Deksbáturin Nólsoyar Páll siglu okkum inn á Strendur at spæla hondbólt

Nógv góð hondbóltsminni umborð á Nólsoyar Pálli.  (Mynd úr myndasavninum hjá Lassa Borðoy)

Tá undirritaði spældi fyrsta hondbóltsdyst í 1964, var ikki møguleiki at koyra úr Havn inn á Strendur at spæla hondbólt. Oyggarvegurin var ikki bundin saman við Hórisgøtu fyrr enn juli mánað 1966, og tí mátti vit leiga bát.

Minnist serliga einu ferðina 1965/1966, tá ið deksbáturin Nólsoyar Páll við Gigga sum skipara kom eftir neistaunglingum inni í Vágsbotni. Hetta var einasti møguleiki hjá okkum at koma inn á Strendur at spæla hondbólt og koma aftur sama dag. Oyggjarvegurin var um at vera liðugur, men hann var ikki enn samanbundin.

Grúsvallirnir vóru til tíðir ógvuliga slitnir og torførir at spæla á. Nógv góð minni á grúsvøllinum Strondum. (Mynd úr myndasavninum hjá Lassa Borðoy)

Longu tá Nólsoyar Páll henda dagin kom út um Molan fekk fyrsti neistadrongur sjóverk. Kann minnast, at tað mangan var gjálvut við Hoyvíkshólm, og Gigga sigldi millum Hoyvíkshólm og flesjuna. Komnir inn á Tangafjørð var mest sum gott veður. Eg kann minnast, at við grúsvøllin á Strondum var lítið hús, har vit skiftu í spæliklæðini, men har var eingin brúsa.

Grúsvøllurin á Strondum varð asfalteraður í 1968. Nógvir áskoðarar sóu dystirnar millum Neistan og StÍF, og eftir dystin vóru vit bjóðaðir heim til drekkamunn hjá StÍF spælarum, áðrenn Nólsoyar Páll sigldu okkum aftur til Havnar. Tá Oyggjarvegurin var samanbundin, og Sundaferjan fór at sigldi millum Hósvík og Selatrað gjørdust møguleikarnir hjá okkum betri at koma inn á Strendur.

Bókin Mamma, ert tú komin

Havi júst lisið frálíku bókina Mamma, ert tú komin eftir Ragnar Danielsen. Bókin snýr seg um dreingin Jóhan, sum er smæðin, tímir ikki so væl at ganga í skúla, og sjálvtálitið vantar. Vit eru stødd á Strondum.

Á síðu sekstan og seytjan í bókini fáa vit at vita, hvussu væl Jóhan dámar at hyggja at hondbólti og eisini seinni fer at spæla hondbólt. Løgna og spennandi við tekstinum er, at rithøvundurin nevnir nøvn á StíF liðnum, sum undirritaði á sinni spældi ímóti. Tað veri seg Egon, Mass, Richard, Jógvan og teir. Verðin er lítil má sigast.(Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *