Úr myndasavninum – Kappróðurin missir eisini frálíkar rógvarar í bestu árum

Sílakvinnur fara her um málið á ólavsøku 2008.

Sílakvinnurnar fara her um málið á ólavsøku 2008. Góð mynd av róðurskvinnuni, sum hyggur yvir í málbilin.

Í dag er 1. mars, og nú merki eg, at tað veruliga stundar til nýtt kappróðrarár. Fólk hava spurt meg, hví áhugin er so stórur fyri kappróðri og spyrja meg, um eg havi róð sjálvur. Nei, eg havi ikki róð sjálvur men stýrdi Sílinum, Ørvi og Sølmundi sum trettan, fjúrtan og fimtan ára gamal, áðrenn eg kastaði meg yvir hondbóltin. Av tilvild kom eg aftur í Havnar róðrarfelag í 1996, men líka síðani frá fyrst í 1980 árunum havi eg skrivað um kappróður. Og minnini frá kappróðrinum eru sterk og góð.

Tá eg av tilvild kom at stima við Havnarbátinum í 1996 tendraði aftur ein kappróðrarneisti í mær, sjálvt um eg havi skrivað nógv um kappróður í mansaldur. Nú gjørdist alt øðrvísi, tí nú var eg partur av eini manning í fleiri ár. Frá 1996 og nógv ár fram stimaði eg mest sum hvørt venjingarkvøld við Havnarbátinum. Vit vunnu FM-heitið í 1996, 2001 og 2004 og eisini róðrar onnur ár, sum eru av størstu ítróttahendingum í mínum ítróttalívi. Nú er alt øðrvísi, tí kappróðrarbátar hava ferðmátarar í bátinum, og øll venjingartøl verða løgd inn á teldu.

lklklklkolk

Sílið 2008 eftir ólavsøkuróðurin. Standandi f.v: Kristina Sørensen, Kirstin Clementsen, Fríða Olsen og Rúna Jakobsen. Fremst fr.v: Ann Fríða Jacobsen, Ingunn Jensen og Hidigunn Niclasen. (Mynd Vagnur)

Umframt Havnarbátin hjálpti eg eisini øðrum manningum, men ikki so nógv sum Havnarbátinum. Var tøkur, tá manningar vildu taka livandi myndir av venjingini, so okkurt kundi rættast umborð. Summar manningar fylla meira enn aðrar í mínum hugaheimi, og skal eg bara nevna tvær manningar, sum eg hevði stóra virðing fyri. Vit venda kikaran aftur til róðrarárið 2008, tá bátar hjá Havnar róðrarfelag vunnu fýra FM-heitið.

Drekina í fjarðastevnu í Vestmanna 2008.

Drekin í fjarðastevnu í Vestmanna 2008. (Mynd Drekin)

Eg vil nevna genturnar umborð á Drekanum, og kvinnurnar umborð Sílinum. Tvær serliga manningar, sum hildu væl saman róðrarárið 2008, sum endaði við, at manningarnar báðar skipaðu fyri Gallaveitsluni hetta árið. Spell fyri okkum á síðulinjuni at missa flestu av hesum gentum og kvinnum í róðrarhøpi, tí tær fara flestar av landinum í lestrarørindum. Hugsi mangan um, at hesir rógvarar vóru slett ikki komnir í besta róðraraldur.

jkjkjkjkj

Drekin eftir ólavsøkuróðurin 2008. St.f.v: Elin Sofía á Tjaldrafløtti, Rakul Sørensen, Elisabeth Jacobsen og Konni Kass. Fremst f.v: Fríða Vestergaard, Esther Djurhuus og Jenny Poulsen. (Mynd Vagnur)

Genturnar umborð á Drekanum vóru longu serligar í barnaróðrinum, og eg minnist, tá tær fyrsta árið sum gentur vunnu róðurin á jóansøku. Tað var, sum hesar gentur høvdu vunnið heimsmeistaraheitið, so fegnar tær vóru. Tær vunnu bara eina róðurin hetta árið, men árið eftir gjørdu tær bart. Eisini hugaligt at minnast aftur á, hvussu foreldrini stuðlaðu gentunum á hvørjari stevnu.

Her eru kvinnurnar farnar í gallaveitslu í 2008, sum tær sjálvar skipaðu fyri. (Mynd Christopher)

Her eru kvinnurnar farnar í gallaveitslu í 2008, sum tær sjálvar skipaðu fyri. (Mynd Christopher)

Sílakvinnurnar hava róð í mong ár í Havnar róðrarfelag og vita, hvat skal til at vinna ein róður. Tær vandu hart, tær bæði runnu og vandu styrkivenjingarnar. Vóru ómetaliga væl fyri við kønari kvinnu afturi í rong. Hæddarpunktið var á ólavsøku 2008, tá ið báðar manningarnar vunnu ólavsøkuróðurin og harvið FM-heitið.

Tí verri fóru drekagenturnar í allar ættir. Sílakvinnurnar, har nakrar eisini róðu eitt skifti við Gongurólvi, fingu nakrar børn, og summar fóru av landinum. Hugurin hjá hesum kvinnum er so mikið stórur at rógva, at tær seinasta ár róðu nakrar FM-róðrar. Frálíkir rógvarar og vónadi síggja vit nakrar av teimum aftur í summar. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *