Nær veittrar Dannebrog fyri seinastu ferð í Føroyum?

Allahalgannadag veittraðu tey so vakurt í grannalagnum. (Mynd Vagnur)

Allahalgannadag veittraðu fløggini so vakurt í grannalagnum. (Mynd Vagnur)

Vit í grannalagnum eru nærmasti granni til MRCC Tórshavn, Brunaeftirlitið og “Artisk kommando Færøerne. Stovnarnir halda til í Telegrafstøðini við Tinghúsvegin. Virksemið hjá Færøernes komando í Føroyum er tódnað burtur í næstan einki. Eingin Natostøð í Mjørkadali og Marinustøðin við Hoyvíksvegin bleiv til Tjarnagarð. Verjuskipið er tó enn í Føroyum, og tað er stovnurin við Tinghúsvegin, sum umsitir Verjuskipið. Eg síggi báðar flaggstengurnar hvønn dag. Onkuntíð veittrar bara Dannebrog, onkuntíð bara føroyska merkið, og Allahalgannadag 1. november veittraðu bæði fløggini so vakurt í fríska lotinum. Ikki so nógv ár síðani, at Dannebrog veitraði ymsastaðni í býnum ávísar dagar. Millum annað í bispagarðinum, hjá ríkisumboðnum, á Marinustøðin og í húsum yviri við Strond, sum Færøernes kommando átti. Nær Dannebrog veittrar fyri seinastu ferð í Føroyum á donskum stovnum, er torført at spáa um, tí tá føroyingar ikki ein gang klára at byggja sær eina løgreglustøð í høvuðsstaðnum, so verður seinur dag, at danska merki hvørvur úr Føroyum. Myndin omanfyri er tikin Allahalgannadag. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *