Tórshavnar kommuna eigur sleppa ætlanini at byggja hotel í Fossdali

Farleiðing oman í gomlu bygdina og norður í Fossdal er ikki búgvin at taka ímóti stórum virksemi í Fossdalin. (Mynd Vagnur)

Tá tú bjóðar teg fram í politikki, skalt tú eisini læra teg lurta eftir borgaranum, og hetta manglar mangan. Borgarin dugir jú eisini at hugsa. Nú er freistin farin at mótmæla, at byggisamtykt skal broytast í Fossdali, so matstovuvirksemi, gisting og tílíkt kann byggjast við Fossdalsgjógv. Vit vóna, at nýggja býráðssamgongan arbeiðir øðrvísi enn undanfarna samgongan, sum hevði trupulleika at lurta eftir borgaranum. Sund og Skálatrøð eru bara tvey dømi.

Var á Velbaðstað mikumorgunin og hugleiddi eina løtu. Tók mynd av vegakervinum, sum slett ikki lýkur vanlig ferðslukrøv til stórt virksemi við Fossdalsgjógv. Nógvastaðni, sum myndin vísir, eru smalir vegir, har bilar ikki kunnu møtast, ei heldur er gongubreyt. Undanfarna býráðssamgongan gjørdi ikki sítt heimaarbeiði, tá tey ætlaðu at gera nýggja byggisamtykt í  Fossdali. Púra vitleyst at oyðaleggja eitt av vakrasta náttúruøkjum í Suðurstreymoy. Nú er at lurta eftir mótmælunum og bóndunum í økinum.

Koks matstovan kann byggjast við Hotel Føroyar, tí har er nógmikið av plássi, og harvið fær Fossdalur frið. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply