Føroyingar mugu steðga at blaka virðismiklan mat aftur í havið

llklk

Landsins myndugleikar skulu ikki finna seg í, at so nógvur matur fer aftur í havið. (Mynd Vagnur)

Øgilig sjón at síggja í sjónvarpinum høvd, uggar og innvølir flóta um trolaran Enniberg. Hetta er alt virðismikil matur, sum fer aftur í havið. Úr høvdinum fáast kjálkar og lippur, og restina av høvdinum kundi fara á virkið í Lorvík og síðani selt til Nigeria. Tað sama uggarnir, og síðani beinagrindin, sum kundi verið malið til mjøl. Umframt livur og rogn, fáa norðmenn eisini nógv burturúr innvølinum í fiski. Føroyingar grýta alt hetta aftur í havið. Hetta líkist ongum, og tað er løgið, at landsins mynduleikar geva loyvi til slíkt. Talan er um hundraðtals milliónir krónur, ja, onkur sigur eina milliard krónur, síðani føroyingar byrjaðu at fiska í Barentshavinum. Fyrr í vetur skrivaði eg niðanfyri grein.

Meiningahornið – Alt ov nógvur matur fer aftur í havið 

Tá ið eg um dagarnar síggi snotuliga trolaran Enniberg við nýggjum motori og fullfermdur komin aftur úr Barentshavinum, hugsi eg um allan matin, sum fer aftur í havið. Lippur, kjálkar, rogn, uggar, livur og ryggir, sum kundu verið malin til mjøl. Eg havi hoyrt onkran sagt, at flakið er bara 30/35% av fiskinum, restin fer aftur í havið. Klaksvíkingar royndi seg við nýggjum Skálabergi, har allur fiskurin kom til høldar, men trolarin varð seldur av landinum.

Ein toskur er annað enn bara kílaskorna flakið.

Ein toskur er annað enn bara kílaskorna flakið.

Føroyingar fara til Noregs at kryvja fisk, sum bara er blóðgaður, tá ið hann kemur inn á virkið. Síðani verður allur fiskurin gangnýttir eisini innvølurin. Eg hugsi um nógva góða matin, sum fer aftur í havið. Her er talan um hundraðtals tons av góðum mati, men Enniberg og hinir trolararnir, sum fiska í Barentshavinum, eru ikki bygdur at gagnnýta allan fiskin. Onkur av manningini sker sær óivað nakrar kjálkar ella lippur, men annars fer bara flakið í fystilastina, restin fer aftur í havið. Hetta er løgið í mínum hugaheimi.

Eg sá einaferð nakrar myndir inni hjá ommu míni við Landavegnum av nøkrum monnum, sum vóru við slupp antin undir Íslandi ella Grønlandi. Tveir menn standa við hvør sínum toski, har teir halda upp undir toknirnar. Toskarnir vóru næstan eins langir og menninir. Sagt varð, at toskarnir eru so stórir, tí toskurin í øldur fekk frið fyri allari veiðu og doyðu at enda av elli.

Havi eisini lisið í bók, at tá ið føroyingar firndini komu aftur av floti, varð fiskurin ikki kruvdur í bátinum, tí alt av fiskinum skulu nýtast. Umframt, at uggi, sporl og alt á høvdi varð etið, var soðið frá kokaða fiskinum givið neytunum, og innvølurin nýttur sum tøð og nakað hjá hønunum at skava í. Eg haldi, at tað er løgið, at fólk slett ikki gera sær far um, hvussu nógvur matur í veruleikanum fer aftur í havið frá trolarunum í Barentshavinum, tá ið vit daglliga hoyra um burðardygga veiðu. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *