um Jacob Jónsson var uppsagdur. Nú er tað soleiðis, at hjá fjølmiðlum er altíð spennandi at koma fyrstur við søguni. Tað kundi eg mikudagin, men tá ið báðir KÍF leiðararnir søgdu mær, at Jacob Jónsson ikki var uppsagdur, og frá eina leiðaranum fekk at vita, at Jacob framvegis var KÍF venjari, men at hann ikki skuldi venja KÍF næsta kappingarár, skrivaði eg ikki søguni. Men tað skuldi eg bara havt gjørt.
Óivað hava KÍF leiðararnir ikki logið fyri mær, tí eg visti eisini, at nevndin í KÍF sama kvøld skuldi hava fund við Jacob. Tað vil siga, at sjálvt um báðir KÍF leiðararnir vistu, at Jacob Jónsson ikki longur skuldi venja KÍF, so vildu teir ikki váttað hetta fyri mær, tí Jacob hevði ikki fingið endaligu boðini. Eg kundi bara havt skrivað søguna, men tað vildi eg ikki.
Støðan hjá KÍF var vorðin soleiðis, at liðið bara hevur vunnið sær eitt stig seinastu fýra dystirnar og bara vunnið ein sigur eftir nýggjar. Tað var ímóti Team Klaksvík 5. januar. Síðan javnleik ímóti Kyndli 25-25, tapti við einum málið fyri StÍF og H71 og so málríka tapið 30-38 fyri VÍF.
Nú kenni eg einki til innanhýsis trupulleikar í KÍF hópinum, men einki er at ivast í, KÍF leiðslan vil royna “venjaraeffektina”, til tess at fóta sær aftur í kappingini. Tí var Jacob uppsagdur. Fyri KÍF verða næstu tvey vikuskiftini spennandi og avgerandi, tí KÍF kann serliga fáa hjálp frá VÍF til tess at tryggja sær FM-finaluplássið. VÍF spælir sunnudagin ímóti Kyndli í Vestmanna og síðani ímóti StÍF eisini í Vestmanna. Niðanfyri grein skrivaði eg í 2010 á heimasíðuni hjá Neistanum. Ingi Olsen var høvuðsvenjari og Jacob Jónsson hjálparvenjari henda veturin. Mangan hevði Jacob høvuðsábyrgdina av útskiftingini, tí Ingi spældi av og á sjálvur. (Vagnur)
Hann vann trý norsk meistaraheiti og tvær steypafinalur við Stavanger IF og Viking HK
Jacob Jónsson, sum er hjálparvenjari hjá neistamonnum, kom í 1998 til Føroya. Ørindini vóru at gerast spælandi venjari hjá Kyndli. Jacob var skjótur, hevði góðan teknikkk og gott bólteyga. Hann kundi tá meira enn flestu føroysku spælararnir. Jacob er ættaður av Akureyri. Í sjey ár spældi hann í bestu norsku deildini.
Í 50 ára minnisritinum hjá Kyndli er áhugaverd vangamynd um Jacob Jónsson hjálparvenjara hjá neistamonnum. Eingin ivi um, at Jacob hevur á sín hátt sett sítt fingramerki á føroyskan hondbólt bæði sum spælari og venjari. Hann hevur arbeitt sum venjari í Kyndli, StÍF og Neistanum, og hann hevur spælt í Kyndli, Neistanum og H71. Men hvør er Jacob Jónsson?
Jacob er ættaður av Akureyri. Átjan ára gamal flutti hann til Reykjavíkar og fór at spæla við KR, har hann spældi í tvey ár. Síðani vóru boð eftir Jacobi úr Noregi, har hann í sjey ár spældi við Stavanger IF og Viking HK. Í Noregi vann hann tríggjar ferðir meistaraheitið og tvær ferðir steypafinaluna.
Komin aftur til Íslands var hann við á liðnum hjá barndómsfelagnum KA, sum í 1997 á fyrsta sinni vann íslendska meistaraheitið. Jacob spældi á íslendska ungdómslandsliðnum, men ikki eydnaðist honum at spæla á A-landsliðnum. Í 1983 var Jacob við íslendska ungdómslandsliðnum í Føroyum í sambandi við norðurlandameistarakappingin.
Skáp fult av heiðursmerkum
Tá tú leygarmorgunin komst í stovuna hjá Jacobi og Rúnu, legði tú beinanvegin merki til vakurt skáp fult við nógvum heiðursmerkum vunnin í ítrótti. Hetta eru heiðursmerki, sum Jacob og pápi hansara hava vunnið. Pápi Jacob, Jón Stefansson, spældi á íslendska fótbóltslandsliðnum, spældi kurvabólt og badminton. Umframt at spæla hondbólt hevur Jacob spælt golf og kurvabólt.
Leygarmorgunin saman við neistamonnum í Torkilsgøtu 17 merkti tú tíðuliga, at Jacob trívist væl saman við neistamonnum. Sum áður sagt, so vildi Ingi Olsen eftir seinasta kappingarár ikki leingja sáttmálan við Neistan uttan Jacob eisini var partur av venjaratoyminum. Teir hava saman vunnið tvey FM-heitið og tvær steypakappingar, og hvør veit, óivað spæla teir eisini um gullið í núverandi kappingarári.
Jacob Jónsson arbeiðir hjá Poul Michelsen, heilsølu, og er giftur Rúnu Jóannesardóttir. (Vagnur)

