Altíð spennandi at sita á síðulinjuni og fylgja við fyrstu hondbóltsdystunum í bestu deildunum. Hetta verður gjørt til tess at kanna dómaraseðlarnar, tí nógv verður ikki farið í hallirnar. Ein dómaraseðil sigur heilt nógv, tí har sært tú leikgongdina, og hvør skjýtur málini. Kappingarleisturin hjá monnum er broyttur, so nú ræður um at vera millum fýra tey bestu liðini í grundspælinum, ætlar tú tær at vera við í kappingini um meistaraheitið. Hetta er frálíkt. Dómaraseðlarnir higartil boða frá fyrstu áhugaverdu ábendingunum. Eisini frálíkt, at bæði in.fo og jn.fo og Norðlýsið skriva um hondbólt. Vit onnur kunnu gera okkurt glepsið av og á. Men fyrst til manskappingina.
Mest áhugaverda úrslitið higartil var mikukvøldið í Kollafirði millum KÍF og H71, har meistaranir fingu veruligan avsmurning 32-22. Men tá tú hyggur í dómaraseðilin, so sært tú, hví so er. Á H71 var Petur Krogh ikki við, og sum eg skilji lagnum, lærir hann til meiarist hjá MBM og skal tíggju vikur á skúla í Danmark. Hinvegin skeyt útlendski spælarin hjá KÍF Borko Cupara úr Montonegro trettan mál. Hetta er alt áhugavert.
H71 liðið viknar 35% uttan Peter Krogh, tí hann spælir á høgra bakkplássi og er stóri málslúkin á H71 liðnum. Vit sóu hetta seinasta kappingarár, tá Peter kom aftur til Føroya á nýggjárinum. Uttan Petur Krogh vann H71 ikki meistaraheitið, so einfalt er tað.
Finnur Hansson spælandi venjarin hjá Team Klaksvík hevur slóðað fyri nýggja kappingarleistinum í bestu mansdeild, men tað kemur ikki óvart á meg, um Team Klaksvík ikki verður millum fýra tey bestu liðini. Liðið tapti 32-18 fyri Kyndil og tapti mikukvøldið 23-20 fyri Neistanum í Klaksvík. Seinasta kappingarár var liðið ógvuliga óstabilt.
Kyndilsliðið hevur seinnu árini fingið katastrofala byrjan í kappingini. Ì fjør tapti liðið einar fýra útidystir á rað, og fara vit tvey trý ár aftur í tíðina, so var liðið darvað av spælaraloyvum og upphaldsloyvum. Ì fjør fekk liðið ikki luft undir veingirnar, fyrr enn David Edvardsen kom aftur til Føroyar. Hann er ikki enn tøkur á kyndilsliðnum, men ein David ikki í so góðari venjingar hevur tó stóran týdning fyri eitt lið, tí hann spælir á høgra bakki sum vinstrahentur spælari og hevur skil fyri spælinum. Nú hevur Kyndil fingið betri byrjan við sigri á Team Klaksvík og javnleiki 21-21 mikukvøldið í Klaksvík.
Sum eg síggi spælarahóparnar higartil, so kann KÍF gerast eitt spennandi lið við Borko, Hans Eli, Ási og øðrum. Borko var jú ikki á KÍF liðnum, tá liðið tapti 24-18 fyri Neistanum í fyrsta dystinum. H71 liðið við Peter Krogh á liðnum seinni verður millum fýra tey bestu liðini og eisini Neistin, sum hevur sama lið og í fjør. Síggi at spælahópurin hjá StíF er nakað smalur, sum kann gera, at torført verður at koma í endaspælið. VÍF er har við næsta sama liði.
Jú, vit fáa eina spennandi manskapping í vetur, sum kemur at standa og fella við ávísum lyklaspælarum. Hoyrdi onkran siga, at H71 og Neistin eru fyrstu favorittar at koma millum fýra bestu liðini, meðan Kyndil og VÍF fara við triðja og fjórða plássinum. Men her eri eg ikki heilt samdur. Hatta KÍF liðið við Borko Cupara á liðnum er við í kappingini, meðan eg ivist stórliga í StÍF og Team Klaksvík. Men hetta eru alt gitingar.
Annars dámar mær ikki, at summi lið hava heilar sekstan spælara á dómaraseðlinum, har sjey spæla á vøllinum, meðan níggju sita á beinkinum. Tú hvørki mennist ella gerst betri spælari at sita á beinkinum, og tú tekur ikki ein ungan spælara við á liðið uttan tú ætlar at brúka spælaran. Alt gott um nýggja kappingarleistan, men tað er ómetaliga keðligt fyri kappingina, at vit ikki hava kapping um at flyta niður í lægri deild, sum eisini er partur av menningini. Men hetta kunnu vit ikki gera nakað við, tí einki lið eru at flyta upp. (Vagnur)