
Smyril frá 1967 var longu frá byrjan ov lítil og ótíðarhóskandi til Suðuroyarsiglingina. (Mynd Tórshavnar Skipasmiðja)
Vit fylgdu væl við, tá Tórhavnar Skipasmiðja í 1967 bygdi nýggja Smyril til Suðuroyarsiglingina. Skjótt sóu vit, at skipið sýnist alt ov stutt serliga har afturi. Søgur gingu tá um, at økið við skipasmiðjuna var ov stutt niðan ímóti Hornabø til tess at byggja longri bát, tí kom báturin at síggja soleiðis út. Hetta fari eg at spyrja fyrrverandi stjóran um, næstu ferð eg vitji hann. Smyril, sum tók 250 ferðafólk, fór av bakkastokki í 1967. Smyril kundi eisini gera stuttar uttanlandsferðir, og hann gjørdi fleiri ferðir til Scalloway í Hetlandi, men tá hevði hann bert loyvi at taka trýs ferðafólk.
Longu tá ið Smyril fór av bakkastokki í 1967, var greitt, at hann var ov lítil og ikki tíðarhóskandi til Suðuroyarsiglingina. Tíðirnar um hetta mundið broyttust til tað betra í Føroyum, og longu í 1975 keypti Strandferðslan ferjuna Morten Mols, sum var navngivin Smyril. Seinni kom ferja av sama slagi, sum fekk navnið Teistin, sum fór í fasta rutu til Skotlands. Hetta var rættilig kollvelting, tí nýggi Smyril kundi eisini flyta nógvar bilar millum oyggjarnar. Gamli Smyril fekk navnið Dúgvan og var í 1980 til seld Guinea. (Vagnur)