Nøkur heilt serlig hondbóltsminni seinastu fimti árini

Søguligt skeytblað frá fyrstu landskapping í unglingadeildini.

Søguligt skeytblað frá fyrstu landskapping í unglingadeildini.

Tá ið tú hevur verið í hondbóltsfelagsskapi í hálvthundrað ár, so eru altíð nøkur heilt fá hondbóltsminni, sum standa eftir sum tey heilt serligu. FM-heitini í dreingjadeildini í 1965, unglingadeildini í 1966 og 1967  og meistaradeildini í 1978. Men eisini nógvu FM-heitini sum venjari saman við fegnum og evnaríkum spælarum fylla nógv í minninum. Uttanlandsferð í Danmark og landsliðsferð í Íslandi, innvígan av høllini í Klaksvík í 1968 og í Havn í 1970 bara at nevna nøkur dømi. Men kanska tað allar størsta minni er skreytblaðið, sum eg fekk í 1965 sum dreingjaliðsspælari á samkomu í Neistahúsinum.

Nevndin hevði biðið Lis Guttesen teknað skreytblaðið omanfyri og eisini neistavimpulin. Henning Eysturoy var formaður, Eðin Slættanes kassameistari, og hini í nevndini vóru Rannvá Hanusardóttir, Hans Holm og Finn Bjørn Guttesen. Ì 1965 kendu vit einki til øll heiðursmerkini, tey ungu nú fáa um hálsin, tá ið tey vinna kappingar av ymsum slagi. Vit høvdu vunnið FM-heitið í dreingjadeildini í 1965 og vórðu bodnir til samkomu í Neistahúsinum.

Hondbólturin var um hetta mundið í broytingartíð, tí í 1963 varð fyrstu ferð kappast um FM-heitið í dreingjadeildini og gentudeildini. Áður var bara landskapping fyri menn og kvinnur í 1. deild og 2. deild. VÍF vann fyrsta FM-heitið í dreingjadeildini í 1963, og neistagentur vunnu hetta árið fyrsta FM-heitið í gentudeildini. Í 1966 varð fyrstu ferð skipað fyri landskapping í ungligadeildini fyri dreingir. Unglingadeild fyri gentur máttu bíða tíggju ár, tí flestu gentunur fóru beinleiðis upp í bestu deildina ella 2. deild kvinnur.

Eg minnist væl kvøldið, tá ið neistadreingir í 1965 stóðu á gólvinum í Neistahúsinum, og formaðurin Henning Eysturoy, sáli, helt røðu fyri okkum og handaðu okkum vakra skreytblaðið. Nógv neistafólk vóru í húsinum hetta kvøldið. Nýggja stásiliga Neistahúsið var bara eitt ára gamalt í 1965, Neistahúsið, sum vit øll vóru so fegin um. Haldi ikki, eg nakrantíð havi verið so errin sum hesa løtuna. Skreytblaðið var so forkunnugt tá. Eg eigi trý slík skeytbløð, sum eru innrammað. FM- heitið í 1965 og í unglingadeildiní í 1966 og 1967.

Skeytblaðið er rættiligt listarverk av Lis Guttensen, tí umframt vøkru stavirnar og vakra flaggið, so hevði hon lagt ein bólt í skeytblaðið, sum ikki júst sæst væl á myndini omanfyri. Og so ikki at gloyma tær fimm undirskriftirnar frá fimm neistaeldsálum. Stuttligt og áhugavert at minnast afturá. Skipanin við vøkru skreytbløðunum helt fram í nøkur ár.  (Vagnur)

Minnini er góð frá Neistahúsinum, sum varð tikið í nýtlsu á vári 1964.

Minnini er góð frá Neistahúsinum, sum varð tikið í nýtlsu á vári 1964.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *