Í hesum døgum verður í fjølmiðlum skrivað og tosað nógv um útlendingar. Nógvir útlendingar eru komnir til Føroya seinnu nógvu árini, og tú sært ikki skúlaflokk, uttan littur næmingur er í flokkinum. Betsy var í lestrarørindum í Russlandi, tá hon kom í samband við mann sín Sigmund Christiansen. Tey samskiftu fyrst á alnótini, til Betsy í desember mánað í 2007 kom til Føroya fyribils í tríggjar mánaðir. – Eg var frá fyrsta degi væl móttikin, og í Føroyum er frítt og gott at búgva, sigur Betsy.
Betsy er fyrikomandi og rólig 34 ára gomul kvinna við báðum beinum á jørðini. Hon arbeiðir sum samskipari í ítróttahallunum hjá Tórhavnar kommunu og heldur til á skrivstovuni í Fimi í Gundadali. Betsy dugur heilt væl at tosa føroyskt, og tað legði hon nógva orku í frá fyrsta degi. Samrøðan byrjar við, hvussu var fyrstu ferð at koma til Føroya?
– Eg eri uppvaksin í Kenya, og longu frá ungum árum var eg von at vera leingi heimanífrá, tí fjarstøðan er so long, og tí búðu við á skúlunum og vóru bara heima í skúlaafrítíðini. Mamman og pápin búgva í Kenya, beiggin býr í Qatar og systurin býr í Onglandi. Eg kendi slett ikki landið Føroyar, áðrenn eg hitti Sigmund.
– Í Kenya fara nógv ung av landinum at arbeiða og útbúgva seg. Uttanlands eru betri møguleikar at forvinna sær pening nakrar tímar um dagin sum vaksikona ella líknandi og samstundis fáa sær útbúgving. Í hesum sambandi var eg endað í Russlandi, sigur Betsy.
Betsy var í Russlandi, tá hon kom í samband við Sigmund Christiansen. Ein vinkona Betsy hevði samband við ein vinmann Sigmunds, og soleiðis komu Betsy og Sigmund at hittast fyrstu ferð á alnótini. Men eitt er alnótin, annað er at flyta til Føroyar?
– Tá vit høvdu skrivað saman í eina tíð, kom tíðin, at eg skuldi til Føroya á vitjan. Eg fekk eitt tríggjar mánaðar uppihaldsloyvi í Føroyum, sum eg brúkti til at kenna landið og royna, um eg fór at trívast í landinum. Eg má hava trivist nakað væl, tí upphaldsloyvið varð longt. Tá eg gjørdi av at flyta til Føroya, skuldi arbeiðsloyvi fáast. Hetta tekur tíð og hjá mær átjan mánaðir, tí vit vóru ikki gift. Hesa tíðina gekk eg til føroyskt í kvøldskúla í eitt ár, og eg royndi at lurta væl, hvussu fólk tosaðu, jú, eg hevði stóran áhuga at læra meg føroyska málið.
– Tá eg fekk arbeiðsloyvi, fekk eg arbeiði í Williams Catering í SMS, síðan arbeiddi eg eina tíð í kantinuni á Føroya Læraraskúla, til eg fekk arbeiði hjá Tórshavnar kommunu fyrst sum vaksikona og seinni sum samskipari, sigur Betsy.
– Tú spyrt, hvussu eg var móttikin í Føroyum og um eg eri happað, tí eg havi øðrvísi lit enn føroyingar? – Føroyar eru í so máta eitt paradís í mun til Russland, tí har síggja tey niður á litt fólk. Eg kann nevna, at einaferð var alment boðað frá, at litt fólk máttu halda seg innandura eftir ávísa tíð um kvøldið, tí tað var vandamikið at ganga í gøtunum hjá okkum.
– Í Føroyum var eg væl móttikin frá fyrsta degi og havi ongantíð merkt nakað “negativt”, at eg eri øðrvís. Jú, børnini er jú forvitin og spyrja meg til dømis, hví hárið hjá mær er sum tað er, hví eg havi so myrkar fingrar, og hví eg havi brún eygu. Tá eg havi svarað, so eru børnini eisini nøgd við svarið og góðtaka meg sum er eri, sigur Betsy
Eg las í Dimmalætting, har útlendsk kvinnu sigur, at føroyingar eru nakað smædnir, tá teir skulu í samband útlendingar. Teir halda eina ávísa frástøðu til útlendingin. Hetta hevur Betsy eina meining um. – Summir føroyingar halda seg ikki duga nóg væl enskt og halda mangan, at teir mugu samskifta við útlendingin á enskum. Tí tora teir óivað ikki at byrja samskiftið við útlendingin. Ì mínum eygum eru føroyingar slett ikki “rasistar”, eg havi so ongantíð upplivað nakað “negativt” í so máta, síðani eg flutti til Føroyar, sigur Betsy
Nú kom Betsy til Føroya um jóltíðir í 2007, og tá er vetur í Føroyum. Hvussu við veðurlagnum, og hevur hon nógv samband við foreldur, systkin og annars heimlandið Kenya? Nú kemur vakra smílið fram hjá Betsy.
– Hevði eg sloppið undan nógva vindinum í Føroyum, so var frálíkt. Annars er veturin í Føroyum nógv mildari enn til dømis í Russlandi, tí har kann sanniliga gerast kalt um veturin niður í nógv kuldastig. Í Kenya upplivdi eg ongantíð kava. Eg samskifti við foreldur míni og systkin á alnótini, men ofta eri eg ikki heima. Tiggju ár eru liðin, síðani eg fór úr Kenya til Russlands, og eg havi bara verið aftur í Kenya eina ferð, og tað var í fjør saman við Sigmundi og soninum, sum nú er trý ár, sigur Betsy at enda.
Hugaligt og gott at hoyra, at Betsy trívist væl í Føroyum, og at hon var væl móttikin frá fyrsta degi, og at hon ongantíð hevur merkt nakað til happing, tí hon er øðrvísi litt enn vit onnur. Ein fyrikomandi og rólig kvinna, sum er løtt at tosa við. Í hurðini mátti eg spyrja hana, um Føroyar nú er hennara heimland. – So leingi tit vilja hava meg í Føroyum verði eg her, vóru seinastu orðini frá Betsy. (Vagnur)

45 milliónir fólk búgva í Kenya. Landið er 581.454 ferðkilometrar, sum er 13,5 ferðir størri enn Danmark og 415 ferðir størri enn Føroyar.




