Í morgun spákaði eg mær í Gundadal til tess at vita, hvussu gongst at gera nýggja áskoðaraskýlið á Tórsvølli. Jú, har vóru arbeiðsmenn, lyftir og gravmaskinur, og nú leggja teir seinastu hond á áskoðaraskýlið eystureftir. Tak er komið yvir áskoðaraplássini eystureftir og suðureftir.Tórsvøllur er um at fáa altjóða skap.
Annað stórt arbeiði fer eisini fram á økinum, tí nýggja húsið hjá Fótbótlssambandinum og hallirnir har á leiðini skulu hava fjarhita. Stór bjálvað rør verða løgd í lendið. Fjarhitin fer at koma frá fyribils hitastøð, sum er gjørd skamt frá. Men alt skal seinni bindast í høvuðsleidningin, sum Fjarhitafelalagið skal leggja í Sundsvegin. Tey siga, at høvuðsleidingurin er komin oman til Berjabrekku við Mylnuna. Alt um fjarhita í Gundadali er komið í rættlag, tí nýggja bygningurin hjá BankNordik skal hava fjarhita.
Nýggja húsið hjá Fótbóltssambandinum er stórt. Í fyrstu hædd er millum annað matstova, og tú sært skúlastólar og skúlaborð í næstu hædd, har fótbóltsskúlin skal halda til. Eini hálvhundrað skúlanæmingar í 8. og 9. flokki hava valt fótbólt á tímaskemaði, og næmingar koma bæði úr Norðsteymoy, Vágum og Eysturoy til Havnar at venja fótbólt og ganga í skúla. Tá Føroyar spæla næsta A-landsdyst á heimavølli, eru nýggja áskoðaraskýlið liðugt. (Vagnur)

