Meiningahornið – Parkeringbøturnar í Føroyum eru alt ov lágar

Mangan er torført at finna parkeringspláss í Havn. (Mynd Vagnur)

Mangan er torført at finna parkeringspláss í Havn. (Mynd Vagnur)

Løgreglan í Føroyum er donsk, men ikki øll lógarbrot vera revsað eins í báðum londunum. Vit hava hoyrt um rúsevnismál, sum verða revsað harðari í Føroyum enn í Danmark. Eg tosaði eftir ólavsøku við klaksvíking, sum eg kenni væl. Hann var komin á ólavsøku, men fann einki parkeringspláss, so hann parkeraði bilin á einum stað, hann ikki hevði loyvi: – Tað kostar ikki allar verðina at parkera bilin her í fýra dagar fyri 200 krónur, segði klaksvíkingurin við einum smíli. Ikki fekk eg at vita, at um hann fekk hvíta seðilin í undir viskaran fyri teir fýra dagarnar. (Skrivað í 2014)

Herfyri sá eg í fjølmiðlunum, hvussu nógvar parkeringbøtur vóru skrivaðar í Havn seinasta ár, og hvussu stór upphæddin var. Stór upphædd. Summi fólk leggja lítið í, um tey mugu gjalda 200 krónur, tí tey onkuntíð kanska hava gloymt at stilla parkeringsskivuna. Ella tey bara taka kjansin og vóna tað besta.

í sambandi við parkeringsbøtur havi eg á Google til stuttleika kannað, hvat tað kostar at parkera ólógliga í Danmark. Har er minsta upphæddin 530 krónur, tí spyrji eg, hví tað er bílagari at parkera í Føroyum, tá løgreglan er donsk. Er tað føroyska politiska skipanin og ikki løgreglan, sum ásetur parkeringsbótina?

Í Havn eru parkingsvørðar, sum hava nógv at gera, tí bilarnir eru nógvir. Haldi, at teir arbeiða allar dagar í viku uttan sunnudag. Eitt feskt dømi hava eg í grannalagnum, har ein bilur stóð heilt vikuskifti á fótgangarateigi uttan at fáa parkeringsbót. Sjálvur havi eg fingið onkra parkeringsbót í býnum, og tá veit eg, at eg havi parkerað ólógliga.

Danir siga, at tað bara er pengapungurin hjá fólki, sum kann minka um ólógliga parkering. Eg haldi, at parkeringsbøturnar í Føroyum eru alt ov lágar, tí hjá summum fólkum og fyritøkum, er 200 krónur ikki stór upphædd. Vit eiga at hækka parkeringsbótini til 400 krónur. Tað er ikki løgreglan men politiska skipanin sum ger av, um parkeringbótin skal hækka ella ikki. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *