Um dagarnar fekk eg áhugaverda mynd, sum Snæbjørn Hansen, sáli, tók. Hendingin var serlig, tá skonnartin Polo rendi á danska farmaskipið Gerdu Rarberg, sum lá við bryggju í Havn. POLO var komin úr Klaksvík til Havnar og skuldi leggja at bryggju. Men tað vildu so illa til, at umstýringin sveik, so Polo fekk ikki bakkað.
Eftir samanstoytin helt Polo leiðina inn eftir Eystaruvág og tók botn .
Við hjálp frá bátinum Jens Christian Svabo, og at skonnartin nú sjálv kundi bakka við motorinum, eydnaðist at fáa Polo leysa aftur. Bæði skipini fingu skaða. Danska farmaskipið fekk fleiri plátur kroystar á afturskipinum, og Polo fekk dyggan snudd í stevnið. Polo skuldi seinni um dagin vera farin til Noregs eftir farmi til Landshandilin.
Polo er uttan iva eitt av vakrasta skipum, sum hevur verið í føroyska flotanum. Skonnartin var bygd í Binic í Fraklandi í 1921. Kjølbro keypti Polo til Føroya í 1929, og skonnartin bleiv seld til Havnar í 1966, men var skrásett í Klaksvík. POLO bleiv umbygd til farmaskip í 1948.
Kann leggja aftrat, at fleiri skúlabørn fingu henda morgunin í 1967 frí úr skúla, so tey kundu fara oman á Kongabrúnna at síggja strandaðu skonnartina. Skonnartin Polo bleiv í 1970 søkt millum Stong og Eystnes.

Gerda Rarberg (myndin) var bygd í 1966 á skipasmiðju í Marstal. Í 1973 keypti Rósing Rasmussen (Landshandilin) skipið.
Tá eg fekk myndina av skonnartini Polo, og at tað var Snæbjørn Hansen, sum í 1967 tók myndina, kom mær til hugs Hansen familjuna, sum búði Hoyvíkvegur 3 ovast uppi í Krókabrekkuni. Foreldrini vóru Hansimann og Borghild, sum var úr Sørvági.
Børnini vóru Oddmar, Nick, Ragnar, Eyðbjørn, Snæbjørn, Hans Birgir, Mildrið og Elinborg. Kom á ungum árum at kenna væl Nick, sum lærdri til pylsumakara/slaktara í Smæruni, har pápi mín arbeiddi. Øll hini kendi eg eisini tó ikki Ragnar, sum fór ungur til Noregs.
Eldri mynd av Krókabrekku. Kom at kenna nógv fólk í Krókabrekku. Húsini hjá Snæbjørn og teimum síggjast ovast. (Mynd: Havnin – fólk og yrki)
Gerda Rarberg – KROSSTINDUR
Vinmaðurin Finn Bjørn Guttesen hevur hjálpt mær at finna tilfar um skonnartina Polo og farmaskipið Gerdu Rarberg.
Rósing Rasmussen/Landshandilin keypti í 1973 Gerdu Rarberg sum fekk navnið Krosstindur. Minnist væl farmaskipið. Eins og nógv onnur skip hevði Gerda Rarberg fleiri eigarar: 1966 Taarbæk, 1973 Krosstindur,Tórshavn, 1986 Krosstindur,Tvøroyri, 1994 Albararkah, Malta, 1995 Albarakah Belize og í 1999 Albarakah, Dubai. Farmaskipið Gerda Rarberg endaði á havsins botni í Reyðhavinum 7. februar 2002. (Vagnur)


