
Skúlabørn uttanfyri skúlan hjá Frú Mohr. Løgið at hugsa sær, at hesir næmingar havi gingið í grannalagnum hjá okkum fyri mína tíð.
Tá vit vóru smábørn við Landavegin fyrst í 1950-árunum, sóu vit leivdirnar frá seinna heimsbardaga. Nakrar barakkir stóðu har, og SEV hevði goymslu av longum og stórum el-steyrum liggjandi á betonggrundum, har barkkir einaferð høvdu staðið. Landsbókasavnið og neystið, sum millum annað var fornminnissavn. Men í okkara barnahugaheimi vóru eisini onnur søgulig hús sum tildømis privatskúlin hjá lærarinnunum Frú Rein og Frú Mohr og stóru húsini hjá postmeitaranum Danielsen, sum vit róptu húsini. Skúlarnir hjá Frú Rein og Frú Mohr eru áhugaverdir, tí millum annað hevði mamma okkara gingið í skúla har. Men hvørjar vóru hesar tríggjar systrarnar, sum høvdu áræði at byrja privatskúla.

Privatskúlin hjá Frú Mohr var fyrst í húsunum við Grønlandsvegin, har elsta systirin Anna Trondina byrjaði privatskúla. Anna Trondina og maðurin Palli Joensen fluttu til Noregs í 1916, og tá tók systirin Hansina Rein yvir privatskúlan.
Havi eg skrivað eitt sindur um privatskúlarnar hjá Frú Rein og Frú Mohr, men ikki rættiliga funnið fram til, hvørjar hesar mergjaðu kvinnur vóru. So at leita í bókini Føroyskir fólkaskúlalærarar, og eftir at hava ringt til ymisk fólk, endaði eg í bókini Hugbirtingar frá 1981 eftir Peturi Háberg. Og hetta gjørdist áhugaverdur lesnaður um tær tríggjar systrarnar og lærarinnurnar Frú Joensen, Frú Rein og Frú Mohr.
Tríggjar døtir hjá Ludda í Dali tóku prógv á Føroya Læraraskúla. Elst var Anna Trondina (1874-1966), síðani Anna Sofía (1878-1952) og Hansina (1881-1966). Anna Trondina fór í 1908 undir privatskúla í húsum við Grønlandsvegin, og tá Anna og maðurin Palli fluttu til Noregs í 1916, tók systirin Hansina yvir skúlan, sum hon hevði í egnum húsum við Debesartrøð. Tað kostaði at ganga í privatskúla.

Húsini frá høgru eru tey hjá Sámali og Annu Debes, síðani tey hjá Demmusi og Helenu Hentze, húsini hjá Hansinu og Niels Rein, og so húsini, sum Frú Mohr bygdi sær og hevði skúla í øðrum endanum. Vít síggja eisini húsini hjá Wensili og Miu Hammer og part av húsunum hjá okkum.
Triðja systirin æt Anna Sofía, og hon giftist í 1912 læraranum Jens Martin Mohr heiman av Sandi. Hjúnarlagið var ikki langt, tí í 1918 doyði maðurin, og Anna Sofía rópt Frú Mohr sat eftir við trimum børnum fjøruti ára gomul. Hon kom at hjálpa systrini Hansinu, men tók yvir privatskúlan hjá systrini, og fyrstu árini undirvísti hon næmingum í húsinum við Grønlandsvegin, til hon bygdi sær hús við síðuna av húsunum hjá systrini Hansinu og manninum Niels. Grundøkið fekk Frú Mohr frá teimum báðum, og privatskúlan hevði Frú Mohr frá 1921-1943.
Alt hetta fór fram, áðrenn tú vart føddur, og løgið at hugsa sær nógvu skúlanæmingarnar einaferð í grannalagnum hjá okkum. Minnist væl skúlan hjá Frú Mohr, áðrenn húsini vóru umbygd. Tvær vóru inngongirnar, og mamma segði, at Frú Mohr og tey búðu í suðurendanum, og skúlastovan var í hinum endanum.
Oluf og Dorthea Dam keypa húsini hjá Frú Mohr
Viðvíkjandi skúlanum og húsunum hjá Frú Mohr kom fyrst í 1950 – árunum kvinnan Dorthea úr Sandavági, sum arbeiddi í Blomsturbrá, at leiga kamar í húsunum hjá Frú Mohr. Dorthea og Oluf, sum eisini var úr Sandavági, funnu saman, og tey giftast 27. mars 1955 og komu at búgva í íbúð hjá Hansu og Charles Bærentsen hús í grannalagnum. Nakað seinni frætta Dorthea og Oluf, at dottir Frú Mohr gift enskum hermanni ætlaðu at flyta til Onglands, so Oluf og Dorthe keypa í 1957 húsini hjá Frú Mohr.

Hjúnini Oluf og Dorthea Dam. Børnini frá vinstru eru Josefina, Ben Eli og Marius. (Myndaeigari: Ben Eli Dam.)
Oluf (1926-2004) og Dorthea (1922-2002) fáa fýra børn. Marius Dam 13. desember 1955, sum vit kenna sum lækna og landspolitikarar, Josefinu fødd 12. mai 1957, Ben Eli føddur 9. september 1958, sum vit kenna sum leiðara í Frelsunarherinum, og Erling Dam føddur 10. august 1961. Erling arbeiddi nógv ár sum portørur, nú hevur hann lastvognavirksemi.
Nú var eg eldri enn børnini hjá Olufi og Dortheu og var farin eitt sindur víðari á lívsleiðini, men yngsti beiggi mín Leivur kom nógv í heimið á Ben Eli og teimum, sum hann var vinmaður við. Altíð bara positiv orð um friðarliga húskið í húsunum hjá Frú Mohr, sum vit altíð koma at rópa hesi húsini. Í dag eiga Rakel Helmsdal og tey húsini.
Oluf kom eg at kenna heilt væl, tí hann róði út í frítíðini, og bátur hansara ein Stigfjord lá skamt frá okkara báti við bátabrúgvarnar. Oluf var maskinmaður, sum eg minnist arbeiddi á skipasmiðjuni og seinni á el-verkinum á Sundi. Gott tíðarskeið at minnast aftur á. (Vagnur)