
Havbúgvin og Mýlingur við bryggju á Vesturu bryggju. Tit síggja el-leidningarnar frá skipunum. (Mynd Vagnur)
Áhugavert at fylgja kjakinum um ljóðdálkingina kring landið og serlig á Sundi/Kalbak, í Kollafirði, í Havn, í Ánunum og í Runavík. Heimafriður er felag, sum arbeiðir fyri, at fólk fáa náttarfrið. Øll vita, at fært tú ikki rætta svøvnin í langa tíð, so gert hetta heilsuskaðiligt. Nú kenni eg fólk, sum veruliga pínast av larmandi skipum bæði í Havn og aðrastaðni kring landið. Fyri nú nógvum árum síðani vóru fólk í øði á Argjum og serliga í eysturbýnum, tí russarafloti lá í vikur í Nólsoyarfirði nær Skansaboða og Argjalandi. Russisku skipini høvdu ikki vanligar ljósmotorar, men “generator” festan í høvuðsmotorin, og skipini máttu tí hava høvuðsmotorin gangandi. Hetta er nú søga, men ljóðdálkingin heldur fram. Hevði serliga uppliving á Vestaru bryggju í vikuni í sambandi við ljóðdálking.
Komi nógv oman á Vestaru bryggju, og mitt í viku kom eg fram við línubátunum Mýlingi og Havbúgvanum, har ljósmotorurin í Havbúgvanum larmaði heilt illa. Hugsaði, at óljóðið frá línnbátinum átti at darva undirvísingini í Saltsøluni. Hugsaði ikki meira um hetta, men fíggjakvøldið koyrdi eg túr á Vestarubryggju, og har lógu framvegis bæði Mýlingur og Havbúgvin, og nú var kvirt. Fór úr bilinum at forvitnast, og har sást leidningur frá el-skápi fara umborð á Havbúgvan, og el-kápul úr holið í bryggjuni umborð á Mýling. Ljósmotorarnir slóktir, men har sást ljós umborð, og uttan iva el til okkurt frystarí. Ljós er fingið úr landi. Einki ilt um hvørki Mýling ella Havbúgvan, men bert dømi um, at el kann fáast úr landi.
Nú reikaði tankarnir um ljóðdálking, tí tað er jú politikararnir valdir av fólkinum, sum skulu syrgja fyri, at borgarar trívast. Teir eru valdir av fólkinum ikki bara at útvega meira vinnu, men eisini, at borgarin trívist og tað minsta fær náttarfrið. Sjálvandi veit eg, at munur er at fáa streym umborð á minni fiskiskip enn umborð á tildømis Nørrønu, sum seinasta ár órógvaði stóran part av Havnini á jólum og nýggjárunum. Sjálvandi ber til, sum í øðrum havnum uttanlands, at útvega útgerð, so øll skip kunnu fáa streym úr landi.
Tosaði fríggjakvøldið við skipara, sum í nógv ár fiskaði í Eystursjónum. Hann segði mær, at tá teir komu til lands, og báturin ein 80 tonsari lagdur við bryggju, so vóru bæði høvuðsmotorur og ljósmotorur sløktir. Síðan fingu teir sær streym úr landi, so laternurnar vóru tendraðar og heitt umborð. Havi varhugan av, at viljin ikki rættiliga er til staðar til tess at fáa bilbukt við ljóðdálkingina. Skilji ikki rættiliga, at politikarar sjálvir kunnu sova trygt um náttina, tá teir eru vitandi um, at onnur ikki sova og pínast. At teir vilja hava slíkt sitandi á sær.
Síggi í kjakinum nøkur í kjakinum niðurgera felagið heimafriður. Her er at siga, at hesi fólk slett ikki skilja, hvat málið snýr seg um. Síggi eisini, at landsstýrismaðurin Helgi Abrahamsen hevur havt fund við kommunur um málið. Eitt er heilt vist, at verður einki gjørt munandi, so spøkir hetta mál aftur og aftur. Í míni verður er eitt samfelag ikki bara talan um vinnu, sum nógvir politikarar halda, men eisini umtrivna kring landið. Vóni, at veljarin hugsar um hetta á kommunuvalunum komandi.
Tá alt hetta er sagt, so velst um skip og ljóðdálking. Tað eru ikki ferðamannaskipini, sum eru trupulleikin ella farmaskip, sum liggja nakrar tímar við bryggju. Trupulleikin eru skipini, sum bæði dag og nátt í langa tíð liggja við bryggju og larma, so fólk ikki fáa sovið. Og tað kann ikki vera rætt, at havnarmyndugleikar skovla pening inn í havnarpengum, so ikki kunnu útvega sær útgerðina, so skipini kunnu fáa streym úr landi. Landið eigur at seta krøv til skipaeigarar og kommunur hesum viðvíkjandi.
Sum ein maður segði mær, at tá stór virki á landi kunnu útvega nógvan streym, so kunnu skipini sjálvandi eisini. Kundi hugsað mær at fingið at vita, hvat veruligi trupulleikin er. Kostar tað skipunum ov nógvan pening at keypa sær streym úr landi, ella hví fáa havnarmyndugleikar sær ikki útgerðina, so stóru skipini eisini kunnu binda steymkaðalin í el-kassa á bryggjuna. Eitt er óljóð í vanligari arbeiðstíð um dagin, men um náttina skal vera kvirt hjá fólki. (Vagnur)