Nu er kærufreistin farin í sambandi við skriviborðstigini, og HSF hevur endaliga staðfest og rættað stigatalvuna í bestu kvinnudeildini. Um vikuskiftið var eingin toppdystur, men í næstum skulu øll trý toppliðini Neistin, Kyndil og VÍF til Vágs. Endaspælið er komið so mikið langt, at einki av liðunum hevur ráð at tapa fyri VB í Vági, um tey ætla at náa FM-finaluplássunum. Tí kunnu vit siga, at VB kvinnur hava lykilin, hvat av teimum trimum toppliðunum framhaldandi kunnu náa FM-finalunum. Longu sunnudagin skal VÍF til Vágs.
Hesuferð nevna vit ikki vunnin stig men tapt stig. Stigatalvan sigur nú, at Neistin hevur tapt sjey stig, Kyndil átta, VÍF tíggju og VB trettan stig. Á pappírinum hevur Kyndil og Neistin óivað torførast leikskránna, tí Kyndil og Neistin skulu til Vágs og bæði liðini til Vestmanna. Longu sunnudagin 1. mars spæla VB og VÍF í Vági. 6. mars skal Neistin til Vágs og 8. mars skal Kyndil til Vágs. Øll toppliðini hava fyrr í vetur spælt í Vági, og VB vann 30-27 á VÍF og vann 25-20 á Kyndli. Neistin vann í Vági 31-27 á VB.
Tú kanst siga, at fyrst í mars mánað fáa vit at vita, hvussu gongst hjá toppliðunum í Vági. Men eftir hetta skulu Neistin, VÍF og Kyndil eisini spæla hvør ímóti øðrum seinastu dystirnar í grundspælinum. 15. mars spæla VÍF og Neistin í Vestmanna, 19. mars Kyndil og Neistin og 29. mars VÍF og Kyndil í Vestmanna. Øll trý liðini kunnu gera av sjálvi, um tey skulu í FM-finalurnar. Áhugavert er eisini at síggja, at innanhýsisúrslit kunnu eisini gerast partur av spenninginum serliga millum Kyndil og VÍF, har VÍF í løtuni er betri fyri. Serliga VÍF spælir hvønn dyst við rygginum móti múrinum, tí liðið liggur tvey stig frá Kyndli og trý stig frá Neistanum.
Í annað kvøld spæla Søljan og VÍF, og eftir hetta hava Neistin, Kyndil og VÍF spælt seytjan dystir. Komi júst at hugsa, um VB megnar at reisa seg og geva toppliðunum tað mótstøðu, sum liðið gav teimum fyrr í vetur. Eitt veingjaskert VB liðið, sum eftir mínum tykki hevur fingið alt ov lítið burtur úr kappingarárinum higartil. Spennandi at fylgja seinastu kvinnudystunum í grundspælinum. (Vagnur)
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 17 | 484 | 326 | 158 | 27 |
| 2 | Kyndil | 17 | 418 | 315 | 103 | 26 |
| 3 | VÍF | 16 | 456 | 345 | 111 | 22 |
| 4 | VB | 16 | 418 | 340 | 78 | 19 |
| 5 | StÍF | 17 | 387 | 364 | 23 | 14 |
| 6 | Stjørnan | 17 | 321 | 446 | -125 | 8 |
| 7 | Søljan | 16 | 157 | 505 | -348 | 0 |
