
6-mannafarið Rádni vann allar róðrarnar í fjør,og vann eisini á norðoyastevnu, men á jóansøku gekk ikki. Her veður báturin flotaður á jóansøku. Vinna tær sær fyrsta plássið aftur í Hósvík? (Mynd Hvannrók)
Veðrið er stórur viðspælari í kappróðri, og tá stundar til FM-róðrar er at hyggja at, hvat veðurgudarnir siga um veðrið. Eg havi í morgun ringt til staðkendan í Hósvík, og gerst tað, sum veðurgudarnir siga, so er ættin mikukvøldið landnyrðingur tríggjar til átta metrar um sekundið. Landnyrðingur er besta ætt til kappróður í Sundalagnum. Gerst lítið lot, so fáa bátarnir vindin inn á lærbekk aftan og kanska eitt sindur av undanvindi. Hvat kunnu vit so vænta okkum í Hósvík? Tá eg metti um úrslitini seinast í Hósvík, gitti eg ein nýggjan vinnara og í mesta lagi tveir. Á jóansøku fingu vit tríggjar nýggjar vinnarar, og í øðrum róðrum gjørdist nógv tættari. Manningarnar høvdu jú fýra vikur frá á norðoyastevnu at bøta sær um úrslitini. Mín meting er, at í Hósvík eru bara tríggir tryggar manningar, og tað eru Jallurin við kvinnum, Fípan Fagra við dreingjum og Klaksvíkingur. Vit gleða okkum til mikukvøldið.
Men fyrst til matarborðið á Tvøroyri, har Hanus Kürberg hjálpari í Havnar Róðrarfelag fær sær ein bita eftir róðrarnar. Blíðskapurin var frálíkur á Tvøroyri, men bara spell fyri fyrireikararnar, at vit mistu ein tíma á vágni. Men tá gongd kom á, gekk helt væl at avgreiða róðrarnar. Nú venda vit kikaran til Hósvíkar mikukvøldið, og fara vit fyrst til barnaróðrarnar, so kann alt henda í Hósvík. Bátarnir eru tættari frammi í oddinum, og tá eg veit, at nakrir rógvarar í fremstu bátunum eru farnir at ferðast við foreldrum, og aðrir koma umborð, so kann sjálvandi alt henda. Spennandi.

Síladreingirnir eru stinnir. Spennandi, um teir kunnu geva Fípuni Føgru enn meira kapping. (Mynd Hvannrók)
Eftir norðoyastevnu yppaði eg øksl og hugsaði, at í summar gerst keðiligt, tí somu bátar vinna aftur og aftur, men á jóansøku broyttist tíbetur nógv. Firvaldur við gentum vann allar róðrarnar í fjør og eisini á norðoyastevnu, og tær vunnu eisini øll ódnartøkini í vár. Men á jóansøku mundi Drekin tikið Firvald á mállinjuni, tí er spennandi, hvat Drekin kann gera í Hósvík. Dreingirnir umborð á Fípuni Føgru vinna í Hósvík og uttan iva við Sílinum nummar tvey.

Sum landið liggur í løtuni, so talar alt fyri, at Jallurin við kvinnum vinnur allar róðrarnar í summar. (Mynd Hvannrók)
Kvinnurnar umborð á Jallinum eru so mikið stinnar, at tær vinna uttan iva allar róðrarnar í summar, og vónirnar hjá okkum í Álakeri eru minkaðar, eftir at kvinna á toftubekki er skadd. Uppgávan hjá Drekanum er at vinna sær annað plássið aftur, sum Erla kongsdóttir tryggjaði sær á jóansøku. Spennandi at síggja. hvat 6-mannafarið Hvessingur við monnum, sum vann á norðoyastevnu, kann gera á heimasjógvi. Eg rokni heilt vist við, at Hvessingur hevur góðar møguleikar at vinna, sjálvt um Sundabáturin vann á jóansøku. Eisini spennandi at síggja.

So tryggan sigur vann Hvessingur á norðoyastevnu, men við fýra vikum meiri venjing, vann Sundabáturin á Jóansøku. Hvat kann Hvessingur gera á heimasjógvi. (Mynd Hvannrók)
Vit koma at síggja harðan dyst millum Sølmund og Rádna 6-mannafør við kvinnum. Kenni eg tær rætt umborð á Rádna, so koma tær stetkt aftur. Serliga legði eg merki til á jóansøku, hvussu nógva orku tær umborð á Sølmundi høvdu seinast í róðrinum. Hvat ger Rádni við hetta? Á veddingarskjalið seti eg ein kross.
Sum 8-mannafarsróðurin er áhugaverdur og spennandi at síggja. Heilt javnt var á norðoyastevnu millum Argjabátin, Tofta Regin og Árnfirðing, har Argjabáturin dró longsta stráðið. Fýra vikur seinni á jóansøku vann Tofta Regin tryggan róður. Teir umborð á Argjabátium og Árnfirðingi mugu finna fram “turboina”, skulu teir basa Tofta Regini í Hósvík, sum er heilt væl fyri í løtuni.
Klaksvíkingur vinnur í Hósvík, men so giti eg, at raðfylgjan gerst ikki hin sama sum á norðoyastevnu og á jóansøku. 10-mannaførini eru vorðin javnari, og tey gerast enn javnari í Hósvík, har hørð kapping verður um annað plássið. Spennandi at fylgja róðrunum, og vónandi gongst væl at avgreiða róðrarnar. (Vagnur)



