Skriviborðstigini kunnu koma at gera av FM-finaluplássini

VÍF kann nú sjálvt gera av, um liðið skal spæla FM-finalurnar. (Mynd Álvur)

VÍF kann nú sjálvt gera av, um liðið skal spæla FM-finalurnar. (Mynd Álvur)

Mikukvøldið vóru fleiri spennandi og týdningarmiklir hondbóltsdystir í bestu deildini. Tvey óvæntað úrslit, tí ikki hevði eg roknað við, at VÍF kvinnur vunnu so tryggan sigur á Kyndli, og at VÌF menninir máttu lúta fyri Kyndli, sum júst hevði tapt fyri H71. Ì Klaksvík vann Neistin á Team Klaksvík og í Kollafirði vann H71 á KÍF. Hyggja vit í stigatalvuna, sum hjá kvinnum ikki enn er eftirfarandi, so kunnu skriviborðstigini í tveimum dystum koma at gera av, hvørji lið spæla FM-finalurnar í apríl mánað.

Ì dag ella í morgin verður óivað stigatalvan hjá kvinnunum broytt soleiðis, at Kyndil fær tvey stig, og Neistin missir tvey stig. Tað vil siga, at Kyndil er á odda við 26 stigum, Neistin nummar tvey við 25 stigum og VÍF nummar trý við 22 stigum. Kyndil hevur spælt seytjan dystir, meðan Neistin og VÍF spælt sekstan dystir. VÌF spældi mikukvøldið við rygginum ímóti múrinum, tí bara ein sigur kundi varðveita møguleikan at spæla finaludystirnar. Við sigrinum kann VÍF nú sjálvt gera av, um liðið kemur í FM-finalurnar. Í innanhýsisdystum millum Kyndil og VÍF er VÌF nú frammanfyri.

Neistin var á tryggjari finalukós, men mistu tvey stigini gera, at Neistin ikki kann tilláta sær at tapa dystir. VB sum hevur mist FM-flogið kann gera rumbul í kappingina, tí øll toppliðini skulu spæla ímóti VB og StíF, sum fær góð úrslit á heimavølli. Sjálvt um VÍF vann á Kyndli, so liggja Kyndil og Neistin framvegis best fyri at ogna sær FM-finaluplássini.

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 VÍF 16 443 378 65 24
2 Kyndil 17 391 345 46 23
3 H71 16 400 346 54 21
4 Neistin 17 418 448 -30 16
5 KÍF 16 419 425 -6 15
6 StÍF 16 394 429 -35 9
7 Team Klaksvík 16 357 451 -94 6

At mansliðið hjá  Kyndli vann á VÌF førir til, at VÌF ikki er so trygt í toppinum sum einaferð fyri jól. H71 og Kyndil fylgjast um at náa FM-finulurnar. Og tá vit hugsa um, at VÌF er í lítlum aldudali, og fleiri toppdystir eru eftir spæla, so er vónleyst at gita, um tað verða VÍF, Kyndil ella H71, sum spæla FM-finalurnar. Sum vit síggja á stigatalvunum, so kunnu skriviborðstigini broyta alla myndina. Kyndilsmenn hava mist tvey stig og kyndilskvinnur fáa tvey stig á skriviborðinum. Spell fyri kappingina. (Vagnur)

KÍF – H71 18 – 27 (7-12) Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum

Málskjúttar KÍFs: Rúni Joensen 5, Tony Weyhe 4, Hans Eli Sigurbjørnsson 4, Ási Dam 3, Rógvi Weihe 1 og Fríði Weihe 1

Málskjúttar H71: Mark L Marcher 6, Tróndur Arge 4, Pætur Thomsen 3, Hallur Bikopstø 3, Hans Kári Hansen 2, Jesper Pedersen 2, Helgi Hoydal 2,  Rúni V. Højgaard 1, Bogi G. Davidsen 1, Sigmundur Dahl 1, Sigmundur Nolsø 1og Hilmar Jakobsen 1

Kyndil – VÍF menn 24 – 22 (11-9) Dómarar: Gert Hansen og Heri Petersen

Málskjúttar Kyndils: Andrias Sólsker 6, David Edvardsen 5, Julian Johansen 5, Finnur Hansen 3, Hans Áki Dal Christiansen 2, Torvald Abrahamsen 1, Høgni Klein Olsen 1 og Eirikur Simonsen 1

Málskjúttar VÍFs: Filip Jojic 7, Áki Egilsnes 6, Julian Olsen 4, Andrias Eriksen 3, Mads Eriksen 1 og Hans Chrstophersen 1

Team Klaksvík – Neistin 24 – 32 (13 – 15) Dómarar: Eyðun Samulsen og Thomas J. Thomsen

Málskjúttar Team Klaksvík: Bogdan Florea 7, Jens Pauli Mohr 5, Vilhelm Vilhelmsen 4, Otto Jacobsen 3, Beinir Johannesen 3, Dánjal Kjærbo 1 og Ari Magnussen 1

Málskjúttar Neistans: Rói Berg Hansen 9, Andras Joensen 6, Teitur Magnussen 5, Torkil Hentze 5, Jugoslav Djumic 4, John í Innistovu 3, Rasmus Müller 1 og Hjalti í Jákupsstovu 1

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 16 474 323 151 27
2 Kyndil 17 436 337 99 24
3 VÍF 16 456 345 111 22
4 VB 15 391 318 73 17
5 StÍF 16 366 332 34 14
6 Stjørnan 15 273 409 -136 6
7 Søljan 15 147 479 -332 0

Kyndil´- VÍF kvinnur 17 – 27 (6-11) Dómarar: Gert Hansen og Heri Petersen

Málskjúttar Kyndils: Marianna G. Eystberg 6, Ásleyg Súnadóttir 3, Anna Brimnes 3, Turið Samuelsen 2, Anna Sofía Mohr 1, Bjarta Johansen 1 og Randi Wardum 1

Málskjúttar VÍFs: Liljan Djurhuus 12, Adina Ghidoarra 5, Eilin Hansen 3, Elisa Leo 2, Tóra Seloy 1, Agnas Olsen 1, Beinta Sveinbjørnsdóttir 1, Rakul 1 og Daniella Joensen 1

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *