
Áhugavert eisini at síggja, hvussu fólk hava vart seg fyri havalduni, tí tá var eingin brimgarður at verja vágirnar. (Mynd Grafia)
Altíð serligt at spáka á Müllers brúgv og á Tinganesi. Kom at hugsa um mynd í bókini Traðkaðu fólk slóð, sum Finnur Johansen, sáli, so meistarliga lat úr hondum í 2006. Áhugaverd søga, og nøkur av gomlu húsunum standa har enn, hóast 125 ár eru millum báðar myndirnar. Serliga gjørdist er forvitin um málistokkin á plankanum út á vippuna. Plankin má vera gjørdur úr serligum tilfari, tí hann er har enn. Fór at kanna um henda Emil Traber, sum í mong ár mátaði hita í Føroyum bæði í luftini og á sjónum. Hann setti eisini málistokk á plankan at máta flóðina.

Ikki fyrr enn fyrst í 1920 – árunum fóru tey undir at byggja atløgubryggir fram við sjóvarmálan. Plankin er framvegis har. (Mynd Vagnur)
Fara vit til nýggju myndina, so síggja vit varðveitta Müllershús, Kristnastovu, Vertshúsið og Handilsforeingin nú Cafe Natúr. Kom sum smádrongur í húsini hjá frú Müller henda hábærsliga fitta danska konan, tí hon var omma vinmannin dreingirnar hjá Eidin Müller, sum eru Jan, Mikkjal og Frank. Maður frú Müller Hans doyði ungur, og Bibi, sum dreingirnir róptu ommuna, helt fram við reiðaravirkseminum, tá maðurin doyði.
Minnist eisini, at vit keyptu máling í Geilini, og minnist eisini Bajansstovu, sum tey á Lag áttu. Húsini eru tikin niður. Á gomlu myndini er stóra pakkhúsið hjá Evensen ikki bygt. Men aftur til upprunan til Traber navnið í Føroyum. Minnist, at ein Traber búði á Glasheyggi, tí eg var mangan sum ungur við vøru til ein Traber frá Smæruni, og navnið Traber er at finna í Vestmanna.
So at hyggja í bókina Føroyskir fólkaskúlalærarar 1870/1997. Emil Arnold Traber var føddur í Tjæreborg 28. august 1856 og deyður 25. apríl 1925. Pápin var úr Schweiz og mamman úr Flensborg. Eftir læraraútbúgvingina var hann lærari í Vejle í nøkur ár og seinni kom til Føroya at vera lærari í Føroya læraraskúla og Millum- og Realskúla frá 1881 til 1900.
Traber var virkin maður og giftur Sunnuvu Frederikku Thomsen úr Sumba. Hann byrjaði eisini privatundirvísing í handilsskúlagreinum og var eisini eitt skifti bókavørður á Bókasavnium. Áhugavert, at Traber setti upp málistokkin á plankan út á Vippuna, har hann kundi máta flóðina. Hetta er alt søgan, men plankin er har enn. (Vagnur)
