Úr myndasavninum – Nógvu motorsúkklurnar vóru býarmyndir

Góð mynd tikin á Vesturuvág óivað í 1960-árunum. Hesar motorsúkklur vóru vanligar at síggja í gøtunum. (Mynd ?)

Tá eg sá omanfyri mynd á Facebook, kom eg at hugsa aftur í tíðina, ja, aftur í 1960-árini, tá nógvu motorsúkklurnar vóru dagligar býarmyndir í gøtunum. Nú eru stóru motorsúkklurnar mest sum bara til “spæl”, har motorfeløg gera ymsar ferðir bæði í Føroyum og uttanlands. Men soleðis var ikki, tá ið eg var smádrongur. Tá var stórur partur av “akfarparkini” motorsúkklur. Fólk fingu sær motorsúkklur og skutarar, so tey komu skjótari til arbeiðis. Til hesi akfør var átjan ára aldursmark og kravt koyrikort. Fyrst í 1950-árunum slapp meiniga fólkið ikki at keypa bil, tí “valuta” mátti ikki fara av landinum.

Motorsúkklurnar vóru frá 125 cc til 500 cc. Stóru súkklurnar vóru serliga BSA, Nimbus, BMW, Triumph, DK og onnur merki. Smærri motorsúkklurnar vóru serliga MC 125 cc, sum menn koyrdu á til arbeiðis. Tá vit koma seinast í 1960-árini og fyrst í 1970 árini, økjast akførini skjótt, og nógvar av motorsúkklunum og skutarunum fáa pláss í kjallarum og bilhúsum, tí fólk keypa sær bil. 1. januar 2013 vóru skrásett 20.500 privatbilar, og samlaða talið á akførum er nú um 30.000 skrásett akfør. Fyri ári síðani skrivaði eg niðanfyri tekst, sum hóskar væl til myndina omanfyri.

Fara vit aftur til 1960, so vóru 1023 akfør skrásett í Føroyum, og tá eru motorsúkklur við. Í 1960 vóru fáir vanligir persónbilar bara 111 av teímum 1023 akførunum. 208 hýruvognar, 450 vøru- og lastbilar, 236 motorsúkklur, ein brandbilur og ein sjúkrabilur. Í dag eru motorsúkklurnar mest sum bara frítiðarakfør, men í 1960 vóru motorsúkklurnar arbeiðsamboð, og vanligt var at síggja fólk koyra til arbeiðis á motorsúkklu.

Tíggju ár seinni í 1970 broytist prosenttalið av persónbilum. Í 1970 eru akførini 3270 í tali, men nú eru tíðirnar í Føroyum vorðnar so mikið góðar, at meinigi maðurin er farin at keypa sær bil. Í 1970 eru persónbilarnir 1758 av teimum 3270 akførunum, tað vil siga meiri enn helvtin. Vøru-og lastbilarnir eru 613, 56 bussar, 410 hýruvognar og 433 motorsúkklur, og tá eru prutlini ikki tald við. Her sæst eisini, at nú koma fleiri og fleiri bussar til landið.

Ikki veit eg, hvør eigur myndina omanfyri, men tá hon er almenn og liggur á Facebook, so loyvi eg mær at leggja eitt sindur av teksti og hagtølum afturat myndini. Tað kann eingin hava nakað ímóti. Sig endiliga frá, um so er, tí tú brúkar vanliga ikki myndir hjá øðrum uttan loyvi.  (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *