
Árni og Tóki eru væl nøgdir við fótbóltsskúlan. Ein avbjóðing at koma til Havnar í fótbóltsskúla. (Mynd Vagnur)
Í Gundadali fríggjamorgunin hitti eg fýra ungfólk, sum ganga í 8. flokki, og sum júst vóru komin úr skiftingarrúmunum og á vøllin at venja fótbólt í hálvanannan tíma. Tey ungu eru Árni Sarvendra Hansen úr Miðvági, Tóki Klakk Olsen úr Syðrugøtu og genturnar Julia Helena Dal Henriksen og Maria Reinert Simonsen úr Havn. Hetta skuldi gerast hugnaligt prát við fótbóltsspælarar, sum ikki angra, at tey valdu fótbóltsskúlan. Um hálvthundrað ung ganga í 8. og 9. fólki í Tórshavnar kommunuskúla, sum hava valt fótbóltsskúlan, og sum í framtíðini skulu halda til nýggju skúlahølunum í húsunum hjá Fótbóltssambandinum.
Eg spurdi fyrst teir báðar Árna og Tóka, nær teir fara upp um morgunin, tí skúlagongdin byrjar jú klokkan 7.45 í Havn. Fyrst Áki: – Eg búgvi í Miðvági og fari úr songini fyri klokkan seks um morgunin. Tá pápi, sum siglir, er heima, koyrir hann meg, annars fari eg við bussinum til Havnar. Mær dámar væl at spæla fótbólt, og eg angri ikki, at eg valdi fótbóltsflokkin í Havn. Higartil eri eg væl nøgdur, tí vit læra nógv, vit hitta aðrar næmingar, og tað er stuttligt, sigur Árni. Tá eg spyrji hann, nær hann fer í song um kvøldið, smílist hann. – Tey siga, at eg fari ov seint í song, tá eg skal so tíðliga upp um morgunin.
Tóki kemur longu leiðina úr Syðrugøtu til Havnar. – Eg fari eisini úr songini fyri klokkan seks um morgunin. Mamma og pápi arbeiða bæði í Havn, so eg koyri við teimum til Havnar. Fótbóltsskúlin er stór og góð avbjóðing fyri meg, og eg angri ikki, at eg í fjør valdi at fara í 8. flokk í Havn. Eg læri nógv, hitti onnur ung, og tað er eisini stuttligt. Eg ætli mær eisini í 9. flokk í Havn. Vit venja hálvanannan tíma fótbólt fýra dagar um vikuna, og fimta dagin hava vit lívfrøði og evnafrøði, har vit læra, hvussu vit eta rætt, og hvussu vit skulu liva, tá ið vit venja nógvan fótbólt. Mær dámar so væl við fótbóltsskúlanum, at tað góð “disiplin” kanska meira enn í vanligum framhaldsflokki, sigur Tóki.
Eisini hitti eg tvær fyrikomandi ungar gentur í ítróttaklæðum. Bara tvær gentur vóru millum allar dreingirnar. Eg spurdi tær fyrst, hví so fáar gentur velja fótbóltsskúlan, og hví so stórur frágangur er í gentufótbóltinum, tá genturnar nærkast um fimtan sekstan ára aldur. Fyrst Julia Helena: – Eg íðki ikki annan ítrótt, so fótbóltur er mín ítróttagrein. Haldi, at genturnar kom í ein trupuleika í aldrinum, tú nevnir, tí gentur mugu tá velja, um tær spæla fótbólt ella tildømis hondbólt ella aðra ítróttagrein. Genturnar koma í tvístøðu, og so velja tær aðra ítróttagreinina frá. Mær dámar væl fótbóltsskúlan, og eg havi einki ímóti at venja saman við dreingjunum. Vit læra nógv, og tað er stuttligt, sigur Julia Helena.

Fótbóltsflokkarnir skulu í framtíðina halda til í skúlastovum í nýggja bygninginum hjá FSF: (Mynd Vagnur)
Maria hevur íðkað aðrar ítróttagreinar millum annað gjørt fimleik, men nú spælir hon bara fótbólt, og hon sigur: – Keðiligt at fleiri gentur gevast, og at so fáar gentur velja fótbóltsskúlan, men eg havi heldur einki ímóti at venja saman við dreingjunum, sum fittir taka væl ímóti okkum. Vit báðar spæla í HB U14 ár og U17 ár. Eg angri í hvørfall ikki at hava valt fótbóltsskúlan, sigur Maria at enda
Fótbóltsskúlin er samarbeiði millum Tórshavnar kommunuskúla og Fótbóltssambandið. Kommunuskúlin setir lærarar og gjaldir teimum, meðan FSF letur hjálparvenjarar, útvegar bóltur klæði og annað sum eitt slag av stuðli til fótbóltsátakið hjá Tórshavnar kommunuskúla. Umleið hálvthundrað næmingar ganga í fótbóltsflokkunum. Í 8. flokki koma ikki so nógvir næmingar úr øðrum skúlum til Havnar, men í 9. flokki eru heilt nógvir næmingar sum tildømis koma heilt av Toftum til Havnar í fótbótlsskúlan.
Aðrastaðni í Føroyum royna tey seg eisini við fótbóltsskúla ella ítróttabreyt. Í Klaksvík, Rúnavík, Vágum og í Suðuroy, men fótbótsskúlin ella ítróttabreytin verður ikki skipað eins í øllum plássum. Umframt, at fótbóltur telur nógvar tímar á tímatalvuni hjá næmingunum í fótbóltsskúlanum, so hava næmingarnir vanligu lærugreinarnar, sum krevjast í framhaldsdeildini. (Vagnur)
